heldur ikki, at lívið á botni er so nógv broytt hesi árini, hann hevur verð “á botni.” Norðlýsið kom inn í myndina Nú er tað at Norðlýsið kemur inn í myndina. Skipið er bygt í 1945 á Tórshavnar Skipasmiðju [...] tríggir brøður. Helgi og Birgir eru tvíburar, og Tórur er eldri. Birgir fór sum ungur í smiðjulæru á bedingini á Tvøroyri, har Hemming Jespersen, eisini kendur sum tingmaður, var stjóri. Ein tann fyrsta uppgávan [...] smiðjuarbeiði, sum skuldi gerast í samband við skip, sum tað vóru nógv av á Tvøroyri. Aftaná lidna smiðjutíð fór Birgir til Danmarkar á kavaraskúla, og hann kom at arbeiða sum kavari frá 1970 til 2000. Tey
landsstýrismenninar báðar í fiskivinnumálum, Ivan Johannesen, sum umsat fiskivinnuna á sjónum og Óla Jacobsen, sum umsat hana á landi. ? Niðurstøðan var, at landið skuldi lata stuðul at innflyta 2.500 tons av [...] tað, at Delta Seafood trein á pallin og leigaði virkini í Sandoynni. ? Virkið á Sandi er latið upp. Men ikki fyrrenn tað í í Skopum eisini er upplatið, fáa teir rættiliga gongd á- men útlit eru til at tað [...] beinleiðis stuðul úr landskassanum. ? Vinnunevndin heitti á meg um at broyta uppskotið ? Og tað endaði við eini semju um eitt uppskot um at fáa gongd aftur á fiskavirking í Sandoynni. ? Nú hevði landsstýrismaðurin
eg hevði verið í so álvarsamur á eini stovuni, og næstu ferð eg var á sjúkrahúsinum, helt eg ikki, at eg skuldi fara inn har aftur. Men í tí eg kom fram við, rópti konan á meg, so tað hoyrdist um alla gongina [...] ? Eg fari upp klokkan seks á morgni, og eg siti ikki stillur, sigur Dorus Johannessen, sum er 81 ára gamal og býr saman við konuni í Torvgøtu í Klaksvík. Dorus vaks upp á Húsum, men hann var nógv í Klaksvík [...] arbeiðsmaður og hevur gravað fyri SEV, Telefonverkið og Klaksvíkar kommuna, byrjaði hann arbeiðslívið á sjónum. ? Eg fór fyrsta túrin til skips sum 15 ára gamal í 1934. Tað var við Bjørgvin, sum fór til Grønlands
ilskast inn á vingluta politikkin um útlendingar í føroyskum vinnulívi. - Tað ber snøgt sagt ikki til at liggja á knøunum fyri útlendingum, tá tað gongur illa, fyri síðani at hirða teir á dyr, tá tað gongur [...] verða sambondini flutt yvir á fíggingina, og føroyskir politikarar sleppa also ongantíð inn í ein útlendskan banka, sigur Hanus Hansen. Hanus Hansen er virkin í fiskivinnuni, bæði á sjógvi og landi, hann hevur [...] vinnulívi síðstu árini. Størsti aktørurin, Bakkafrost, er skrásettur á keypsskálanum í Oslo, og stórur meiriluti av partabrøvunum eru á útlendskum hondum. Herfyri brúkti Bakkafrost møguleikan at tekna hálva
ofta tikið fram tilknýtið, ið sálmurin “Nú hvítna tindar fjøllum á”, hevur til Vágs Kirkju og Ljóm. Sálmurin var framførdur á føroyskum á allahalgannakonsertini hjá Ljómi í Vágs Kirkju í 1942. Árið frammanundan [...] frá umyrkingini, ið væl lýsir fólksins stríð í bøð og haga, í bjørgum og á sjónum, tá alt hetta var lívsgrundarlagið, og tey á heystardegi, tá alt var komið til høldar, vildu takka tí Altvaldandi fyri [...] her stutt tikið samanum, nú Kirkjukórið Ljómur og Vágs Kirkja hava sjeyti ár á baki, og serliga verður dentur her lagdur á at greiða eitt sindur frá upprunanum til Ljóm, og sjeyti ára longu søguna hjá
at uppliva eitt føroysk summarkvøld á floti. Vit eru í fyrstu viku av juli mánaða. Veðrið er av tí besta, tú fært í Føroyum. Sólin stendur høgt á luftini, einki skýgg á himmalinum, og bert eitt fleyr, soleiðis [...] tambast. Men nú eru vit komin út á eystfallið, so tað hjálpir eisini til. Men drúgvt man fara at vera at náða Boðanum við seglum eina. Tá tú stendur soleiðis á dekkinum á hesum stásiliga og vælhildna farinum [...] áhugavert er at síggja aftan fyri skipið, tí har samlast so nógv fólk á hekkuni. Sum á Orminum Langa kundi sannast, at: »syrgiligt var á miðjum skipi, tí har tók fólk at tynnast.« Men skjótt skiltist, at
manningini á Boðanesi, og so var ikki meira um tað enn, at Boðanes fór á Klaksvík við monnunum. Einaferð vit vóru á Klaksvík við einum av vaktarskipunum, kom Bethuel Johannesen, Klaksvík, sum var skipari á sandbátinum [...] var tann einasta rætta. Kurt var við til bjargingar á sjónum, áðrenn hann byrjaði í Vaktar- og Bjargingartænastuni. Tann 2. januar 1957 sigldi Godanes á Flesjarnar og gjørdist vrak. Støðan var tann, at ein [...] verið á Landssjúkrahúsinum til eina kanning, meðan hann var heima. Júst tá Kurt var komin umborð við manningarskifti, fekk hann boð um at seta seg í samband við Landssjúkrahúsið. Hann ringdi út á Lands
a’, tá ið tað fór at riva fyri eygunum á summum politikarum, væl á veg út av eggini fyrst í nítiárunum. Hugsi, at tað var Finnbogi Ísaksson, sáli, ið fann upp á hetta orðið, sum samanfataði ein høpisleysan [...] hevur víst á, tá ið hann hevur prædikað fyri, at hansara privata loysn er tað, sum ber til. Trupulleikin er bert tann, at tað, sum hann og landsstýrið royndi at sníkja ígjøgnum sum tjóvur á nátt, hevur [...] men profitturin hjá teimum privatu varð fíggjaður við studningi og veðhaldum. Landið fór so logandi á heysin, og mangar vanlagnur gjørdist úrslitið av hesi vanstýring. Eingin uppgerð varð aftaná, tí, sum
Bæði Torbjørn Jacobsen, Anfinn Kallsberg og Magni Laksáfoss vísa á, at fíggjarmálaráðið hevur flutt fleiri rakstrarútreiðslur yvir á íløgusíðuna. Hetta er í stríð við nýggju játtanarskipanina, og tí kunnu [...] eksisterandi funktiónir burtur, so hallið ikki veksur. - Vit hava eitt hall á 767 milliónir krónur. Um vit ikki fáa tamarhald á vøkstrinum í almennu útreiðslunum, og um vit framhaldandi skulu fíggja okkara [...] fíggjarnevndarformanninum hevur ársins íløgukarmur saktans rúm fyri tunlunum á hansara politiska heimabeiti. Nógv bendir á, at hetta verður meiri enn trupult at fáa ígjøgnum, tí rákið í løgtinginum tykist
. Longu í 2017 setti hann spurnatekin við grein 5 í NATO-traktatini, ið sigur, at álop á eitt limaland er álop á øll limalond. (Eisini kent sum “musketer-paragraffin”.) Síðani hevur hann enntá sagt, at [...] Harris á, at Trump er vandamikið naivur, tí hann heldur, at man kann gera avtalur við Putin. Men sum Sjúrður Skaale segði so væl fyri einum ári síðani, er “samstarv við eina krokodillu eingin trygd fyri [...] eitt evni, har Trump er rættiliga greiður. Um hann verður forseti, vil hann enda Ukraina-kríggið upp á bert eitt samdøgur. Soleiðis segði hann so seint sum í juni, og tað kom eisini fram í kjakinum ímóti