Stórt FM-finalutiltak í morgin

Tríggjar smærri ítróttargreinar ganga aftur í ár hond í hond um at skapa teir bestu karmarnar fyri at avgreiða sínar finalur. Talan er um tær tríggjar badminton, borðtennis og judo, sum í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn skipa fyri sínum FM-finalum undir bestu umstøðum.

 

NEMA FM 2012, sum finalutiltakið eitur, fer av bakkastokki kl.9.30, og frá kl.14 fer sjónvarpið hjá Kringvarpið Føroya at vísa beinleiðis frá finalunum.

 

Finalurnar í teimum ymsu ítróttargreinunum eru nú við at mynda seg, og sær myndin fyribils soleiðis út:

 

Badminton

Einmansleikur, kvinnur: Rannvá D. Carlsson, HBF ímóti Guri Poulsen, HBF

Einmansleikur, menn: Niclas Eysturoy, Århus ímóti Benjamin Gunnarstein, Middelfart

 

Borðtennis

Tvímansleikur, kvinnur: Anna Mikkjalsdóttir/Lív Øster, TBF ímóti Elini Nolsøe/Duritu F. Jensen, TBF/Tór

Tvímansleikur, menn: Peter H. Niclasen/Pætur Albinus, Tór ímóti Halli Thorsteinsson/Fróða F. Jensen, Tór

Einmansleikur, kvinnur: Anna Mikkjalsdóttir, TBF ímóti Lív Øster, TBF

Einmansleikur, menn: Peter H. Niclasen, Tór ímóti Fróða F. Jensen, Tór

 

Judo

Ungdómur:

Bronsufinala: Torkild S. Jógvansson, HJF ímóti Dánjali á Krákusteini, HJF

Bronsufinala: Flóvin Jacobsen, SJF ímóti Bárði Hentze Lenvig, HJF

Finala: Rebekka á Rógvi Johnsdóttir, SJF ímóti Regin á Rógvi, SJF

 

Síðani verða 2 bronsufinalur hjá monnum í opnum vektbólki:

Sigurd Bjørn Mørkøre, SJF móti Edvard Johannesen, SJF

Nicolaj Skoubo, HJF móti Sigmundi Johansen,SKJF

 

At enda vera 2 finalur:

Menn -73 kg.: Pætur Jákupsson, HJF móti Sigurd Bjørn Mørkøre, SJF

Menn opin: Petur Sigurð Johannesen, SJF móti Áka Davidsen, HJF

 

- Enn eru ikki allir finaluluttakararnir fastlagdir. Seinastu hálvfinalurnar verða leiktar fríggjakvøldið.

 

Skráin

Kl.09:30: Borðtennis, tvímansleikur kvinnur

Kl.10:10: Badminton, tvímansleikur kvinnur

Kl.10:50: Borðtennis, tvímansleikur menn

Kl.11:00: Felags upphitingartiltak fyri børn og ung í Badmintonhøllini

Kl.11:30: Badminton, tvímansleikur menn

Kl.12:10: Borðtennis, blandaður tvímansleikur

Kl.12:50: Badminton, blandaður tvímansleikur

Kl.14:00: Judo, dystur 1

Kl.14:05: Judo, dystur 2

Kl.14:15: Einmansleikur, kvinnur

Kl.14:50: Judo, dystur 3

Kl.14:55: Judo, dystur 4

Kl.15:00: Badminton, einmansleikur kvinnur

Kl.15:55: Borðtennis, einmansleikur menn

Kl.16:35: Judo, dystur 5

Kl.16:40: Judo, dystur 6

Kl.16:45: Badminton, einmansleikur menn