Tað er kent, at hetlendingar vóru nógv fremri enn føroyingar við skipsfiskiskapi. Hetta kemur serliga til sjóndar í frásøgnini hjá Pløyen amtmanni frá síni ferð saman við nøkrum føroyingum til Hetlands í 1839. Tað var á hesi ferðini, at føroyingar lærdu at fiska við línu.
Longu tá høvdu hetlendingar ein stóran sluppflota, sum eisini fiskaði undir Føroyum.
Tá ið William Sloan kom til Føroyar í 1865 visti hann um, at 700 fiskimenn úr Hetlandi royndu undir Føroyum mest sum alt summarið.
Hetta setti so eisini sítt merki á lívið í Føroyum og eisini í Havn. Eitt áhugavert dømi um hetta er tað, sum Jens Pauli av Reyni skrivar í bóklinginum Havnin um aldamóti:
Í seinna parti av 1880-árunum og í 1890 árunum var ofta lív í gøtunum, tá ið hetlendingar vóru her. Teir plagdu at koma inn at keypa brennivín, og ofta vóru nógv skip inni í senn, upp til 50-60 sluppir. (Tað vóru um 15 mans við hvørjari, so talan hevur verið nærum 1.000 mans, sum hava fylt væl upp í gøtunum í Havn við sínum minni enn 2.000 íbúgvarum.) Teir stóðu í krambúðunum og drukku, og mangan endaði dagurin í heitum bardaga, ofta millum teir sjálvar. Men tað hendi eisini, at havnarmenn vóru uppi í dystunum, og tað var ikki sjáldan, at politistarnir máttu skilja sundur og fáa hetlendingar umborð aftur.
Gamlir menn hava ofta tikið til Ábram. Kom hann upp í slíkar bardagar, so var tað skjótt, at hann albogaði seg ígjøgnum fjøldina, og so títt og knapt hetlendingarnir sóu Ábram, so vistu teir, at annað var ikki fyri enn at sleppa sær avstað og umborð sum skjótast. Tað hendi seg eisini, at teir vórðu koyrdir í skansan.
Sagt verður eisini, at smugling av rúsdrekka, keypt í Føroyum, var ein týðandi hjávinna hjá hesum fiskimonnum. Rúsdrekka hevur eftir øllum at døma verið bíligari í Føroyum enn í Hetlandi og tí bar til at fáa ein lættan vinning.
Søgan um tveir gravsteinar
Tað eru tvær gravir við hetlendingum heilt frá 1800 talinum í gamla kirkjugarðinum. Steinarnir er tískil meira enn 100 ára gamlir. Hóast hetta sæst innskriftin sera væl, og teir hava eisini hvør sina søgu.
Hesar søgur hava vit fingið frá John Goodlad, sum er ein tann fremsti føroyavinur í Hetlandi. Hann var eisini skrivari í hetlendska fiskimannafelagnum í mong ár.
Tann eldra av hesum gravum er sett yvir Andrew Laurenson frá Burra Isle í Hetlandi.
Andrew doyði umborð á sluppini Danish Rose úr Lerwick tann 11. juni 1874. Hann gjørdist 30 ára gamal. Steinurin var settur av manning og eigara.
John greiðir frá: Danish Rose var 70 føtur long og var 56 tons. Hon var bygd í Hull í Onglandi í 1863 og tykist at hava verið keypt í 1864 til Shetlands av John Harrison, handilsmanni í Lerwick.
Hon fiskaði inntil 1890 og var ein “typisk” hetlendsk slupp, sum fiskaði undir Føroyum, Rockall og stundum Íslandi.
Deyðin hjá Andrew Laureenson er skrásettur í Lerwick 13. June 1874 av skiparanum, tá ið teir komu aftur úr Føroyum. Deyðsorsøkin tykist at vera nakað ógreið. Tað sær tó út til, at maðurin hevur fingið ov nógv av tí váta slagnum. Men um talan hevur verið um eina vanlukku er ikki skrásett. Spurningurin er so hví teir ikki hava tikið líkið við til Hetlands, tá teir kortini fóru heim.
Eftur Andrew sat einkja og tveir synir. Annar av hesum synum gekk seinni burtur á sjónum.
Hin sonurin, sum tá var giftur, flutti seinni til Australia saman við mammuni.
Tey komu ongantíð aftur til Hetlands. Fyri tveimum árum síðan vóru teirra eftirkomarar tó í Hetlandi. Tá vitjaðu tey eisini Burra Isle, har tey hittu ættarfólk.
Skiparin kom eisini frá Burra. Han æt John Inkster og var ein av teimum best kendu hetlendsku skiparunum.
Beint mótsett øðrum skiparaum slepti hann ikki toskafiskarínum fyri ta stóru sildaveiðuna, sum kom í hæddina í 1880-unum. Hann helt áfram við sluppveiðuni, til hann doyði.
John Inkster gjørdist gamal maður og gjørdist eisini blindur. Hóast hetta rakaði hann sær hvønn dag frammanfyri speglið, hóast hann ikki kundi síggja nakað.
Hin gravsteinurin er settur yvir James Coutts úr Walls í Hetlandi. Hann var skipari á sluppini Violet úr Scalloway. James er so deyður 26. August 1896. Hann gjørdist 44 ár.
Innskriftin niðast á gravsteininum merkir nakað so: "Inntil dagur kemur og skýggini reka burtur."
John Goodlad sigur, at James Coutts er uttan iva deyður undir Íslandi. Hann er so jarðaður í Havn. Hann metir, at ætlanin hevur verið at taka líkið við til Hetlands, men teir hava helst verið forðaðir av veðri.
Violet var ein hampiliga stór slupp, sum eisini hevði damm at føra livandi fisk. Teir plagdu regluliga at lata livandi fisk til Hull og/ella Grimsby um heystið. Fyri hendan fisk fingu teir munandi hægri prís enn fyri saltfisk.
Eigari av skipinum var Nicolson & company í Scalloway.
Hesir báðir fiskimenn tykjast at vera einastu hetlendingar, sum eru jarðaðir í hesum kirkjugarðinum. Tað kann verða nevnt, at tað eru eisini fleiri gravir í gamla kirkjugarði hjá fiskimonnum úr Grimsby. Hesar eru tó seinni í tíðini. Helst hava hesir verið trolaramenn. Fleiri av hesum gravum hava eisini stein.
Vitjaðu gravirnar hjá landsmonnum
Herfyri var søguligi hetlendski sildabáturin Swan á vitjan í Føroyum. Tá var eitt gylt høvi at fara við John saman við Culam, sum er systirsonur konu hansara, á kirkjugarðin at vitja hesar gravir. Her er annars eisini ein onnur grøv, sum hevur samband við Hetland, og tað er tann hjá William Sloan, sum jú kom til Føroyar eftir at hava virkað í Hetlandi.
Tá ið John fortaldi sínum feløgum um hesa vitjan fingu hinir av manningini eisini áhuga, og John fór sjálvur við teimum út á kirkjugarðin. So hetta vísti seg at hava stóran áhuga. Tískil kunnu hesir gravsteinar sigast at vera enn ein ímynd av aldargamla sambandinum, sum hevur verið millum Føroyar og Hetland.