Hetta er leikluturin hjá Tom Hagen

Tað er eitt ár í dag, síðan Tom Hagen varð skuldsettur fyri dráp, men enn er miljarderurin ikki ákærdur. Í nýggjari bók eru upplýsingar um møguliga leiklutin hjá skuldsetta.

 

 

Hjúnini, Anne-Elisabeth og miljarderurin, Tom Hagen, høvdu verið gift í 49 ár, tá konan sporleyst hvarv. Hálvt annað ár seinni - ella hin 28. apríl í fjør - sum er fyri júst einum ári síðan, varð maður hennara handtikin og skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni. Nú vísa nýggir upplýsingar, hvør leikluturin hjá Tom Hagen sambært løgregluni var henda dagin, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

Tíðliga á morgni fyri einum ári síðan, tá hann var á veg til arbeiðis, varð Tom Hagen handtikin á opnari gøtu í Lørenskog, og tað var servanda Delta-liðið hjá norsku løgregluni, sum handtók mannin. Norska løgreglan heldur, at tað er Tom Hagen, sum hevur villleitt løgregluna og hevur viljað havt løgregluna at halda, at konan er rænd við kravi um loysigjald. Sjálvur sigur miljarderurin, at hann ongan leiklut hevur í, at konan er horvin, og hann noktar seg sekan í øllum skuldsetingum.

Nú eru nýggir upplýsingar komnir fram í bókini “Lørenskog-mysteriet”, sum tv2-journalistarnir í Noregi, Magnus Braaten og Kenneth Fossheim, hava skrivað. Her verður nevniliga skrivað um, hvønn leiklut løgreglan metir, at Tom Hagen hevði feigdardagin, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv. Í bókini framgongur eitt nú, at løgreglan heldur tað vera sannlíkt, at Tom Hagen hevur hjálpt til við vasking og rudding í heiminum, áðrenn hann ringdi til løgregluna og boðaði frá, at kona hansara var horvin.

Seinasta lívstekin til Anne-Elisabeth Hagen var ein telefonsamrøða við sonin klokkan 09.14 um morgunin hin 31. oktober í 2018. Vakmyndaupptøkur vísa, at um somu tíð, sum hon snakkar í telefon, parkerar Tom Hagen í bili sínum við arbeiðsplássið, sum liggur nakrar fáar kilometrar burtur. Hetta er seinastu ferð, at nakar hoyrir frá Anne-Elisabeth Hagen. Løgreglan heldur, at tað er í løtuni millum klokkan 09.16 og 10.15, at ein ella fleiri brotsmenn taka seg inn í heimið hjá ríkmanshjúnunum við Sloraveien 4 og taka Anne-Elisabeth Hagen. Í fleiri mánaðir kannaði løgreglan málið sum eitt mál um rán av einum menniskja, har ránararnir kravdu loysigjald frá miljarderinum fyri at lata Anne-Elisabeth Hagen leysa aftur.

Kravið var níggju miljónir evrur.

Men, í juni mánaði í 2019 - ella átta mánaðir eftir brotsgerðina - broytti løgreglan sítt ástøðið og segði, at hin tá 68 ára gamla helst er dripin. Í dag - hin 28. apríl - er júst eitt ár liðið, síðan Tom Hagen varð handtikin og skuldsettur. Men, miljarderurin noktar seg sekan og sigur, at hann var til arbeiðis, tá hendingini sambært løgregluni er farin fram. 

Norska løgreglan hevur brúkt nógv tíð til at kanna, hvat Tom Hagen tók sær fyri henda dagin, tá kona hansara hvarv. Løgreglan heldur sambært tv2.no, at tað eru fleiri prógv, sum benda á, at miljarderurin var til arbeiðis, tá kona hansara hvarv. Kortini heldur løgreglan, at miljarderurin er partur av kriminellu brotsgerðini, sum hevur fingið so nógva umrøðu í Noregi og víða um heim.

Í bókini “Lørenskog-mysteriet”, sum Gyldendal forlagið gevur út í mai, koma nógvir ymiskir upplýsingar fram um, hvat løgreglan heldur, at Tom Hagen hevur gjørt. Í bókini verður sambært tv2.no ført fram, at tá løgreglan í fjør summar vildi hava rættarskipanina at geva teimum loyvi at rannsaka smátturnar hjá Tom og Anne-Elisabeth Hagen, helt løgreglan tað vera sannlíkt, at leikluturin hjá Tom Hagen mest hugsandi hevur verið at bílagt drápið av konu síni.

Løgreglan heldur tað sambært bókini vera hugsandi, at ein ella fleiri persónar hava framt brotsgerðina eftir boðum frá Tom Hagen, meðan hann var til arbeiðis. Men, løgreglan heldur eisini, at Tom Hagen hevði ein leiklut á sjálvum degnum, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv. Í bókini verður sagt, at løgreglan heldur orsøk vera til at halda, at Tom Hagen hevur hjálpt til við at vaska, rudda upp og rigga ástaðin - ella staðið, har brotsverkið er framt - til, eftir at hann kom heim úr arbeiði.

Tað var nevniliga um 13.30-tíðina henda dagin, at Tom Hagen koyrdi av arbeiðsplássi sínum og heim, eftir at hann fleiri ferðir hevði ringt til konu sína uttan, at hon hevði tikið telefonina. Sjálvur hevur miljarderurin sagt, at hann beinanvegin um morgunin ringdi til konu sína, tí tey skuldu gera onkrar avtalur í samband við ein møguligan smáttutúr. Síðan ringdi hann fleiri ferðir til hennara, men hon tók ikki telefonina.

Tom Hagen hevur fortalt løgregluni, at tá hann kom heim henda dagin, fann hann eitt bræv á einum reyðum stóli í durinum. Í brævinum stóð, at kona hansara var rænd, og at hann tískil mátti rinda loysigjald í kryptovaluta’ini monero fyri at fáa konuna aftur. Klokkan 14.08, sum er umleið ein hálvan tíma eftir, at Tom Hagen kom heim, ringdi hann til løgregluna og fortaldi um hóttanarbrævið, og at kona hansara var burtur.

##med2##

TV2.no hevur vent sær til verjan hjá Tom Hagen, Svein Holden og spurt hann, hvat hann sigur um nýggju upplýsingarnar um leiklutin hjá Tom Hagen, sum koma fram í bókini. - Eftir mínum tykki er ikki eitt vet av prógvum í dokumentunum hjá løgregluni um, at Tom Hagen hevur havt nakran leiklut sum vasking, rudding ella tilrigging av brotstaðnum, sigur verjin við Tv2.no. 

Verjin heldur, at eftir hansara tykki eru eingi prógv um, at Tom Hagen hevur gjørt nakað sum helst heima við hús, tá hann kom heim úr arbeiði henda dagin. Svein Holden leggur dent á, at miljarderurin alla tíðina hevur noktað seg sekan og hevur víst á, at hann var til arbeiðis í tíðarskeiðnum, tá løgreglan metir, at kona hansara hvarv. - Hann hevur soleiðis ongan leiklut í málinum uttan at vera vitni, sigur verjin.

Løgregluadvokaturin, Gjermund Hanssen, segði við tv2.no í mars, at løgreglan hevur brúkt nógva tíð í royndini at finna út av, hvør eftir teirra tykki kann hava hjálpt Tom Hagen við brotsgerðini, meðan hann var til arbeiðis. - Hetta er sjálvandi ein náttúrligur spurningur í kanningararbeiðnum, segði løgregluadvokaturin - uttan tó at siga nakað ítøkiligt um hetta.

Norska løgreglan hevur eisini ein mann í 30-árunum skuldsettan í málinum, og hesin hevur verið róptur “kryptomaðurin”, men hann noktar seg sekan og sigur seg einki hava við málið at gera. - Maðurin er eins týðuligur í dag, sum hann var, tá hann fyrstu ferð varð avhoyrdur, og hann sigur seg einki hava við málið at gera, segði verji hansara, Dag Svensson, við tv2.no fyrr í hesum mánaðinum. 

Tom Hagen hevur nú verið skuldsettur fyri dráp í eitt heilt ár, men enn hevur løgreglan onga ákæru reist móti miljarderinum, og løgreglan hevur sagt, at tey ikki verða liðug við kanningararbeiðið fyrr enn um nakrar mánaðir. Sambært tv2.no vantar løgregluni framvegis svar upp á fleiri viðkomandi spurningar í málinum. Tað er framvegis ógreitt, hvør skrivaði hóttanarbrævið, sum Tom Hagen fann í gongini, og tað er framvegis ógreitt, hvør stóð aftan fyri kryptosamskiftið í málinum.

Løgreglan hevur eisini brúkt nógv orku í royndini at finna út av, hvør koyrdi ein bil feigdarmorgunin klokkan 08.56 beint við húsini hjá Hagen-hjúnunum - stutt, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen hvarv. Eftir tí, sum miðlarnir skilja, eru framvegis nógvir leysir endar í Hagen-málinum, og í løtuni veit eingin, hvørja lagnu hetta mál fer at fáa. Tó at hann er skuldsettur, hevur løgreglan enn ikki megnað at varðhaldsfongsla miljarderin, sum soleiðis býr í egnum heimi við Sloraveien 4.

Tá hann varð handtikin og skuldsettur fyri einum ári síðan, sat hann í nakrar dagar í geglinum, men lagmansrætturin í Noregi metti ikki, at løgreglan hevði nóg góð prógv ímóti manninum, og tískil varð hann leyslatin aftur. Í nakrar mánaðir í fjør summar legði løgreglan eisini hald á húsini hjá honum, men tá tey høvdu havt húsini í sínari varðveitslu í rúma tíð, metti rætturin, at nú mátti Tom Hagen sleppa heim aftur til sín sjálvs.

##med3##