luttakarum er avmarkað og FUT hevur millum annað hugt eftir, hvar bólkar endaðu í Prix Føroyar kappingini og hvussu teimum sum heild eydnast at draga fólk, tá teir fara á pall. Til ung og tilkomin Tað er vorðin [...] bólkarnar, men eisini at hoyra okkurt, ið hevur verið sæð og hoyrt av og á seinastu 25 árini. Ólavur Presley Úr Klaksvík koma nevniliga Ólavur Klakk Presley og hansara Dirthy Rag Rags, ið eisini eru kendir menn [...] fyri mongum árum síðani lat seg úr skjúrtuni, og møguliga onkrum afturat, á palli. Hetta var ikki vanligt í sjeytiárunum og síðani hava fólk prátað um hetta og klaksvíkingarnir verið kendir fyri sína pal
Hinvegin vita vit, at kunning og upplýsing er við til at betra sjálvsvirðið og harvið eisini trivnaðin hjá LGBT+’arum, og teirra familjum, tí at virðingin fyri teimum økist, og vit fáa eitt rúmligari semfelag [...] føroyingum í fjør, og tá vóru bert góðar afturmeldingar. Í leikinum er ongin forelskaður og ongin mussast, tað er bara ein samkynd kengura, sum verður happað og útihýst, tí hon er samkynd, og ein maður, sum [...] hesi børnini kunna spegla sær í øðrum og kenna seg sum part av samfelagnum við til dømis sjónleikum, filmum o.s.fr. At hava ein leik, sum tosar um happing og fordómar og brúkar ein samkyndan sum offur fyri
ítróttardansi og fleiri heimsmeistaraheiti. Sum fimm ára gomul fóru tey undir klaver- og sangfrálæru. Bæði hava eisini roynt seg sum sjónleikarar og givið fløgur út hvør sær. Í 2002 stovnaðu tey bólkin Brother [...] eins og Remee, Seebach brøðurnir, Chief 1 og Jud Friedman, ið m.a. er kendur sum maðurin handan ljóðsporið til Bodyguard, hava skriva løg til systkini bæði. Fløgan Sonny vs. Gigi varð væl móttikin og lá [...] ítróttardansarar og sum dansilærarar á dansiskúlanum hjá familjuni. Gigi og Sonny eru kend fyri at geva eitt ordans show, hvørja ferð tey fara á pallin. Tey er von við at vera í fokus og tykjast at trívast
lið Í ár verða átta lið við í kappingini hjá kvinnum. KÍ, B36, EB/Streymur, AB og GÍ vóru øll við í fjør, og so eru HB, NSÍ og SÍ nýggj lið í deildini. Føroyameistararnir úr KÍ hava mist nakað av fólki undan [...] gentudeildunum, og nú genturnar eru blivnar eldri, manna tær eitt hampuliga sterkt kvinnulið. GÍ hevur eisini eina unga manning, og tær hava áður spælt okkurt av ovastu liðunum eitt puss, og tað fara teir [...] nakrar lyklaleikarar, og tí er missurin ikki so stórur. Hinvegin hava kappingarneytarnir úr B36 mist tveir ógvuliga týðandi leikarar í teimum báðum vágskvinnunum Rannvá Augustinussen og Lailu Jespersen. Báðar
Bíligir bústaðir og rætturin til at útbúgva og eftirútbúgva seg, fara at gera lívið hjá nógvum munandi betri og lættari. Hetta tekur tó tíð, og tað fara kortini at vera fólk, sum av ymsum orsøkum detta niðurímillum [...] fyri øllum, og øll hava ráð at búgva. Tað er ómøguligt hjá fólki at búgva í Føroyum, hava tey einki stað at vera. Tí metir John, at øll mugu og skulu hava møguleikan, at finna sær ein bíligan og góðan bústað [...] hond. Politiska skipanin má og skal vísa, at ein kann líta á hana. John metir, at tey, sum blíva vald nú, mugu vísa at tey ikki bara tosa og lova. Ein má handla. Ein má vísa og prógva, at ein megnar teirri
kakao og bollum í hugnaligu náttúruni við Kerjar. - Ikki tí, tá til stykkis kom, so rann eg 1,5 km teinin saman við soninum og nógvum øðrum vinfólkum, sum vit komu fram á so við og við. Prát og gott lag [...] samstundis fyri árligu Vetrarkappingini. - Økið við Kerjar er sera náttúruvakurt og passaliga fjøltáttað við undan- og mótbrekkum og longum sløttum teinum, sigur Elsa. Anna Simonsen sigur, at eftir at ein gestarøðari [...] sum er 10,5 kilometrar. Byrjan og endi er við Hotel Føroyar. Aftur til Annleyg: - Maðurin hevði hug til at renna 5 km teinin, sonurin tímdi væl tann heilt stutta teinin, og sjálv helt eg, at tað ljóðaði
hevur sent eitt flogfar til Portugáls við læknum, sjúkrasystrum, respiratorum og aðrari útgerð og heilivági, og Spania og Eysturríki hava eisini bjóðað sær at taka sjúklingar úr Portugál heim á sínar intensivu [...] við sær, at sjúkrahúsini og heilsustarvsfólkini, sum starvast her, eru rættiliga sperd. Ein lækni á einum sjúkrahúsi í Lissabon, Isabel Aldir, sigur, at tað eru fleiri og fleiri ung, sum doyggja við covid-19 [...] er nøkulunda tað sama, sum býr í Svøríki og umleið tvífalt so nógv, sum býr í Noregi. Tað er serliga eftir ársskiftið, at smittan hevur gjørt um seg í Portugál, og bara í januar doyðu 5576 fólk við koronu-smittu
taka á sjálvstýrisleið, og í samfelagnum annars, og eru vit fegin um, at Jens Heri hevur játtað at koma við okkum á ferðini, móti einum enn betri og fjølbroyttari samfelag, til gagn og gleði fyri okkum øll [...] øll. Jens Heri er 43 ára gamal, og býr í Hoyvík. Hann er giftur Jonnu, og hava tey trý børn, Hildu, Fríðunn og Jóhan. Jens Heri er útbúgvin skipsførari, og byrjaði hansara starvleið á sjónum, tá ið hann [...] at sigla, og siglir hann nú sum yvirstýrimaður hjá Knot. Jens Heri er íðin flogbóltsleikari, og er tað nokk har, hann er kendur av teimum flestu um landi. Hann er sera kappingarsinnaður, og sum suðringur
hvussu tey eita á føroyskum, og fyri summi gevur tað meining. Hóast børnini eru ung, so greiði eg teimum frá, hví tað er so umráðandi at tosa føroyskt og vera góð við og verja móðurmálið. Ávirkanin úr [...] - Eg rætti tey og biði tey tosa føroyskt. Tað hevur týdning at taka í hetta alla tíðina, tí eg síggi og havi sæð síðstu árini, hvussu illa tað kann ganga, um vit bara lata standa til og loyva børnunum [...] børnini duga enskt. Lesa foreldur nógv fyri børnum sínum, og tosa tey nógv við tey, hava tey gott føroyskt mál og ríkt orðfeingi fram um til dømis enskt, og so eru tey eisini meiri mótstøðufør móti enska teldumálinum
drúgvar royndir, og hann hevur á sínari yrkisleið sum spælari og venjari, havt tætt tilknýti til fleiri stórar tennisstjørnur. Eitt nú hevur hann verið venjari hjá donsku leikarunum Holger Rune og Claru Tausen [...] tennisleikarar í heiminum. Adam er uppvaksin í Randers og hevur verið spælari og venjari í tennisfelagnum í býnum í nógv ár. Hann hevur eisini verið spælari og venjari hjá úrvalsliðnum í Odense í fleiri ár. Adam [...] tilknýti til Team Danmark og hevur m.a. arbeitt fyri Danmarks Gymnastik Forbund og Dansk Motorsport Union. – Eg vil fegin vera við til at menna tennisítróttina í Føroyum sum heild, og hetta er ein góður møguleiki