hann minnist sera væl til tann dagin fyri nógvum árum síðani, tá ein av vinmonnum hansara fekk eina serstaka gávu: Eitt "tryllesæt" frá einum av fyritøkunum, ið framleiða leikur til børn. - Hóast eg ikki [...] hevur eisini verið í barnagørðum og til tiløk sum tey eldru hava skipað fyri. - Gyklið vendir sær til allar aldursbólkar. - Spurningurin er bara um at duga at laga tað til áskoðarafjøldina, sigur Ásbjørn. [...] ein pennur ella okkurt annað? Nei, nú merki eg hvat tað er! Ásbjørn kemur nú dragandi út úr síðuni við einum lítlum rundum røri. Hann heldur fram við at draga, og dregur og dregur til hetta rørið er vorðið
hevur hann góðan kunnleika til, hvussu ein arbeiðir við einum troli, og hvussu ein bøtir umborð og annað í tí sambandinum. At Kristian byrjaði á Vónini fyri hálvum triðja ári síðani kom einamest av hansara [...] trolum. - Skal eg siga sum er, so hava trol altíð havt mín áhuga, sigur Kristian. Hann fór til skips í 1969 við einum línubáti, og var seinni m.a. umborð á teimum sonevndu "Cuba-trolarunum" og við "Beinir" [...] sínum, í ferð við at gera tveir posar til grønlendska trolaran "Sisimiut". Hetta arbeiðið skuldi verða liðugt í hesi vikuni. - Sum nú er, so mangla vit bara ein dag til arbeiðið er liðugt, sigur hann. Teir
viðurskifti, hevur ikki neyðugar upplýsingar tøkar til at vera á einum nóg tryggum grundarlag til at føra hetta tjak. Hann sigur hetta sum eina viðmerking til orðaskiftið í m.a. sjónvarpssendingini ?Krosskast [...] Tinganesi, sum skal til. -Sær tú fyri tær, at úrslitið av tí viðgerðini kann blíva, at tað t.d. ikki ber til at fara undir at minka um blokk eftir tí ætlan, sum lagt hevur verið upp til? -Hatta er ein hy [...] tveir eins og eg einki grundarlag at viðgera tað út frá. Annars vóru teir kanska nokk so samdir um endamálið men ikki um, hvussu langt tú kemur til at røkka endamálinum. Skeiv at seta tøl og áramál á Undir
veruliga kann gera mun. ? Tað ber ikki til at bíða eftir einum almennum plátufelag ella at onkur peningastovnur ornar fyri, tí tað er í grundini vónleyst hjá einum peningastovni at sasta sjálvur í eini [...] jarðbundin. ? Og so hevur eisini góð evni til tónleikin ? bæði at skriva sangir og at spæla. Lívið er eitt val Meðan Teitur Lassen valdi tónleikin fram um alt annað, hevur dóttir Jógvan Páll valt sum pápin [...] pápin ? hon er advokatur. Er tað lættari at vera pápi til ein advokat enn ein tónleikara? ? Nei, tað er í prinsippinum eingin munur á at vera pápi til ein advokat og ein tónleikara. Bæði skulu út at finna
sum Martin Tórgarð broytir eitt kvæðalag frá byrjan til enda og hetta er eitt mál, sum tú mást læra teg. At eitt kvæði verður kvøðið við sama lagi frá byrjan til enda er heilt fremmant fyri føroyska dansin [...] grafiskum teknikkum. - Til hesa sýningina havi eg arbeitt við størri støddum enn eg annars plagi, og tað havi eg gjørt tilvitað, tí tað ber ikki til at sýna fram minni verk í einum høli sum Klingruni. Tey [...] tað ikki til. Nýggir tónar Fyri fyrstu ferð hevur Føroysk Myndlist fingið eina játtan á løgtingsfíggjarlógini, 60.000 krónur til ferðastipendii. Fólk kunnu í næstum søkja felagið um stuðul til eina ferð
eftir við einum dýrum skipi, ið hann als ikki fær mannað, og tá er einki vunnið greiðir Ellindur Abrahamsen frá. Leingjast eitt ár Ellindur Abrahamsen sigur, at Skipara- og Navigatørfelagið mælir til, at hildið [...] við, at sáttmálin allatíðina verður tulkaður skeivt, og mælir tískil til, at rættlag verður fingið á hesi viðurskifti í komandi ári. [...] kjakast um viðurskiftini í høvuðssáttmálanum, áðrenn tey eru avkláraði í rættinum. Men tað ber ikki til, at yvirmenn knappliga onga uppsagnartíð skulu hava longur, tá vit fyrr - eftir sama sáttmála - hava
heldur, at vit mugu viðgera og taka støðu til uttanlandsmálini uttan mun til, hvat hendir í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. -Skulu vit her og nú til at standa fyri øllum teimum uttanríkispolitisku [...] sjálvir. -Tað vit kunnu velja í dag er avmarkað til at velja tað sama sum Danmark velur, og tá vit ikki velja tað, so fáa vit heldur ikki valt síðu og farið yvir til EFTA-síðuna. Løgmaður heldur ikki tað hevði [...] pørtunum at koma til eina semju tíðliga í vár í hesum týdningarmikla máli. -Eftir at vit hava samráðst í eini 8 ár um eitt slíkt mál, so vil tað vera ein spurningur um at gera eitt ella annað kompromi. Tað
kreftir skulu brúkast til at arbeiða við og innrætta samfelagið til fullveldi! -Um tað er rætt veit eg ikki, men tað er greitt, at alt, sum nú verður gjørt, má verða við atliti til tær ætlanir tú hevur [...] tær, at arbeiðsbólkarnir, sum eru settir, kunnu koma til ta niðurstøðu, at fullveldisætlanin ikki er haldbar? -Sjálvandi kunnu nevndirnar koma til ta niðurstøðu, hóast eg ikki trúgvi uppá tað sjálvur. [...] hann, at tað átti at borið til at komið við ávegis úrslitum. -Eg merki tað, tá eg tosi við fólk, at tey eru eitt sindur ørkymlað - frustrerað. Tú sær, at fólk tekur støðu út frá onkrum, sum hendir. Takið
frágreiðing við einum tilmæli til landsstýrismannin saman við einum lista yvir tiltøk, sum hava týdning fyri okkara mentan, og sum eiga at verða sett í verk. Veiðumannasamfeløg Hví fara til Alaska at kunna [...] arbeiðinum at tilrættaleggja og fyrireika Føroyar og føroyingar til ta nýggju vinnuna, oljuvinnuna. Tað var tí rættiliga náttúrligt, nettupp út frá einum mentanarligum sjónarmiði, at hann taldist millum teir 16 [...] Hesar fyritøkur vóru í stóran mun bygdafyritøkur, stuðlaðar av einum virknum politikki, ið hevði til endamáls at spjaða ognarrættin til vinnutólini út á lokalsamfeløgini. Við øðrum orðum høvdu vit ein
Taylor frá Shell sigur, at føroyski landgrunnurin bjóðar uppá stórar tøkniligar avbjóðingar. Tað ber ikki til í dag at siga nakað við vissu um møguleikan at finna olju og gass. Fyri at kunna koma einum svari [...] móttøku, framleiðslu og flutningi av olju og gassi. Her kann koma at vera alt frá føstum pallum til framleiðsluskip og víðari til rørskipanir á havbotninum (pipe-lines). Hann viðgongur tó, at tess betri vitan [...] á tað Hvíta økið? -Eg kann bert siga til tað, at møguleikin fyri, at ein goymsla heldur fram inn á eitt annað øki, í hesum førinum Hvíta økið, sjálvandi altíð er til steðar. Sosialurin skilur annars, at