Kai Vágfjall
---
Herfyri skrivaði Edmund Joensen eina grein um nýggju stýrisskipanina, sum er løgd í tingið til viðgerðar. Mótvegis okkum, sum ynskja frælsi fyri hetta landið, so óttast hann fyri, at loysingin verður lirkað inn ígjøgnum bakdyrnan, sum hann tekur til.
At lirka kennur Edmund jú alt til, tá vit hugsa um, hvussu hann fekk lirkað Føroyar, sum eitt valdømi ígjøgnum á sinni.
Edmund vil vera við, at grundlógin verður brotin, við einum lógaruppskoti um nýggja stýrisskipan. Eisini vil hann verða við, at bæði heimastýrislógin, tingskipanin og stýrisskipanin verða brotin. Ikki hissini lógarbrot, má ein siga.
Tá Edmund tosar um grundlógina, hugsar hann sjálvandi um ta donsku, sum ongantíð er góðtikin av føroya fólki, men sum er lumpað og lirkað inn ígjøgnum bakdyrnar, fyri at brúka Edmundsa egnu orð. Annars so eru vit føroyingar heldur ongantíð slopnir at taka støðu til sokallaðu heimastýrislógina, sum í roynd og veru er, og alla tíðina hevur verið, eitt greitt brot á donsku grundlógina.
Hann tosar um demokrati og rættarsamfelag, men ongantíð hava vit sæð, at tað hevur verið tikið við, tá bæði danska grundlógin og heimastýrislógin vóru smoyktar oman yvir høvdi á føroyingum.
Edmund hevur eina serliga ærufrykt fyri dønum, sum er mest átøk religiøs. Til dømis fáa danir allan heiðurin av at hava tikið øll okkara lán á seg fyrst í 90-unum, men hann nevnir ongantíð, at føroyingar sjálvir hava goldið hesi lán niður við okursrentum til danir. Hann hálovar danskar bankapakkar, men gloymir at nevna, at tað er tann vanligi føroyingurin, sum má gjalda, við høgari rentu.
Føroyingurin er næstan ikki til í hansara hugaheimi. Tað síggja vit t.d. á danatingi, hvussu hann rennur og tænir sínum floksfeløgum har, eins og ein annar fýrføttur.
Vit, sum hava bíðað eftir loysingini í so nógv ár, vóna at hon ikki er so langt burtur. Kemur hon ikki inn ígjøgnum høvuðsdyrnar, ja so lat okkum heldur fáa hana inn ígjøgnum bakdyrnar.
kv@olivant.fo










