Skattareformur, kommunureformur, eldrareformur, pensjónsreformur, heilsureformur, fiskivinnureformur.
Ætlanirnar vóru stórar, tá formenninir Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum settu sínar undirskriftir á samgonguskjalið, 14. november 2011. Leygarkvøldið á Fólkafundinum gjørdu teir sjey flokkarnir status, nú valskeiðið er at kalla hálvrunnið.
Fyrsti reformurin varð gjøgnumførdur eftir bara fáum vikum, og flatskatturin og forskatting av pensjónum kom í gildi 1. januar 2012. Jørgen Niclasen er avgjørdur, tá hann svarar spurninginum, hvørt hann er nøgdur við skattaroformin.
- Ja, ljóðar stutta og avgjørda svarið frá landstýrismanninum í fíggjarmálum.
Millum teir mest atfinningarsomu móti førda fíggjarpolitikkinum er Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum.
- Inntøkurnar hjá landskassanum svíkja og undirskotið veksur, bæði í fjør, í ár og væntandi aftur næsta ár, sigur Aksel V. Johannesen, sum framvegis skýrir flatskattin at raka sosialt skeivt:
- Tú byggir einki land við at tey múgvandi fáa betur ráð til at keypa nýggjan bil og ferðast oftari uttanlands, skjýtur formaður Javnaðarfloksins.
Jørgen Niclasen ásannar, at tað hevur drigið út at fáa ferð á samfelagshjólini. Men hann tvíheldur um, at effektin skal nokk koma. Og skattareformurin var neyðugur:
- Inntøkuskatturin var alt ov høgur. Og hóast flatskattin hava vit framvegis ov høgan inntøkuskatt, sigur Jørgen Niclasen, sum tí longu fyrireikar ein nýggjan skattareform.
Hóast lítið higartil hevur verið at frætta úr sonevnda ”hugskotskataloginum”, sum arbeitt verður við í Fíggjarmálaráðnum í hesum døgum, so geva bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin greitt til kennar, at ætlanin er at snara skattapolitikkinum burtur frá traditionella, norðurlendska vælferðarmodellinum.
- Tað er neyðugt at lækka inntøkuskattin og í staðin krevja pengarnar inn við brúkaragjøldum av ymiskum slag, sigur Johan Dahl, næstformaður í Sambandsflokkinum, sum umboðaði flokkin á kjakfundinum leygarkvøldið.
Ein kós, sum sjónliga ikki hóvar Karsteni Hansen, ið umboðaði Miðflokkin á fundinum.
- Nei, tað dámar mær sera lítið. Tí her vera samfelagsbólkar, sum koma at detta niðurímillum, tí tey hava ikki ráð at gjalda hesi brúkaragjøldini til tænastur, sum okkara vælferðarsamfelag í dag veitir øllum borgarum, sigur Karsten Hansen.
Samgongan stendur rættuliga einsamøll við sínum skattareformi. Bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ynskja at broyta flatskattin, umframt at flokkarnir siga seg fara at kanna møguleikan fyri at steðga forskattingini av pensjónum, sleppa teir til valdið aftur.
- Eg veit ikki, um tað ber til, men vit fara so at kanna tað. Tí forskattingin stjelur inntøku frá komandi ættarliðum, sigur Sirið Stenberg, næstforkvinna í Tjóðveldi, sum umboðaði flokkin leygarkvøldið.
Naggatódn
Meðan tað gekk skjótt við skattareforminum, so dregur út við kommunureforminum. Fleiri flokkar eru av tí greiðu fatan, at fólkaatkvøðan á Krossmessu í fjør amputeraði hesa ætlan. Einki natúrligt næsta stig tykist liggja fyri framman, eftir at fólkið segði eitt rungandi nei, 3. mai í fjør.
- Tá tú ert valdur at taka ábyrgd, so nyttar ikki at blaka ábyrgdina frá tær, sigur Karsten Hansen við greiðari adressu til fólkaatkvøðuna.
Kári P. Højgaard, ið sum landsstýrismaður hevði ábyrgd av fólkaatkvøðuni, er somuleiðis skeptiskur ídag:
- Nei, eg trúgvi at tað verður sera trupult at gera nakað nú. Fólkið hevur talað, sigur Kári P. Højgaard.
Sámal Petur í Grund, ið umboðaði Framsókn leygarkvøldið, tvinnaði kommunureformin og eldrareformin saman:
- Størri, kommunalar eindir eru væl ein fortreyt fyri at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita. Og tí hevur strandaði kommunureformurin reelt beint fyri eldrareforminum, sigur Sámal Petur í Grund.
Herfyri boðaði landsstýriskvinnan í almannamálum frá, at eldraøkið kortini ikki verður lagt út til kommunurnar 1. januar 2014, soleiðis sum samgonguskjalið sigur og samgongan annars higartil hevur tvíhildið um. Ætlanin er útsett eitt ár.
- Vit hava valt at brúka eitt sindur meira av tíð. Men vit eru í einum góðum dialogi við kommunurnar og skulu nokk koma á mál, sigur Jørgen Niclasen.
Andstøðan sigur seg tó hava trupult við at trúgva hesum:
- Her er ein lang røð av ógreiðum viðurskiftum, alt frá fígging til setanarviðurskifti hjá teimum einstøku starvsfólkunum, sigur Sirið Stenberg.
Samgonguskjalið leggur upp til, at fólkaskúlin skal leggjast út til kommunurnar at umsita, aftaná eldraøkið. Dato er tó ongantíð settur á, nær tað verður. Nú valskeiðið er hálvrunnið og tað dregur út við eldrareforminum, hongur fólkaskúlareformurin í klønum tráð.
- Nei, tað er ikki sannlíkt, at fólkaskúlin verður lagdur út til kommunurnar í hesum valskeiðnum, sigur Johan Dahl, næstformaður í Sambandsflokkinum, sum við Bjørn Kalsø í Mentamálaráðnum hevur ábyrgd av økinum.
Fiskivinnan
Í mai í fjør boðaði Jacob Vestergaard frá, at arbeiðið við eini fiskivinnunýskipan nú fór ígongd. Sambært tíðarætlanini hjá landsstýrismanninum skuldu lógaruppskotini í løgtingið áðrenn síðsta framløgudag í ólavsøkutingsetuni, tað vil siga fyrst í mars mánaða í ár. Men tað hendi sum kunnugt ikki, reformurin kom ongantíð, hóast landsstýrismaðurin hevði eitt lógaruppskot klárt.
- Sambandsflokkurin trýsti á bremsuna, tí vit vóru ikki nøgd við uppskotið. Har manglaði at fáa greiðu á eini røð av spurningum og viðurskiftum, sigur Johan Dahl.
Eisini Miðflokkurin var við til at bremsa landsstýrismanninum.
- Vit kundu ikki taka undir við pørtum av uppskotinum. Og tað gevur onga meining fyri ein landsstýrismann at bera uppskot í tingið, sum hann ikki hevur fullan stuðul fyri í samgonguni, sigur Karsten Hansen.
Andstøðan eftirlýsir framvegis og áhaldandi at sleppa upp í part at gera eina fiskivinnunýskapan. Politiski fylgibólkurin við umboðum úr øllum flokkum, sum varð knýttur at arbeiðinum, er steðgaður upp.
- Fylgibólkurin hevur ikki havt nakran fund í eitt hálvt ár. Og nú eitt nýtt uppskot eftir øllum at døma er sent út til hoyringar, velur landsstýrismaðurin bara at senda tað út til samgonguflokkarnar. Einki tíðir uppá, at man ynskir at fáa andstøðuna við eisini, sigur Aksel V. Johannesen avgjørdur.
Jørgen Niclasen gevur greitt til kennar, at samgongan fyrst má finna felags stev, áðrenn andstøðan kemur upp í part:
- Tað gevur onga meining at leggja eitt uppskot á borðið fyri allar flokkar, sum sjálvt samgongan ikki er samd um. Tað er deyðadømt frammanundan. Samgongan má fyrst finna eina semju, og so verður andstøðan tikin við, sigur Jørgen Niclasen.
Formaðurin í Fólkaflokkinum roknar við, at andstøðan verður tikin við aftur í arbeiðið um ein mánað ella so.
Sambært Jørgen Niclasen og Johan Dahl verður ein fiskivinnunýskipan bæði løgd fram og eisini samtykt í løgtinginum í hesari tingsetuni, tað vil siga áðrenn løgtingið fer til hús móti sumri næsta ár.