ein stól út gjøgnum eitt vindeyga á triðju hædd, og larmaðu og róptu, greiður leiðandi í móttøkuni frá. Náttarvaktin á hotellinum royndi at fáa frið og ordan í, men alt til onga nyttu, ikki fyrr enn løgreglan [...] týsnáttina. Teir høvdu verið í býnum, og tá teir komu aftur á hotellið á miðjari nátt, gjørdu teir nógv um seg, veit danska dagblaðið BT at siga. Danirnir vóru fram sum enskir hooligans, gingu á takinum [...] hotellinum ger alt ov nógv av, og spælararnir eru sera fortørnaðir um reaktiónina hjá hotellinum, sigur hann. Tað passar, at spælararnir hava set nakra urtapottar fyri eina hurð, og vit hava fingið eina rokning
Liðkappingin í flogbólti heldur fram hetta vikuskiftið, og bæði hjá monnum og hjá kvinum verða spennandi dystir. Í mansdeildini liggja Mjølnir og Fram á odda, og júst hesi bæði liðini hittast til toppdyst [...] sunnudagin. Bæði Fram og Mjølnir hava tapt ein dyst í part í ár, Fram tapti tepurt fyri Mjølnir í Klaksvík, og næstseinasta vikuskiftið noyddist Mjølnir at lúta fyri Fleyr. Mjølnir og Fleyr hava spælt [...] byrja dystirnir millum ÍFb-Fram og ÍFa-Fleyr. TB og Mjølnir hjá kvinnum Kvinnurnar hjá Mjølni eru hetta vikuskiftið eisini við í toppdysti. Tær skulu spæla móti TB sunnudagin, og hesi bæði liðini liggja í
liggur still fram til mikudagin, tá tveir dystir verða. Tá fara mansliðini hjá H71 og Neistanum at spæla í Havn og kvinnuliðini hjá Kyndli og GÍ somuleiðis. Á Skála verður toppdystur millum StÍF og Neistan [...] deildirnar hjá bæði monnum og kvinnum hava frí, tí hetta vikuskiftið er seinasta freist at fáa avgreitt steypadystirnar í 2. umfari. Nógvir av steypadystunum eru longur spældir, og onkrir verða spældir í
orðaskiftið -fyri ella ímóti - helt fram, kom sjónvarpið inn um bakdyrnar og yvirhálaði politiska fyritakssemið. Privatfólk tóku seg saman og stovnaði Sjónvarpsfelagið og fóru undir sendingar. Frágreiðingin [...] fjølmiðlagranskarum og øðrum møguleika at gera kanningar um, hvussu sjónvarp ávirkar børn og ung. JetteForchhammer, mentanarsosiologur í Danmark, gjørdi saman við Peter Christensen og Peter Duelund, fyrstu [...] Havn og fyri ein part eisini í Klaksvík, at nógv fólk eru fastlønt. Í Havn og í Klaksvík varð farið undir at skipa frítíðarvirksemið hjá børnum, væl áðrenn fyrsta kanningin varð gjørd í 1981, og hereftir
Edvard kendi Jens Jefsen eitt sindur og Herluf hevði hitt Uffe Steen, so teir gjørdu bart og ringdu. Og svarið var játtandi. Fríggjadagin 5. desember koma teir hendavegin og hava fýra dagar til at læra frá [...] Sunnukvøld og mánakvøld fara burturav til jazzvenjing í smáttuni hjá Edvardi, sum týðiliga ber brá av at vera hansara serøki. Her er ikki rúmsátt, men hjartarúm trýtur ikki. Og her sita teir so trúliga og spæla [...] øðrum og seg sjálvan, men tað er skilligt, at teir hugna sær. Vit hava tað stuttligt saman, sigur Edvard, men fyri at vera eggjaðir til at venja hart og miðvíst mugu vit út at vísa, hvat vit duga og fáa
hvørjum ári, og tað er Executive Committee, sum tekur avgerðina. Pedagogical Committee hevur ta pedagogisku og fakligu ábyrgdina av ráðstevnunum og átekur sær at skipa fyri work-shops og evnislestrar [...] konferencan varar eina viku, og í ár verður ráðstevnan hildin í Bologna í Italiu. Høvuðsendamálið hjá SIEC er: ?at upplýsa um skúlaskap, soleiðis sum hann fer fram á altjóða støði og tær rembingar, ið eru innan [...] í heiminum. ?at byggja netverk millum samarbeiðspartar og -projektir millum skúlarnar. ?sínámillum orðaskifti millum skúla og ráðharrastovur. ?og at geva møguleika fyri einum socialum umhvørvi til limirnir
skynssemi og byggja eitt sunt og vælvirkandi land. Okkum manglar ein national sosial-liberalistiskan hugsunarhátt, har kenslurnar fyri Føroyum skulu stimbrast. Útflutningurin skal økjast munandi og innflutningurin [...] Útflutningurin av fiski skal bert verða av lidnari vøru og nakað av feskum. Liðugvøra gevur nógv fleiri pengar og arbeiði, um rætt verður farið fram. Óviðgjørdur fiskur skal vera bannaður til útflutnings [...] føroyingum í nógv ár, men seinni verða vit glað og lukkulig. Eg fari at njóta gleðina sum gamal maður, um væl veit við. Vit koma at føla, at vit liva og vit koma at føla okkum sum føroyingar. Er tað veruliga
hart rakt av kreppuni, sum hevur verið í landinum og teimum sparingum, sum hava verið og eru, er tónleikaøkið og tey ungu. Fyri at bøta um hesa støðu og fyri at útvega møguleikar at skaffa pengar til nettup [...] teirri vón, at eisini myndugleikar og grunnar og aðrir stovnar og fyritøkur enn amerikanska oljufelagið eru sinnað at taka undir við musikkskúlanum í hansara stremban fram móti einum framkomnum tónleikalívi [...] tikið seg saman og tikið stig til at stovna ein grunn. Grunnurin gjørdist veruleiki longu í juli í ár og hevur hann fingið sín fulla moralska stuðul frá bæði undirvísingarmálaráðharranum og frá mentamála
hugburði, og seta lurtaran í eina støðu, har hann skal gera av, um hann er samdur ella ósamdur við mær. Eg havi yrkt meiri frítt, og havi lagt meg eftir at fáa orð og tónleik at smelta saman, og harvið skapa [...] Thomsen, Jón McBirnie og Magnus Johannesen, hevur spælt saman í meiri enn eitt ár, og teir ætla at halda fram at spæla. ? Tað hevur týdning, at bólkurin ljóðar samanspældur á eini fløgu, og skal hann gera tað [...] upp í Føroyum, og tá allir fimm eftir summarfrítíðina fóru aftur til Danmarkar, har teir eru búsitandi, hildu teir fram við upptøkunum har. Fløgan er síðani ljóðblandað av tí roynda og virda Freddie A
ábyrgdina og dagligu leiðsluábyrgdina. Mett verður eisini, at rakstur í partafelag fer at økja smidleikan og avgerðarfrælsi soleiðis, at betri møguleikar verða fyri tillaging til økta kapping og skiftandi [...] samtykt av viðtøkum og broytingar av teimum. Tá lógin hevur ásett navn, endamál og reglur um, at partapeningurin ikki kann seljast, skulu viðtøkurnar gerast í neyvum samsvari við hetta, og kann aðalfundurin [...] Landsstýrinum, telefonverkinum og yrkisfeløgum varð settur at gera frágreiðing til Føroya Landsstýri um, hvussu telefonverkið átti at verið skipað í framtíðini. Hesin bólkur er komin fram til ta niðurstøðu, at