var, sum kom í heim hansara. Og vit vóru ikki vónsvikin. Hvørki tímiliga ella andaliga. Eins og Rutt í Bíbliuni Í Ruttsbók í skriftini lesa vit um hjúnini Noomi og Elimelek í Betlehem í Ísrael, sum fóru [...] fingu hesi børn: Elisabeth, gift við Janusi Petersen í Kollafirði og sum andaðist í 1973, Dania, gift við Kaj í Bartalsstovu í Syðrugøtu. Misti mammuna Longu 12 ára gomul kom Margit at kenna lívsins og [...] doyði av nátasjúkuni í 1937. Nátasjúkan herjaði kring allar oyggjarnar, men serstakliga í suðuroynni í tríati árunum. Tað vóru serliga kvinnur, ið vóru við barn, sum vanliga ikki bóru boð í bý, tá ið tær fingu
Hendriki til Omar - Í okkara familju hava vit altíð lagt dent á nøvn. Eg æt Jens Hendrik eftir abba mínum, pápi mín æt Jens Kristian eftir abba sínum, og soleiðis hevur tað verið í nógv ættarlið. Men eg [...] mær, greiðir hann frá. Í fyrstuni lá ikki meiri í tí enn reint forvitni. Men sum hann gjørdist eldri, fór hann at lesa meiri um Islam. - Eg studeraði tað væl og setti meg inn í tingini. Eg fór at samanbera [...] Tað eru nógvar líkheitir millum Bíbliuna og Koranina. Umleið 80% av søgunum í Koranini eru eisini í Bíbliuni. Jesus er nevndur í Koranini, og Muhammed tosar bara gott um Jesus, har aðrir trúðarrætningar
fyri tveimum árum síðani. Gudmundur aftur í Føroyum í 1937 Í 1937 var Gudmundur í Føroyum og vitjaði. Áðrenn hann kom vestur í Vágar, var hann til kirkjuvígslu í Skúvoy saman við Jákupi Dahl, prósti. Tað [...] verða próstur í Føroyum eftir J.Dahl, sum doyði undir krígnum. Hægsta ynski hansara var at fáa embæti í Føroyum. Men tað vóru ymisk ting, ið forðaðu honum í hesum. Konuni, Edel Bruun, dámdi ikki í Føroyum. [...] ferð Gudmundar í Føroyum Seinasta ferð Gudmundar Bruun í Føroyum varð í 1956. Hesa ferð varð konan, Edel Bruun, við. Hon hevði verið sjúk og var tí illa til fóts. Hetta summarið var eg ferð í París. Á vegnum
eru vaksnir upp í sum grannar. Tá ið eg var smádrongur í Fuglafirði, hevði eg eitt ríkt lív í Doktaragarðinum, sum tað ofta varð kallað, har vit búðu. Heimanfyri okkum búðu Marta og Sigurð í øllum sínum veldi [...] hevur verið eitt av sterku dygdunum í málningunum hjá Heðin – hvaðani kemur ljósið? Í listaheiminum verður snakkað um Clear / Obscure: Ljósop, ljósvídd, tað klára – í mun til at myrkja fyri, at krógva, [...] hátt. Vit hava eitt serligt lýsi í Føroyum, sum ger tað serliga avbjóðandi í listaheiminum at endurgeva. Onkuntíð eru tað fjøll ella fjallarøðir, sum hjána ella fána burtur í ljósinum hjá Heðini, har ljósið
fyri meg í hópatali. Fyrst er at siga, at eg altíð havi kent tað, sum vóru vit í familju við tey í Kolbanagjógv. Hetta kemst uttan iva av tí, at pápi mín, Berthel Johansen, vanliga nevndur Bartal í Kass, [...] ið hon saknaði, og tað var gongutúrin sunnudag heim í kirkju og tey í Kolbanagjógv á innasta beinki. Í 1956 arbeiddi eg í Kassahandlinum niðri í Heygstøð, tá var Lias hjálparmaður. Vit arbeiddu væl [...] Kolbanagjógv. Mær er sagt, at tey fluttu inn í aftur húsini í 1934? Eg minnist, sum var tað í dag, at Petra bað meg, ein seinrapart sunnudag, koma við sær yvir í Kolbanagjógv at vitja. Eg minnist hvussu blíð Elin
frumanda í sær í kropp og sál, sum gyklaði fyri tær í tí myrka rúminum. Bert ein lítil gluggi var í hesum skaldarúmi. Eitt takvindeyga var á ovaru síðu, og lá eg undir vindeyganum og hugdi upp í ta bláu [...] Menninir á bátinum sótu í sissheimi, meðan teir sigldu norður um. Onkur sat og hálvsvav, eitt sindur túraður av útróðri. Klárt var í veðrinum og skyggjísurin glitraði í homrunum í hvøldarmyrkinum. Knappliga [...] Knappliga fer kettan at ressast í skutinum. Mjavar - ikki sum køttar flest, men mjavini eru eym og í eini fastari rytmu. Tá letur í einum av monnunum í bátinum: "Hetta minnir meg nógv um sjongin frá Sputnikki
barnaárini. John er føddur í Havn og hevur stigi tey fyrstu fetini í Havnini, men hann hevur eisini búð í Suðuroynni, har hann gekk í studentaskúla. Fólkaskúlin varð eisini avgreiddur í Suðuroynni, og John minnist [...] minnist enn sín fyrsta lærara. - Mín fyrsti flokslærari situr í andstøðu í tinginum í dag, so tað er ein stuttlig støða at vera í, sigur John smílandi, meðan vit fáa okkum uppí. John Johannessen dylir [...] og tretivu í Løgtinginum. - Tað er altíð stuttligt at vera í einum arbeiði, sum tú trívist í. Og eg trívíst væl í løgtingsarbeiðinum og trúgvi uppá, at tað ber til at gera nakað til nyttu í hesum arbeiðinum
markerað seg í øðrum umstríddum nevndarsessum og er í dag javnan frammi sum nevndarformaður í Smyril Line. ????????? Fakta um Klæmint Føddur í 1950 Radiomekanikari í 1971 El-verkfrøðingur í 1976 Verkfrøðingur [...] árini. Hann var læknastjóri á Landssjúkrahúsinum í 11 ár, m.a. í turbulentu kreppuárunum fyrst í nítiárunum, og hann hevur umframt hetta verið virkin í ymsum nevndarsessum, sum hava havt tilknýti til heilsu [...] vælferð. ???? Fakta um Pál Føddur í 1949 Studentsprógv í 1969 Læknaprógv í 1977 Granskari síðan 1985 Yvirlækni síðan 1988 Læknastjóri frá 1989-2000 Granskingarlektari í umhvørvislæknafrøði síðan 1995 Núverandi
einaferð í lívinum við trygd fyri, at hon verður verandi støðug í allar ævir. Trúgvin broytist allatíðina alt eftir, hvar í lívinum tú ert, og tí má hon røkjast, um hon skal haldast á lívi í gerandisdegnum [...] hann skuldi presentera familjuna: "Eg og beiggi mín eru føroyingar, og hatta eru mamma og pápi, og tey eru indarar" - Í tí, hann segði tað, kendi eg eitt prik í hjartanum, men so hugsaði eg, hann hevur jú [...] Ein dagin fyri 14 árum síðani ringdi telefonin heima Kalpana Vijayavarathan, sum tá búði í Madras í India. Í hinum endanum hoyrdi Kalpana spentu røddina á mostur síni, sum byrjaði at greiða frá, at nú
frammanundan, at lítla Yana bleiv sjúk. Tey høvdu búð í Teilandi, síðani tey giftust í 2009, men keyptu hús í Vági í september í ár og skuldu nú festa búgv í heimbygdini hjá Napoleon. – Men vit náddu ongantíð [...] at vit bæði kunnu vera um Yanu. – Vit hava onga familju her í Keypmannahavn, men foreldrini hjá mær eru niðri í løtuni, tí pápi mín eisini er í viðgerð fyri krabbamein her á Rìkissjúkrahúsinum. Tá hann vónandi [...] kyknurnar í merginum, sum framleiða blóðkyknur. So hvørt, sum sjúkan breiðir seg, setir hon frísku blóðgerandi kyknurnar til viks, og sjúkar leukæmikyknur koma í staðin. Um sjúkan ikki verður uppdagað í góðari