Í bók síni Færøfolk umtalar presturin Børge Kielberg ein mann á Viðareiði, sum ber navnið Lyder Lydersen. Um hendan mannin skrivar fyrrverandi viðareiðisprestur m.a:
“Han var det største menneske jeg har mødt. Aldrig har jeg truffet et menneske, der i den grad kunne sætte hensynet til sig selv til side som han. Han var en kristen i så udpræget grad, som et menneske nu kan være det, det prægede hele hans liv og hans tale.”
Børge Kielberg var prestur á Viðareiði undir seinna heimsbardaga.
Í August mánað 2013 vóru vit nøkur sum fylgdu abbasoni fyrr umtalaða manni til hansara seinasta hvíldarstað á fold.
Krabbin sum var rikin av vølli nakrar ferðir hevði fingið fastatøkur á honum.
Vit sum høvdu leitað okkum í Sjóvar Kirkju henda vakra augustdag, hoyrdu Jógvan Fríðriksson biskup lýsa Lýður sum persón, og hvussu hann sum eitt snarljós á himli kom inn í hansara lív, við sjúkralegu Jógvans á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Við tað at eg kendi og kom saman við ættarfólki hjá Lýðuri heilt frá ungum árum av, so visti eg av umtalu hvør hann var, men kendi hann ikki og hevði ongantíð heilsað uppá hann ella sæð hann persónliga.
Men hetta broyttist tá telefonin umleið kl.0600 á morgni hin 16.februar 1987 ringdi niðri á Tværvej 6 í Løgstør.
Tá eg hevði givið til kennar hvør eg var og sagt góðan morgun, ljóðaði í hinum endanum “Lýður Lydersen góðan morgun”.
Skiftu orð eina løtu, meðan eg í spenningi bíðaði eftir hvørji ørindi hansara mundu vera eitt fyri meg so ókristiligt tíðspunkt á degnum.
Hann spurdi um eg hevði tað gott, og kundi eg játtandi svara honum at so var. Síðani vildi hann vita um tað var heilt vist. “Ja segði eg, tað er heilt vist”.
Síðani vildi hann hava at vita um eg skuldi nakað serstakt? Ikki visti eg meg at skula til nakað serstakari enn til eitt møti kvøldið eftir.
Eg var blivin forvitin og spurdi hví hann spurdi meg soleiðis? Jú, segði hann, eg havi ikki fingið frið á náttini, sum eg eri ámintur um at biðja fyri tær!
Eg má siga heilt ærligt, at eg ikki í stóran mun gav hesum gætur, fyrrenn eg um kvøldið fekk eina nærum eins ljóðandi heilsan frá eini konu sum var millum teirra sum kom í missiónshúsið har, tá gjørdist eg skakkur.
Tíðliga morgunin eftir, tá eg stúrin og í alvorligari pínu lá og ringdi meg saman á stovugólvinum, kom hetta til mín: í gjár tá vóru fólk longu ámynt um at biðja fyri tær, og tað var sum at ein friður legðist yvir stúranina og pínuna, løtuna sum var eftir til læknin stóð uppiyvir mær.
Eftir hetta serstaka og sjáldsama upplivilsi blivu vit vinir. Duttu ikki um beinini hjá hvørjumøðrum, men vistu altíð av hvørjumøðrum.
Tíðin sum trúboðari í norðurjútlandi var av, og vit fóru eitt legg yvir til Bornholm. Uttan at koma inn á smálutir, so gekkst ikki alt so sum stungið var út í kortið.
Men alt annað líka, so sótu konan og eg í hjørnasofuni í nýleigaðum húsum eitt fríggjakvøld á sumri 1989 og lagið var alt annað enn gott.
Matartuggan var ikki í húsinum. (ein ásettur pakki av kaffi, var tað einasta sum bær brá av mati) Tvær smágentur áttu vit og triðja barnið var hálvanannan mánað frá føðing.
Tá smápenganir vóru taldir saman fingu vit tað til, at vit høvdu 52,00 krónur at liva av, til vit kundu koma á tal við ein sosialráðgeva mánadagin, altso tríggjar dagar seini.
Klokkan var farin av 2300 um kvøldið, tá tað ringdi uppá hurðina í Skovbrynet 3 í Snogebæk.
Hesa tíðina á døgninum ringir ikki uppá hurðina í Danmark, uttan so at okkurt álvarsamt er á vási.
Tá eg gloppaði hurðina stóð Lýður Lydersen og konan uttanfyri. Bilsin sum eg var spurdi eg “ Hvat í Jesu navni gera tit her”?
“Ja eg spyrji teg tað sama” kom tað burturúr honum.
Eg bjóðaði teimum inn og sótu vit í hjørnasofuni og skiftu orð um ymiskt. Hann greiddi mær frá, at tey fyri langari tíð síðani høvdu avgjørt at halda hansara fimti ára føðingardag á Bornholm, og at tað var í tí sambandi at tey vóru stødd har júst nú.
Eg spurdi so “Tit drekka væl ein kaffimunn áðrenn tit fara avstað aftur?”
Ja segði Lýður, “men tú eigur einki afturvið”!
Nei segði eg, tað hevur tú rætt í – “ikki eingong ein sukurmola” helt hann áfram.
Avklæddur og eitt sindur foyður má eg siga, og tað var sum at eg skalv í grundvøllinum av hesi hending.
Síðani segði hann við meg: “Mánadagin so fer tú sum maskinmaður við Ørvi”, so tók hann niður í skjúrtulumman, kom uppaftur við 3000,00kr sum hann rætti konu míni, við orðunum “hetta skal tú hava at halda hús fyri til maðurin kemur aftur”.
Eg veit at omanfyristandandi bert er eitt brot úr lívi Lýðurs og at tað er rætt sum biskupur so væl segði, at tað ikki bara var væl vallað á lívsleið Lýðurs.
Hugsi at fyrsti sálmurin sum sungin bleiv í kirkjuni hendan dagin var so væl valdur, at hann kundi gott verið yrktur um Lýður og hansara lívsleið.
Fyrsta versið ljóðar soleiðis:
Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur,
byrur og andróður skifta um høv,
silvitnislogn eftir ódnarstorm fylgir;
so er og ferð vár úr vøggu í grøv.
Friður ei er
í hesi verð;
vónbrot og stríð okkum lívið títt ber.
Hesi fáu orðini eru ikki skriva sum eitt søguligt íkast, men fyri at vísa at maðurin Lýður Lydersen hoyrdi til spesialtroppanar hjá himmalska faðir okkara.
Og tí er síðsta versið í sálminum “Slættasti sjógvur” eins væl passandi sum tað fyrsta, til jarðarferðina hjá Lýður Lydersen.
Frelsari kæri, tá tú við mær fylgir,
frøist eg tvífalt um blikastill høv,
ræðist eg aldri tær brótandi bylgjur,
óttist enn ei fyri kaldari grøv.
Haldi eg stavn
fram í títt navn,
væl tú meg førir í himmalsins havn.
Friður verið við minninum um vin mín Lýður Lydersen.
---
SPG.