Barna­ans­ing­ ikki skerd

Á fíggjarætlanini 2012, sum Tórs­havn­ar bý­­ráð sam­tykti hós­kvøld­ið, er játtanin til barna­ans­ing­ina ikki skerd.

Játtaðar eru út­ivið 140 mió kr, og í teim­um eru eisini tær 700 krónurnar pr. barn, sum uppskot upp­run­a­liga var um at spara, sig­ur formaðurin í menta­mál­a­nevndini Jógv­an Arge.
Fíggjarætlanin varð sam­tykt við teimum átta atkvøðunum hjá bý­ráðs­samgonguni, með­an minn­i­lutin ikki greiddi atkvøðu.
Barnaansingingin er kost­n­a­ð­ar­mesta ein­staka máls­øki á fíggj­ar­ætl­anini hjá Tórs­havn­ar komm­uni. Hon fevnir um slakar 140 mió kr av teim­um góðu 500 mió krón­u­num, sum fara til rakst­ur av komm­ununi.
Barnaansingin um­fat­ar á leið 40 stovn­ar sum vøggu­stov­ur, barn­a­garð­ar, frí­tíð­ar­skúl­ar og stovn­ar til annað ung­dóms­virk­semi.
Skatta­pro­sent­ið í Havn er á­sett til tað sama sum sein­astu ár­ini, 20,75. Barn­a­frá­drátt­ur­in er eisini tann sami, 5.500 krónur fyri barn­ið.
Í árinum miðar Tórs­havn­ar kommuna eftir at fremja íløgur fyri slak­ar 140 mió krónur. Størsta einstaka íløgan er slak­ar 40 mió krónur, sum er seinasta rata í Boð­a­nesheimið, sum verð­ur liðugt í 2012.
Aðrar størri íløgur eru í dagføring av skúl­um 13 mió, brúgv um Sandá 10 mió, musikk­skúli 8 mió, svimj­i­høll 5 mió, oyggj­a­leik­ir­/golf­vøll­ur 5 mió, ym­isk fríðk­an 5 mió, fyr­i­reik­ing av fram­tíð­arætl­an fyri Skálatrøð 4 mió, Tórs­vøll­ur 4 mió, Høll­in á Hálsi 2,5 mió og Ítrótt­ar­høll­in í Koll­a­firði 2,3 mió. 1 mió er játtað til súkkl­u­breyt­ir, 1 mió til tekn­ikk­hús á Tórs­breyt, 0,5 mió til ferðslu­trygd­ar­átak við skúl­an í Koll­a­firði og har­a­ftr­at eru ymsar aðr­ar smærri í­løg­u­r.
Tórs­havn­ar havn væntar at gera íløgur fyri einar 20 mió kr.