minnist, seldu tey ikki nógva mjólk. Mjólkin fór fyri tað mesta til húsið og til familjuna, og so kundi onkur fáa burturav. - Mjólk kanst tú brúka til alt, og eg plagdi eisini at geva hundinum og kettuni av mjólkini [...] Spældi nøkur løg Lagið var gott, og Petra Joensen var blíð við fremmandu gestirnar, sum høvdu ringt til hennara bert nakrar fáar minuttir frammanundan. Vit høvdu ikki verið leingi á gátt, áðrenn hon fór [...] nøkrum árum síðan fekk hon eisini krabbasjúku at dragast við, sum vit í stuttum fara at venda aftur til. - Tað eru nøkur ár síðan, at mamma og pápi doyðu. Mamman gjørdist 92 og pápin 89, og tey doyðu bæði
Miðvágur og Hans Petur Tjørnudal, Signabøur. Døgurði verður fyri innbodnum á Hotel Vágum. Vælkomst til kaffi verður í Filadelfia Vágar í Miðvági kl. 20.00 Øll eru hjartaliga vælkomin:):) 2. februar giftast [...] verður í HB-húsinum kl. 19. Tað hevði glett okkum um tú/tit, høvdu vilja hildið dagin saman við okkum. Ring á tlf. 319072 / 264854 (Sámal) ella 263816 (Henrietta) í seinasta lagi 23. februar. 15. mars kl. 15
fangar í endurminningarbrotum hvussu tað er at vera 12-14 ár, smæðin, har alt er flovesligt og hvussu ringt alt er, ella var. Mangan er bókin djúpt rørandi, hann minnist hvørja rørslu, hvørja kenslu og skapar [...] Einar Már Gudmundsson kom út 25. august á forlaginum Vindrose. Upprunatitulin er »Bítlaávarpið«. Týtt til danskt hevur Erik Skyum-Nielsen. Bókin er 236 síður og kostar 279 kr.
umstøðum. Eina uppgerð yvir búpláss havi eg fingið til vega við at ringja til øll heimini, sum taka sær av teimum eldru, eisini hvussu nógv standa á bíðilista til at koma inn á hesi heim. Aftaná skal ein meting [...] hjálpa so til, har tað krevst. Ábøtur í heiminum eru ofta neyðugar, og kann hjálp fáast til hetta eftir umsókn. Somuleiðis er eisini ofta brúk fyri hjálpartólum, sum Hjálpartólamiðstøðin kann skaffa til vega [...] eru pøst og overvaði, tí ov knøpp tíð er avsett til hvønn einstakan, um alt skal náast. Tað er lætt at ávísa, at alt ov lítið av peningi er avsett til at veita ta mest neyðugu hjálpina í heiminum, tí
vit skulu vera um hana 5. til 10. hvørt minutt, men tað hava vit ikki manning til. Tey siga eisini at, at vit skulu vera meira kontant við hana, men tað hava vit ikki hjarta til, tí vit eru góð við hana [...] mugu matast og hava hjálp til persónliga reingerð og røkt, sum tey leggja stóran dent á. Her eru minnisveik fólk, sum ikki kenna tíð og stað. Sum viðhvørt hava hug at taka til rýmingar gjøgnum vindeyguni [...] hondini og bíta frá sær í maktarloysi. Á einum stiga frá 0 til 20, har 0 eru búfólk, ið eru púra óhjálpin, er røktartygdin í Miðstovu máld til 4,2 í meðal. Tey flestu mugu hava hjálp við tí mesta, og tí
blaðið hevði ráð til tess, minnist Johnsigurd. Hann sigur seg vera bergtiknan av tí stóru teknisku menningini á bløðunum, og at tað ber til at gera so tekniskt framkomin bløð í dag í mun til fyri bert 20-30 [...] altíð at fara niður aftur, men tað gjørdist ongantíð til nakað. So Johnsigurd vendi nøsini heim aftur til Føroya og aftur á Sosialin, har hann starvaðist til í januar 1977. Tá fór hann á Dagblaðið at arbeiða [...] 1973 gekk leiðin so til Århus á Danmarks Journalistháskúla. Tá var hann 17 ára gamal. - Eg haldi, at eg var har í eini átta mánaðir. Eg gavst, tí eg helt, at eg var ov ungur í mun til hini sum vóru har.
bara seta meg til sættis við, at tað frá mánadegnum av ivaleyst verður til onkran rennitúr á asfaltinum í Esbjerg ella okkurt líknandi, sigur René. Málið er at undirvísa Høvuðsorsøkin, til at René fer úr [...] Mær hevur altíð dámað væl at spælt harmoniku, men havi ongantíð veruliga havt tíð til at venja. Tá eg so bleiv mæltur til at fara á Syddansk Musikkonservatorium, helt eg, at hetta var ein møguleiki, ið eg [...] kunna undirvísa í harmoniku, sigur René, ið var til upptøkuroynd á Syddansk Musikkonservatorium í januar mánaði í ár. Ein roynd, sum hann fyrireikaði seg væl til. - Størsta partin av jólaferiuni sat eg í einum
svarar fyrsta árið til 1 arbeiðsviku hjá 1 ráðgeva / viðgera. Við teimum umleið 50 brúkarunum, ið vit hava í viðgerð, svarar tað til 50 fullar arbeiðsvikur, ella meira enn 1 ársverk bara til grundleggjandi [...] ósek líða óneyðugt í traumatisku støðuni KRIS manglar pengar til at løna fólki, til at gjalda ráðgevunum fyri mistar arbeiðsinntøkur og til at víðariútbúgva ráðgevar og brúkarar, ið vilja átaka sær uppgávuna [...] nakar verið við til at seta kynsligan ágang í brennidepilin, eins og vit í ovur-stóran mun hava hjálpt mongum av teimum, ið hava veri fyri hesum herviliga órætti. Bara frá 25. september og til 14. november
kunna sleppa til ein evropeiskan samferðslumiðdepil, altso eina altjóða lufthavn, haðani til ber at flúgva til allan heimin. Tann mest upplagdi ferðslumiðdepili hjá okkum at flúgva til er sjálvsagt [...] Skaale. At fáa tað at bera til fíggjarliga at flúgva til onnur ferðamál, er sjálvsagt eisini eitt mál, heldur hann, men um hetta skal fíggjast við stórum yvirprísum á rutuni til Keypmannahavnar, er betri [...] vera. – Vit kunnu aldrin flúgva til hvønn krók á klótuni úr Føroyum. Júst tí má fremsta málið vera, at fólk ofta og bíliga sleppa til eitt stað, haðani samband so er til hvønn krók á klótuni. Um aðrar
at møguleikin fyri at finna nakað, sum ger positivan mun, er til steðar. Tann váðin er so lágur, sum man kann gera hann. So tað er ein váði til steðar, har man kann missa allar pengarnar, men vit gera okkara [...] uppaftur fleiri. Tað hevur man pláss til úti í verðini. Haldi at føroyingar hava lært nokk so fitt í oljuverðini nú, sum kann brúkast uttanlanda og sum hevur verið til hjálp í føroyska samfelagnum uppá ymsar [...] fyri tí. Men tað er ringt at spáa um tað. Væntandi verður Føroyaøkið meira áhugavert og dragandi fyri oljufeløg í framtíðini, og tí krevur tað ikki, at ?føroysk? oljufeløg eru til yvirhøvur, av tí at framtíðin