At velja

Málráð frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum

Vit hava valt at flyta til Før­oya, eg havi valt at lesa til lækna, eg havi valt at hugsa pos­itivt og myndugleikarnir hava valt at broyta inni­hald­ið í føroyska fólka­skúl­a­num. Mong eru dømini, ið hoyr­ast í miðlum og síggjast á neti­num, har orðið “velja” verð­ur ovnýtt.

At velja er at “taka ein av tveim­um ella fleiri val­møgu­leik­um” ella “kjósa”. Vit gera alsamt val av øllum handa slag gjøgnum dagin, men mæl­ast má frá at nýta orð­ið “velja” um tað. Hetta er á­virk­an utt­an­eft­ir og hev­ur kanska røtur í, at nú á døg­um hava fólk lyndi til at seta seg sjálv rættiliga nógv í miðdepilin.

Ivast vit í, um vit skulu fara til gongu ella í bili til ar­beið­is, er ikki neyðugt at sig­a, at vit “valdu” at fara til gongu, men bara at siga, at vit fóru til gongu til ar­beiðis. Somuleiðis um vit taka dømið “eg havi valt at ganga til arbeiðis hvønn morgun”, so er betra orð­ing­in “eg gangi til arbeiðis hvønn morgun”.

Tú kanst t. d. ivast í, um tú skalt kóka seyðarhøvd ella ein ræstan háls til døg­urða, men kortini er ikki neyð­ugt at siga, at tú valdi at kóka seyð­ar­høvd; tað er nóg mikið at siga, at tú kókar seyðarhøvd til døg­urða – ella kanska, at tú “gjørdi av” at kóka seyð­ar­høvd. Eisini er betra orð­ing­in, at tú hevur “gjørt av” at flyta til Føroya ella at lesa til lækna.

Nakað annað er, tá ið okk­um stendur í boði bein­leið­is at velja millum tveir ella fleiri í­tøk­i­lig­ar møg­u­leik­ar, t. d. skulu ung velja lær­u­grein­ir, tá ið tey fara í fram­halds­deild. Som­u­leið­is í Gekk­inum, tá ið tann hepni skal velja sær ein eina lúku við einum bók­stavi.

Ikki at gloyma fara vit á løg­tings­val fjórða hvørt ár og greiða at­kvøðu, tá ið vit velja fólk inn á ting.