segði, at vit mugu gera okkum greitt, at samfelagið broytist við rúkandi ferð, og har vendist ikki aftur, antin vit vilja tað ella ei. Tí er tað góður eginleiki fyri ungan, einsvæl og eldri, at duga at [...] skerpikjøti ella rullupylsu. Meg minnist enn, hvussu myggjabitarnir stungu, Men minnini eru dýrabar. Eisini tá ið onkur eldri leitaði framvið, settist niður og fekk ein drekkamunn. Hesa árstíðina lógu [...] áður neyðugur til lívsins uppihald. Lívsvirðini lógu í hesum at fáa kunnleika frá abbanum ella ommuni, ella teimum eldru, sum høvdu lívsroyndirnar. Lurtaðu vit eftir teimum, so høvdu vit eisini møguleika
uttanlands, skjýtur formaður Javnaðarfloksins. Jørgen Niclasen ásannar, at tað hevur drigið út at fáa ferð á samfelagshjólini. Men hann tvíheldur um, at effektin skal nokk koma. Og skattareformurin var neyðugur: [...] kommunureforminum. Fleiri flokkar eru av tí greiðu fatan, at fólkaatkvøðan á Krossmessu í fjør amputeraði hesa ætlan. Einki natúrligt næsta stig tykist liggja fyri framman, eftir at fólkið segði eitt rungandi [...] Formaðurin í Fólkaflokkinum roknar við, at andstøðan verður tikin við aftur í arbeiðið um ein mánað ella so. Sambært Jørgen Niclasen og Johan Dahl verður ein fiskivinnunýskipan bæði løgd fram og eisini samtykt
sum hann átti fyrr, aftur. Hinvegin, so gjørdi Lars helst rætt í at skifta eitt sindur út, tí hesa ferð gekk orkan ikki undan. Alt í alt eitt gott avrik og vit kunnu illa forlanga meiri enn tað við fingið [...] Týskland kom upp 3-0, eftir at vit høvdu ein dreym um at fáa mál við støðuni 1-0. Høvdu vit so tapt 2-1, ella hildi tað niðri á 1-0, so hevði tað tikið seg ótrúliga væl út á øllum úrslitatænastunum kring heimin
Føroyingatíðindi í avgreiðslu. Til undirhald í felagnum skrivaði hon skemtileikin Jákup á Møn, sum fyrstu ferð varð spældur vikuna eftir páskir 1890. Hann var prentaður í Tingakrossi í 1903. Sum árini liðu vaks [...] fyri at vera eitt rættuligt konubrot. Í 1891 taka fýra fólk stig til at gera ein barnagarð í Havn ella “barnagoymslu”, sum tað varð kallað tá, “so at foreldrini ikki skullu bera ótta fyri børnunum, tá [...] gomul Susanna Katrina (1893-1949) gift við Herluf Lützen (1887-1934). Tað var bert Susanna, sum førdi hesa ættina víðari. Tey fingu tríggjar synir Jákup Hendrik, Sigurd Paula og Hannes. Bert Jákup Hendrik
Müller, kolonistjóra í Grønlandi at fíggja skipið Galway. Jens var við til at velja semingsmann fyrstu ferð eftir teirri lóg um seming frá 1928, sum enn er nærum óbroytt í gildi. Semingsmaður gjørdist Hans [...] segði Karen at vera eitt sera gott fólk. Høgni og Margretha hava eisini annars givið sítt íkast til hesa grein. Ein systir Karen var Sanna, kona Poul Kjelnæs. Børnini Karen og Jens fingu tvey børn. Tey vóru [...] Lava. Anna, kallað Didde, giftist niðri. Maðurin, átti Dyhre, fekk stutt eftir sklerosu og var meira ella minni óhjálpin. Tey fingu ein son. Men tá ið hann var vaksin, misti ættin sambandið við hann. So
við skipsfiskiskapi. Hetta kemur serliga til sjóndar í frásøgnini hjá Pløyen amtmanni frá síni ferð saman við nøkrum føroyingum til Hetlands í 1839. Tað var á hesi ferðini, at føroyingar lærdu at fiska [...] sum eisini hevði damm at føra livandi fisk. Teir plagdu regluliga at lata livandi fisk til Hull og/ella Grimsby um heystið. Fyri hendan fisk fingu teir munandi hægri prís enn fyri saltfisk. Eigari av skipinum [...] Sloan, sum jú kom til Føroyar eftir at hava virkað í Hetlandi. Tá ið John fortaldi sínum feløgum um hesa vitjan fingu hinir av manningini eisini áhuga, og John fór sjálvur við teimum út á kirkjugarðin. So
- Hesa seinastu tíðina útlendingar hava sæð Whale Wars Viking Shores á Animal Planet, hava vit fingið rættiliga nógvan teldupost frá fólki kring allan heim. Fleiri eru atfinningarsom, men tað eru eisini [...] num fyri ferðavinnuna av eini sending sum Whale Wars, er, at tað ikki beinleiðis eru amerikanarar ella fólk longri úti í heimi, sum eru tann ferðafólkamálbólkurin, vit fyrst og fremst skulu hava hendavegin [...] pengarnar hjá mær í Føroyum samanborið við aðrastaðni,” og júst tí skulu vit fáa tey at føla, at ein ferð til Føroya kann geva teimum upplivingar, sum tey ikki kunnu fáa aðrastaðni, greiðir Guðrið Højgaard
verður stór og at svarið verður greitt. - Tekur veljarin undir við kommunusamanlegging, fer tað at seta ferð á kommunusamanlegging kring landið. - Sigur veljarin hinvegin nei, vænti eg, at alt kjak um samanlegging [...] kommunurnar sjálvar, sum vilja hava hesi økini at umsita. - Antin verða kommunurnar lagdar saman, ella verða tær noyddar at samstarva. Og eftir mínum tykki verður eitt samstarv ímillum fleiri kommunur [...] skrivstovufólk ikki tald við. Tilsamans kostaði tað 14 milliónir at umsita kommunurnar í Suðuroy. - Fyri hesa upphæddina kundi suðuroyingar lønt einum felags kommunustýri við einum 11 limum og havt eina munadygga
rødd: »Closer.« Tá ið vit komu nærri, sóu vit ein hermann við byrsu og ásettari bajonett. Hann hugdi í hesa gomlu, slitnu, nógv brúktu svørtu taskuna, sum óivað hevði fylgt pápa mínum øll tey 49 árini, hann [...] Commander, og soleiðis fekk hann abbadóttrina innlagda á Field-hospital. Mær vitandi hendi tað bara eina ferð, at hervaldið setti hart móti hørðum. Tað var, tá ið ein stjóri sýtti fyri at leiga hervaldinum bygningin [...] Vágoyggin, við kodunavninum BURGLAR, (minnist meg rætt), skuldi »avmonterast,« og øll útgerð seljast ella flytast av landinum. Vit vóru nakrir, ið fóru til Vágarnar við Vesturleið eftir matvørum, konserves
árum av, so visti eg av umtalu hvør hann var, men kendi hann ikki og hevði ongantíð heilsað uppá hann ella sæð hann persónliga. Men hetta broyttist tá telefonin umleið kl.0600 á morgni hin 16.februar 1987 [...] seini. Klokkan var farin av 2300 um kvøldið, tá tað ringdi uppá hurðina í Skovbrynet 3 í Snogebæk. Hesa tíðina á døgninum ringir ikki uppá hurðina í Danmark, uttan so at okkurt álvarsamt er á vási. Tá eg [...] brattastu bylgjur, byrur og andróður skifta um høv, silvitnislogn eftir ódnarstorm fylgir; so er og ferð vár úr vøggu í grøv. Friður ei er í hesi verð; vónbrot og stríð okkum lívið títt ber. Hesi fáu orðini