Stovna SIEC-Føroyar

Eitt sindur um SIEC-International/SIEC-Føroyar

Fríggjadagin tann 28. november 1997 klokkan 15.00 verður hildin stovnandi aðalfundur hjá SIEC-Føroyar á Føroya Handilsskúla á Kambsdali, og tað er í hesum sambandi, at tit eru hjartaliga vælkomin at luttaka og møguliga eisini gerast limir í SIEC-Føroyar, sum so aftur er limur í tí altjóða felagsskapinum SIEC-International.


Eitt sindur um SIEC-International/SIEC-Føroyar

SIEC-International er ein aldargamal altjóða felagsskapur, hvørs stevnuskrá er at menna og styrkja tað internationalu dimensiónina innan alla handilsskúlaútbúgving á øllum fakligum støði heilt frá fólkaskúlastøði til Ph.D.-grad.

SIEC-International fevnir um lond kring allan knøttin. Málið hjá SIEC-International er at skapa ræsir fyri einum framtíðarskygdari handilsskúlaútbúgvingarkjaki og -netverki.

Nevndin í SIEC-International er fyrisiting av Executive Commitee (formansskapur), Pedagogical Commitee og Network Committee. Limir í hesum komiteumeru limirnir í teimum nationalu felagsskapunum, eitt nú SIEC-Føroyar. Nevndarlimirnir í t.d. SIEC-Føroyar velja sína umboðan, eina til pedagogical Committee og eina til Network Committee. Formenninir fyri teir nationalu SIEC-felagsskapirnir eru limirnir í SIEC-International Executive Committee. Aðalfundur í SIEC-International verður hildin á hvørjum ári í samband við ta árligu ráðstevnuna hjá SIEC-International, sum eitt limaland átekur sær at skipa fyri. Evnið á ráðstevnunum er ymiskt á hvørjum ári, og tað er Executive Committee, sum tekur avgerðina. Pedagogical Committee hevur ta pedagogisku og fakligu ábyrgdina av ráðstevnunum og átekur sær at skipa fyri work-shops og evnislestrar (seminars) við umboðan frá teirra egna landi, meðan vertslandið skipar fyri restina av skránni við góðum fyrilestrarhaldarum frá altjóða stórfyritøkum (stjórarnir) í vinnuni.

Høvuðsuppgávan hjá Network Committee er sjálvsagt at hava ábyrgd fyri, at limirnir kunnu leita sær eftir samstarvsfeløgum. Hetta er møguligt á konferencunum, og eisini tá ið heim aftur er komin at leita á Internetinum í heimasíðuni hjá SIEC. Samstarvsfelagarnir eru skúlar, leiðarar, vinnulívið (virkir), partar á arbeiðsmarknaðinum, ráðharrastovur o.s.fr.

Altjóða konferencan varar eina viku, og í ár verður ráðstevnan hildin í Bologna í Italiu.


Høvuðsendamálið hjá SIEC er:

?at upplýsa um skúlaskap, soleiðis sum hann fer fram á altjóða støði og tær rembingar, ið eru innan skúlaskap í heiminum.

?at byggja netverk millum samarbeiðspartar og -projektir millum skúlarnar.

?sínámillum orðaskifti millum skúla og ráðharrastovur.

?og at geva møguleika fyri einum socialum umhvørvi til limirnir til altjóða samarbeiði.

SIEC-International er ein heimsumfatandi felagsskapur. Tó kann sigast, at tað eru 3 høvuðsíblásarir: tann norðurlendski, tann amerikanski og tann europeiski (angelsaksiski).

Sambandið í teirri norðurlendsku deildini er bæði stórt og sterkt. Ein árlig ráðstevna fer fram á skift í teimum norðurlendsku londunum. Eisini kann nevnast, at formaðurin í SIEC-International er norðmaður og næstformaðurin og formaðurin í Pedagogical Committee eru danir. Hesir báðir danir, Ole Riis-Pedersen og Leif Haar, luttaka eisini undir stovnandi aðalfundinum hjá SIEC-Føroyar.

SIEC-Danmark hevur boðið sær fram til at eggja føroyingum at stovna SIEC-Føroyar. Hetta gera teir m.a. fíggjarliga við at geva okkum eina stovningarhjálp uppá kr. 10.000,-. (Verður tað møguligt, vildi eg mett, at vit rinda hesa hjálp aftur). Eisini stuðlaðu teir okkum viða t bjóða einum føroyingi við til ta norðurlendsku ráðstevnuna, ið var í Noregi í byrjanini av november í ár. Viðvíkjandi viðtøkunum hjá SIEC-Føroyar verður hugt eftir viðtøkunum hjá SIEC-Noregi og SIEC-Danmark, sum so aftur hava hugt eftir viðtøkunum hjá SIEC-International.

Tað er mín vón, at SIEC-Føroyar kann verða ein møguleiki hjá teimum føroysku skúlunum til at taka lut í altjóða arbeiði innan skúlaverkið. Ein kann spyrja, hvønn áhuga tekniskir skúlar og studentaskúli hava í einum altjóða felagsskapi innan handilsskúlaútbúgvingar. Svarið er, at øll lond rundan um okkum hava ein skúlabygnað, har allir hesir skúlar eru í einum skúla, og tí finnur tú umboð fyri hesar skúlaskipanir eisini á øllum SIEC-fundum og -ráðstevnum. Tað er ætlanin, at SIEC-Føroyar skal verða ein upplýsingarmiðstøð, eins og SIEC-Føroyar eisini skal skipa fyri fundum, fyrilestrum og tí árligu norðurlendksu ráðstevnuni, tá tað er okkara túrur.

Fyri at gerast limir í SIEC-Føroyar er eitt limagjald at gjalda. Kostnaðurin er kr. 2.500,- fyri skúlar, felagsskapir, stovnar, arbeiðsmarknaðarpartar og ministeriir, og kostnaðurin fyri ein einstakan lim er kr. 250,- árliga. Ert tú limur í SIEC-Føroyar, ert tú eisini limur í SIEC-International.


Skráin á aðalfundinum

verður hendan:

?Inngangur, Elsa Maria Olsen, stjóri

?Forudsætninger for internationalisering, Leif Haar, vicedirektør

?SIEC-International og SIEC-Danmark, Ole Riis-Pedersen, viceforstander

?Stovnan. Viðtøkur hjá SIEC-Føroyar, Elsa Maria Olsen, stjóri

?Val av nevndarlimum

?Liðugt


Endað verður við víni og osti, sum ávikavist SIEC-Danmark og SIEC-Føroyar geva.