hvørt teir fóru at verða nóg væl fyri, til at spæla við í fjórðingsfinaluni móti Rumenia. Nú er tó líkt til, at báðir vera við í týdningarmikla dystinum, so Zoff kann gleðiliga staðfesta, at verjuparturin [...] høvdu gott sýni oman yvir staðið, har rokmiklu onglendingarnir fóru til verka. Sostatt er nú líkt til, at sjónvarpsstøðirnar nýta øll vápnm, til tess at tekkjast hyggjarunum, soleiðis at møguleikin fyri [...] álit á Kevin Keegan. Ein talsmaður hja FA segði mikudagin, at teir hava fult álit a evnunum hjá Keegan, og at tað als ikki hevur talan um at loysa hann ur venjarastarvinum. Hinvegin er nú lagt upp til
tað at skaldið drálar uppi yvir landsløgum og gróðri - viðhvørt tykj-ast villingarsom, og hetta seinasta er nettup við til at geva henni dýpd og veldi. Sum onkur minnist, valdi Fróði tann kost at fara [...] mýrarnar og oman ímóti Minas Morgul í Mordor. Í hondunum á lakari skaldi kundi frásøgnin her blivið ov eintáttað, men Tolkien hevur sjáldsamar gávur at halda spenninginum uppi við alsamt at lata landslagið [...] kann tí siga um persónarnar í bókini, at teir allir hava langan skugga, daga á einum trídimensjónalum lørifti, so at ein, meðan lisið verður, í heilum fær hug at kveita í eitt annað verk eftir Tolkien
og nú vísa útrokningar, at um trý ár verður hetta talið tíggju ferðir størri. Tað eru serliga tvinnar orsøkir til gongdina. Næsta ár fer tað at kosta dønum 256 milliónir krónur, at ES fær nýggj limalond [...] útreiðslan oman fyri 800 milliónir krónur. Samstundis hevur ES samtykt ein nýggjan hátt at áseta prísin fyri limaskap, og í 2006 skulu danir rinda eina góða milliard krónur. Sostatt fer limaskapurin at kosta [...] landið í ES, og tað er tí ikki annað enn rímiligt, at landið rindar tað, sum tað kostar at vera uppií, sigur hann.
skulu fáast upp á pláss fyri at fáa handilsavtalurnar hjá ES at fevna um nýggjar ES-limir, er talan um formalitetir, sum vanliga eru skjótir at avgreiða. Sostatt kann væntast, at hesar fríhandilsavtalur rímuliga [...] handilsfelagsskapi Tað hevur víst seg at vera ein oyðimarkargongd, at Føroyar einsamallar skulu samráðast um fríhandilsavtalur við onnur lond. Samstundis síggja vit, at flest onnur lond, vit kappast við, [...] Felagið tekur ikki her støðu til, um ES- ella EFTA-limaskapur er rætta leiðin at fara, men heldur, at tíðin er komin, at hesin spurningur verður greinaður og tikin upp til realitetsviðgerð í Føroyum.
-Her er eitt sera stórt potentiali fyri at skapa nakað serligt til ferðafólk, sigur Jens Rahbek. Hetta vit hoyrt frá mongum undan honum, og tað er at vóna at Etika er eitt stig rætta vegin! Aftaná fleiri [...] matstovu í Havn. Tað eiga vit at fegnast um. Lat tað vera sagt beinanvegin. Etika er ein matstova fyri øll. Hóast japanskur matur kann tykjast hábærsligur og avanseraður, so er tað at eta sushi bæði sera hugnaligt [...] hugnaligt og nýtist ikki vera serliga kostnaðarmikið. Og børnini kunna eisini vera við. Meira um hetta í næstu viku, tá ið eg havi roynt hvat Etika borðreiðir við. Sum tey siga í Japan: Irasshaimase!
uttan tað at Audun fór heim við einum forskoti upp á 6.000 markar í sterlingvirði. Søgufrøðingar hava undrast stórliga á henda sáttmála, á at Filip læt seg yvirtala og á, at Audun var so framligur at gera avtaluna [...] við sínum evnum til at undirstrika tey háleittastu ørindini og við at varðveita tann spenning millum sjónleik og tign, millum frælsi og tamarhald, sum eyðkennir góðan dans, at fáa ein at føla seg fluttan [...] framtíðina. Víst er hon verd at heilsa uppá, henda frúgvin, við (hugsi eg) skjótt 2.000 oljumilliardum á bundnari kontu! Bergen og Havnin At koma til Bergen er næstan sum at koma heim. Tað var Jørgen-Frantz
upp á plátur. Hon helt, at hetta var eitt gott tiltak – at boða Orðið bæði í talu og sangi. Tað kendist skjótt, at hon ikki bert var ein trúgvandi kvinna, men at hon ynskti at arbeiða innan kirkju og aðrastaðir [...] Harrans hond, so dugdi hon so væl at fara frá øllum, at hon við sjúkralegu og deyða sínum kemur at standa sum eitt talandi vitni um hetta: at doyggja í Harranum. Hon hevði nógv at fara frá báði í heimi sínum [...] falmer skoven…” (Tað kundi verið áhugavert at fingið at vitað, hvør ið mundi syngja solo?) Tá er tað, at Edith tosar við Robert Joensen í Klaksvík og fær hann at týða sálmin til føroyskt. Frá 1. nov. 1942
eitt valdømi ígjøgnum á sinni. Edmund vil vera við, at grundlógin verður brotin, við einum lógaruppskoti um nýggja stýrisskipan. Eisini vil hann verða við, at bæði heimastýrislógin, tingskipanin og st [...] okkum, sum ynskja frælsi fyri hetta landið, so óttast hann fyri, at loysingin verður lirkað inn ígjøgnum bakdyrnan, sum hann tekur til. At lirka kennur Edmund jú alt til, tá vit hugsa um, hvussu hann fekk [...] men sum er lumpað og lirkað inn ígjøgnum bakdyrnar, fyri at brúka Edmundsa egnu orð. Annars so eru vit føroyingar heldur ongantíð slopnir at taka støðu til sokallaðu heimastýrislógina, sum í roynd og
kanska duga vit so væl at fara við hesum, at eingin bítur merkju í, at vit hava kanska hetta í kjøtinum borið - kvørskvisni, tora illa at koma manna millum og hava ikki mót til at fara niðan um garðarnar [...] eygum, varð hon søgd at vera "rå pornografisk roman." Edv. Munch hevur gjørt ein sera góðan málning av Hans Jæger (1889) beint eftir, at hann er komin úr fangatippinum. Vit vita, at Munch sat saman við [...] sín. Eingi ivi er um, at hann í sínari sálarsjúku finnur síni egnu hugskot til málningarnar. Pensilin er amboðið hjá honum at mála seg burtur úr einseminum og besti heilivágur at loysa seg úr hesum fjøtrandi
staðið. Hon var eitt sindur undarlig og fór so at siga hvønn dag út at spáka og heilsaði blídliga fólki og prátaði. Tað er kent, at hon plagdi at taka til, at tað var »milt, men kølið.« Mina tanta var røsk [...] Suðuroyar at vera sýslumaður. Foreldrini og tríggjar ógiftar systrar vóru eftir í Mettustovu, og øll doyðu út haðani. Edvard Mitens, abbasonur Gudmund, skrivaði í sínum endurminningum, at hann kom at búgva [...] Har var serlig inngongd, og tá onkur kom at keypa og læt hurðina upp, ringdi klokka, og Mina tanta fór oman i handilin. Mitens greiðir frá, at har kom genta at keypa hatt. Reyða rósu ynskti hon á hattin