Útrokningar hjá fíggjarmálaráðnum í Keypmannahavn vísa, at um fá ár fer limaskapurin í ES at kosta dønum einar tvær milliardir krónur um árið.
Seinastu 30 árini hevur Danmark havt fíggjarligan fyrimun av ES-limaskapinum, men fyri einum ári síðani vísti hesin roknskapurin fyri fyrstu ferð hall. Sambært fíggjarmálaráðnum var hallið 200 milliónir krónur í 2001, og nú vísa útrokningar, at um trý ár verður hetta talið tíggju ferðir størri.
Tað eru serliga tvinnar orsøkir til gongdina. Næsta ár fer tað at kosta dønum 256 milliónir krónur, at ES fær nýggj limalond, og í 2006 verður hendan útreiðslan oman fyri 800 milliónir krónur. Samstundis hevur ES samtykt ein nýggjan hátt at áseta prísin fyri limaskap, og í 2006 skulu danir rinda eina góða milliard krónur. Sostatt fer limaskapurin at kosta dønum umleið tvær milliardir krónur í 2006.
Men hetta eiga danir at góðtaka. Tað heldur í hvussu er formaðurin í Evropanevndini hjá Fólkatinginum, sosialdemokraturin Claus Larsen-Jensen. Hann vísir á, at Danmark er tað næstríkasta landið í ES, og tað er tí ikki annað enn rímiligt, at landið rindar tað, sum tað kostar at vera uppií, sigur hann.