Vit eru, sum óteljandi aðrar leygarmorgnar, á veg á flot. Men áðrenn vit fara frá húsum, leypir pápi inn aftur - og kemur út við einum nylonsokki hjá mammu. Vit skuldu bunkra olju, og hann sílaði altíð [...] lutir - nógv, sum eisini var uppi á landi, æt okkurt annað úti á sjónum. Tað líkasum markaði munin millum lívið á landi og lívið umborð. Tá vit vóru á floti vóru vit ikki ordiliga partur av samfelagnum [...] viðhvørt á flot eftir arbeiðstíð í skúlanum. Hann kundi enntá fara ein túr áðrenn hann fór í skúla. Onkuntíð, t.d. tá upsarokið var á Munkagrunninum, bað hann um at verða rullaður úr songini og út á gólvið
Kamban, sum nú um dagar fylti 95 ár, er sonur teirra. Ein sonur, Kristoffur, doyði 16 ára gamal í 1933. Hann hevur verið umrøddur á hesi røð. So ungur hann var, var hann longu blaðstjóri á næmingablaðnum [...] Andreas Poulsen til Norðradals sum uppsitari á prestagarðinum og var har til 1828, tá ið hann flytir til Havnar. Systir hansara Anna var gift við bóndanum á Torvlagnum í Kaldbak. Foreldrini hjá Andreas [...] Hans Sørensen, ættaður úr Søldarfirði. Tey bæði, saman við dótrini Elspa Lena, eru eisini jarðað í gamla kirkjugarði. Vit fara at greiða frá teimum seinni í hesi røð. Skraddarin giftist aftur við Onnu
flestu næmingarnir á einum máli um, tá tey skuldu geva sína hugsan um Harry Potter til kennar fyri tí útsenda av Sosialinum. Vit sita í bleytum stólum úti í gongini í nýggja skúlanum á Kambsdali. Tá tú trínur [...] tað er gjørtligt at fáa ein skúla hugnaligan. Her er ikki tørvur á ábótum fyri sjey milliónir krónur sum aðrastaðni. 2.b á Studentaskúlanum á Kambsdali hevur lisið ensku barnabókina Harry Potter, sum verður [...] afturum seg. Alt er á gosi, hvørja ferð Rowling letur okkurt nýtt um Harry úr hondum, og Potter aldurnar hava ikki lagt seg enn. Tað fara tær heldur ikki tey næstu árini. Higartil eru fýra bøkur útgivnar
takast við fyrivarni. Vit fáa tey hvørki váttað ella avsannað. Torført fyri ikki at siga ógjørligt er at fáa tonnina á landsstýrismannin, sum uttan iva hevur út at gera í hesum døgum, nú hann í næstum verður [...] sleppur at royna seg, tí helst eru meiningarnar og metingarnar hjá tingmonnum nógvar og ymiskar, nú uppskot til eina slíka útbjóðing fyri fyrstu ferð nakrantíð verður fyri á tingi. Ráðstevna í Aberdeen Í [...] luttaka og halda fyrilestrar. Umleið 120 fólk eru við á ráðstevuni, sum er tann fyrsta av sínum slag. Øll oljufeløgini, sum hava áhuga í Føroyaøkinum eru við og okkurt, sum enn ikki hevur verið virkið
Málið hjá landsstýrinum er, at javnbjóðis rættindi skulu vera á hesum øki. Embætismenn Tað eru einstøk onnur øki, har avmarkingar eru. Eitt nú ber til at seta avmarkingar fyri, hvør kann gerast høgur em [...] óteljandi dystir, bæði á høgum og lágum støði. Væntaði at áhugin fór at minka, nú eg eldist eitt sindur, men tvørtur ímóti. Eg havi ongantíð verið so býttur í fótbólti sum júst nú. Til alla lukku er sjónvarp [...] mær frið og av og á seinnu árini eisini hugt at dystum saman við mær. Nú byrjar tað so aftur. Í kvøld verður EM kappingin í Hollandi/Belgiu sett, og tað hevur so við sær at hvør dagur nú verður tilrættalagdur
Eyðun Klakstein Meðan avgerðin um, at ítróttarfólk á Oyggjaleikunum skulu kannast fyri doping, hevur ein satt ódnarveður verið á dopingøkinum í altjóða elituítróttinum. Seinasta árið hevur verið óvanliga [...] rnar í olymiskum høpi. Nú skuldu hendur taka saman um at steðga útbreiddu, ólógligu nýtsluni av stimbrandi evnum. Umboð fyri europeisku stjórnirnar leikaðu í av røðarapallinum á ráðstevnuni. Bretskir, [...] sum slóu nevan í borðið frammanfyri olympisku nevndini. Kravt var at stríðið móti doping varð hert á øllum økinum. Fleiri kanningar, nýggjan eftirlitsstovn og harðar revsingar til tey seku, vóru nøkur
tilnevna Ársins Leiðarar. – Vit hava fingið nógvar tilnevningar við góðum grundgevingum at handa dómsnevndini, men vilja fegin hava tær seinastu við eisini. Hvør veit, kanska eru Ársins leiðarar júst millum [...] almenna. Tú ert vælkomin at tilnevna fleiri. Einasta treytin er, at tað skal verða ovasti stjóri/leiðari á einari fyritøku/stovni/felag ella nevndarforkvinnu/-mann. Dómsnevndin tekur endaliga støðu til, hvør
málmann. Teitur M. Gestsson, Bárður á Reynatrøð og Mattias H. Lamhauge hava allir prógvað, at teir kunnu spæla á landsliðnum. Teitur M. Gestsson hevur havt munin á hinum fyrr, men seinastu tíðina hava [...] hava Mattias H. Lamhauge og Bárður á Reynatrøð upp á skift gjørt krav upp á plássið. Í miðverjuni tykist greitt, at tað verða Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og Andrias Edmundsson. Hørður Askham er skaddur, meðan [...] dystirnar móti Armenia og Lettlandi á Tórsvølli seinast, men Jóannes Kalsø Danielsen hevur átt plássið undan honum. Viljormur Davidsen byrjar á vinstra vongbakki Á miðjuni er eitt stórt ivamál, um Hallur
hann ikki inn á ting. DOKTARI Í LØGFRØÐI SEINNI LEITAÐI Mossadegh til Europa at fáa sær økta útbúgving. Hann las við lærdar háskúlar, fyrst á L´Ecole des Sciences Politiques í París og seinni á lærda háskúlanum [...] royndir høvdu lært hann, at bretar í sínum "samstarvi" við eitt nú iranar vóru ránskendir og óálítandi. Í hesum sambandi kunnu vit minna á ta avtalu, sum Bretland í 1919 hevði gjørt við Ahmad shah, tann [...] virka, politiskir flokkar vórðu settir á stovn, blaðútgáva blómaði, ein arbeiðararørsla gjørdi vart við seg, og sum mong onnur tilafturskomin lond hevði Iran nú fingið eitt nýtt ættarlið av mentafólkum
aðrastaðni enn til Havnar. Tí eru tað nógv, sum hald, at tað er órættvíst, at Tórshavnar Kommuna fer avstað við øllum inntøkunum. Seinast er tað Norlýsið, sum nú ein dagin fýltust á hesi viðurskifti. Sjúrður [...] Kommuna undir miðal. Tað sæst eisini, at eftir fólkatalinum, eru tað báðar stóru havninar í Suðuroy, sum fáa minst burtur úr. Sjúrður Olsen vísir á, at býtt eftir fólkatalkinum, var inntøkan hjá ymsum havnum [...] Sjúrður Olsen er ikki samdur. Hann vísur á, at yvir 40% av fólkinum býr í høvuðsstaðarøkinum, har útivið 80% av innflutninginum endar. - Ein partur av somu bingjum, sum koma við innflutninginum, fara ógvuliga