hugtakið, sum hann kanska ikki kendi navnið á - saman við nærlagni, hevði hann altíð fyri eyga í sínum starvi. Á henda hátt vann hann sær nógvar góðar vinir á arbeiðsplássinum – eisini millum leiðslu, keyparar [...] børnini Joan og Annfríð, sum báðar eru búðsettar í grannalagnum hjá Leivuri. Eitt skifti búði Leivur og Poulina í Íslandi, har hann róði út við gørnum og línu. Leivur kenna vit kanska best frá Kósini, har hann [...] skemtiliga horninum, heldur enn tí køvandi. Ítróttur og alt sum hevur við fótbólt at gera - á skýggjanum ella á vøllinum, er stóra frítíðar áhugamáli hjá Leivuri. Hann hyggur áhugaður at øllum dystum hjá
er tað lyftisbrot, at meirilutin nú loypir frá avtaluni. – Vit í minnilutanum hava gjørt eina avtalu fyri at taka undir við fíggjarætlanini og eg havi havt tað álit á meirilutanum, at hann fór at standa [...] býráðslimur fyri Fólkaflokkin, mælti til, at búka pening upp á at bøta um umstøðurnar á havnalagnum í Ánunum og at asfaltera vegir, tí nógvir vegir »eru í skeljasori«, sum hann tók til. Tá ið avtornaði samtykti [...] hildin í Mikladali. Á hesu fundinum skuldi býráðið taka støðu til um fíggjarætlanin fyri í ár skuldi endurskoðast. Ætlanin var, at hon skuldi endurskoðast í apríl, men tað varð av ongum og nú skuldi býráðið
óvæntað, at Fleyr a vann á TB a. Síðani jólasteðgin hevur TB a mist Gudrid Nolsøe og Tóru Mortensen, og tað hevur sett síni spor á liðnum. ? Tað hevur gjørt, at vit noyðast niður á b-liðið eftir nýggjum spælarum [...] higartil ikki staðið á hjá TB at manna tey bæði kvinnuliðini í meistaradeildini, men nú stinga trupulleikar seg upp við tað, at tveir spælarar eru farnir av a-liðnum. Og tað er nú heldur ikki loyvt hjá [...] Aftan á dystin móti TB a spældi Fleyr a so ímóti TB b, og her var spenningurin ikki so stórur. Fleyr-kvinnurnar vunnu 3-0 (15-7, 15-6, 15-4). Fleyr a fekk ein hvøkk Dagin fyri hevði TB b verið á vitjan
til Oyrasunds at vitja. Jens og undirritaði eru systkinnabørn, og tey eru nógv í tali. Líka til mitt í 1990'unum hittust vit báðir rættiliga sjáldan, um enn vit vistu væl av hvørjum øðrum. Men so hendi tað [...] hann av Glyptotekinum á H. C. Andersens boulevard, har hann ofta vitjar í dagavís. Hann peilar eisini ofta eftir søguni í Latínara-økinum við Universitetið á Frúu Plássi. Har hava vit báðir ofta gingið og [...] beiggja sín, Bjarna við sær. Jens hevði longu sum hálvvaksin verið uppi á nógvum fjøllum, men hann steðgaði ikki við ferða-upplivilsum á landi. Hann var bara 14 ár, tá ið hann mynstraði til Grønlands við slupp
dystin. B36 er nú dragnað so nógv, at tær ikki hava møguleikan at ogna sær heiðursmerkir í ár, og er tað sera skuffandi fyri stórfelagið úr Havn. Átta stig eru ímillum B36 á fjórða plássi og HB á triðja, og [...] tað koppar, og síðani hava tær Skála á útivølli, sum skuldi tryggja KÍ trý stig. Hyggja vit at leikskránni hjá hesum trimum liðum, kunnu vit staðfesta, at hóast KÍ er á øðrum plássi í løtuni, hava tær besta [...] torførir dystir hjá VB. Tvey umfør eftir í kvinnudeildini Nú eru bert tvey umfør eftir í kvinnudeildini, og spenningurin er sera stórur. VB er á fyrsta plássi við 19 stigum, meðan KÍ og HB hava 18 stig
annað. – Í fýra ár á rað var eg á summarlegu á Zarepta. Har hoyrdu vit sjálvandi nógv Guds orð, og einaferð spurdi kamarsleiðarin, um vit ynsktu at verða frelst. Eg segði ja, og vit bóðu eina bøn saman [...] byrjaði at syngja á møtum kring landið. Á eini møtiferð í Suðuroy hitti hann Jeannu. Tey gjørdust góð hvørt við annað, og í dag eru tey gift, og taka lut í arbeiðinum í missiónshúsinum á Trongisvági. Mourits [...] hetta mundið búði í eini íbúð á Argjum. – Eg bað eisini onkuntíð fyri meg sjálvan, og aðrar tíðir koyrdi eg niðan á Oyggjarvegin og fór ein gongutúr fyri at biðja. Pappírskrossur Á verkstaðnum, har Mourits
kl. 10.45. Møtt verður á busssteðgiplássinum á Norðasta Horni. Tilmelding á 302425 ella torsinfo@torshavn.fo Frá Felagnum Tórshavn, Rulla páskaregg 2. páskadag 24. mars fara vit at rulla páskaregg i Kúrdali [...] drekkamuður at fáa. Eisini eru bløðini til taks. Mánadagin og mikudagin, 17. og 19. mars hevur Tilhaldið stongt. Vit hittast aftur mikudagin 26. mars. Frá Dagtilhaldinum á Strondum Vit hava opið týsdag og hósdag [...] hósdag millum kl. 15 og 18, vit eru byrjaði aftur. Tilhaldið á Toftum, tlf 448690 Opið er týsdag, mikudag og hósdag kl 15 - 18. Eldrafelagið Kumlá á Skála hevur hugnaløtu týskvøldið 18.3. kl. 19. Tilhaldið
tíðarskeiðinum kunnu hesir tó ikki økja sín ognarlut ella avgerðarrætt. Rættindi á fleiri hendur Fiskirættindini eru savnað á alsamt færri hondum, og vinnan er í dag í minni mun enn áður samansett av einum [...] Tíðindaskriv: Hetta eru neyðugar broytingar, nú lógin hevur virkað í nøkur ár. Endamálið er m.a. at tryggja vinnuni tryggar karmar og gjøgnumskygdar og rættvísar reglur at virka undir. Umframt at tryggja [...] tryggja, at føroyska samfelagið fær sum mest burturúr, og hevur fult ræði á livandi tilfeinginum, sum vit føroyingar eiga í sjónum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Broytingarnar skulu
Samskifta á alnótini, Páll Poulsen. Senda og tak ímóti posti. Kl. 10 Fimleikur, Greta Ellingsgaard. Kl. 11 Lesibólkurin: Vit lesa: ”Endurminningar” Heðin Brú. Hittast 26. nov. Vit halda til á bókasavninum [...] Eldrafelagið Nón Opið hús mánadag til fríggjadag kl. 14.30-17.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið í Fuglafirði Vit eru flutt, og møtast nú í Lonini, mánadag, týsdag (ítriv v/Rigmor), og mikudag, kl. 15-18 [...] Eisinbjørg Clementsen. Hjartaliga vælkomin. Samkomuni Lívdin Týsdagin bønarløta á Brekku 3, Hoyvík. Á www.livdin.fo her eru nógvir sangir og talir at hoyra. Tú ert vælkomin. Getsemane, Stangaskákið 1 Týskvøldið
Hetta hava vit sæð við tað at teir gera onki fyri at steðga teimum víðgongdu bólkunum at fremja yvirgang móti Ísrael. Yvirgangsmaður Sum tað eisini stendur at lesa aðrastaðni á Tinghelluni, so eru nógv ymisk [...] staðfestir, at jødarnir eru eitt serstakt, útvalt fólk, sum er sera týdningarmikið fyri allan heim. Føroyska vinafelagið er langt frá tað einasta av sínum slagi. Ì nógvum londum eru ísraelsk vinafeløg. ? [...] sigur Dánjal, at Arafat tosaði við tveimum tungum. Hann tosaði eitt á enskum fyri vesturlendskum fjølmiðlum, og nakað heilt annað á arabiskum, við sínar egnu. Dánjal heldur ikki, at Arafat gjørdi nakað