Toppdystir í flogbóltinum

Flogbóltur. Bæði hjá monnum og kvinnum eru hetta vikuskiftið toppdystir á skránni

Liðkappingin í flogbólti heldur fram hetta vikuskiftið, og bæði hjá monnum og hjá kvinum verða spennandi dystir.

Í mansdeildini liggja Mjølnir og Fram á odda, og júst hesi bæði liðini hittast til toppdyst í Havn sunnudagin. Bæði Fram og Mjølnir hava tapt ein dyst í part í ár, Fram tapti tepurt fyri Mjølnir í Klaksvík, og næstseinasta vikuskiftið noyddist Mjølnir at lúta fyri Fleyr.

Mjølnir og Fleyr hava spælt tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum í ár, og hvørjaferð hevur Mjølnir vunnið.

Nú hevur Fram møguleika fyri at fáa revansju, tá liðini spæla í Eysturskúlanum í morgin kl. 15.00.

Tveyi aðrir dystir verða í kappingini hjá monnum hetta vikuskiftið. Hesir báðir dystir verða á Kambsdali leygardagin. Klokkan 13.00 byrja dystirnir millum ÍFb-Fram og ÍFa-Fleyr.


TB og Mjølnir

hjá kvinnum

Kvinnurnar hjá Mjølni eru hetta vikuskiftið eisini við í toppdysti. Tær skulu spæla móti TB sunnudagin, og hesi bæði liðini liggja í løtuni á odda í deildini.

Dysturin, sum Mjølnir skuldi spæla móti Drátti leygardagin, er avlýstur, og tá Mjølnir og TB fara undir toppdystin í Trongisvági í morgin klokkan 13.00 stendur oddaplássið í deildini uppá spæl.

Ein annar kvinnudystur verður eisini sunnudagin. hann er millum ÍF og Fleyr og verður spældur á Kambsdali klokkan 15.00.