Men onnur, ið komin eru eitt sindur til árs og tey, ið eldri eru, upplivdu hetta í 1940, tá ið vit máttu sigla okkara egna sjógv. Í herviligastu krígstíð kravdu bretar, at okkara skip skuldu sigla undir [...] nú vit vita, at Den Danske Bank og danska stjórnin hava snýtt Føroya fólk fyri miljardir. Guð gævi, at dagurin var nær, tá ið hesi fremmandu fløgg verða vundin niður her á landi fyri seinastu ferð! Nær [...] viðurskiftini eitt eiti. Ríkisfelagsskapurin skuldi varðveitast fyri ein og hvønn prís. Men Føroya fólk vildi tað øðrvísi í 1946, og tað vilja vit eisini í dag, nú hvørt mansbarn veit, at ríkisfelagsskapurin
30-40 fólk við vanligar dagar, segði Bjørn á Heygum. ? Men tað má vera okkurt, sum rættvísger hetta, hóast tað í uppskotinum bara stendur, at »hildið verður, at Dúgvan ikki er hóskandi«. ? Hvør er tað [...] tað sjóverk, sum fólk ræðist? spurdi hann og vísti á, at fyrr kundu onnur skip brúkast, eitt nú gamli Smyril. ? Hví skulu vit hava eitt skip sum tekur 1200 ferðafólk at flyta 20-30 fólk, vildi hann hava [...] nýtt. Rokningin fyri privatiseringina Heini O. Heinesen vísti á, at hetta bara var rokningin fyri hesi fýra árini - og forrokningin upp á privatiseringsætlanirnar hjá teimum borgarligu. Hann helt, at tað
felags støðu og hava ein samráðingarleiðara, sum politikarar og fólk annars hava álit á. Nú má valstríðið í Føroyum ikki fara at snúgva seg um, hvør hevur skuldina av, at bankamálið ikki varð loyst fyri valið [...] Eg skilji væl, at sambandsmenn eru óðir um, at teir nú ikki fáa høvi at misnýta bankamálið og samráðingarnar í valstríðnum - hetta hevði uttan iva kunna givið flokkinum atkvøður. Kortini er tað øllum hugsandi [...] líkinda úrslit burtur úr. Verður farið at samráðast nú, endar tað sum eftir fólkaatkvøðuna í 1946 - at hvør flokkur hevur sína støðu, at danir skera ígjøgnum, og at einki líkinda úrslit fæst burturúr. Flokkarnir
men eg haldi at allur Skálafjørðurin er merktur av hesi hending, ja, alt Føroya fólk, sigur hann. Tað er ikki so langt síðani, at strandingar mistu fólk á sjónum. Fyri nøkrum árum síðani doyðu tveir ungir [...] nógv sum henda bygdin hevur mist á sjónum, sigur Jógvan Fríðriksson. ? Tað er sjálvsagt at vit øll eru merkt av hesum skaðatilburði, eisini vit sokallaðu »professionellu«, sigur prestur og peikar á seg
ringum huga hava verið noydd at taka við hesi hjálp. Og hvør er syndarin? Jú, fyrst eru tað javnaðarmenninir, sum sótu í 90-96. So er tað Kristian Magnussen. So eru tað lógirnar og umsitingarreglurnar. So [...] So aftur javnaðarmenninir - hesaferð hugburðurin. So eru tað sosialráðgevararnir. Og at enda leiðslan. Eg hugsi Finnur Helmsdal veit, hvat hann tosar um, tí almannaverkið hevur verið hansara arbeiðsøki [...] er á so lágum støði - at finna uppá at siga, at hugburðurin hjá javnaðarmonnum er at »niðurbinda fólk í sosialu skipanina« og at tað er tí, at sosialráðgevararnir bert sita og venda kvittanum og pappírum
Slíkir menn byggja land, eru bygdini ein stoltleiki og komandi ættarliði ein fyrimynd. Teir løgdu nógv fyri og firnaðust ikki fyri at troyta Guds gávur við úthavsins strendur. Í hesi sorgarløtu leita tankarnir [...] Ofta tykist at sorgarleikir henda upp undir høgtíðir. Fólk í bestu árum verða bráddliga tikin úr teirra lívsyrki; lívsstrongurin verður kvettur av. Hetta gjørdist at enda greitt eftir leitingina seinastu [...] og til bygdarfólkið á Strondum, ið misti sínar menn og synir. Vegna Føroya landsstýri og alt Føroya fólk vil eg við hesum vísa øllum avvarðandi av manningini á Sjóborgini djúpastu samkenslu í stóra sakni
við sær, at hópurin av renegatum eru farnir upp í liðið hjá Fólkaflokkinum, meðan ein lítil klika av ørkymlaðum sambandssinnaðum enn eru eftir í flokkinum. Rembingarnar eru øgiligar, nú Sambandsflokkurin [...] Blair um undirgrundarmarkið o.s.fr. Og hvør skuldi trúð tí, at Sambandsflokkurin (av øllum) at enda noyddist at lata inn stevning ímóti danska fólkinum? Og hvør skuldi trúð tí, at eitt klandur í einum [...] Spenningurin upp til løgtingsvalið økist dag frá degi, og gitingarnar eru óførar um, hvørjir flokkar verða sigursharrar, og hvørjir samgongumøguleikar verða eftir valið. Gitt hevur verið, at loysingarflokkar
Fólkaflokkurin hevur víst á í sambandi við viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, eru tær røttu. Eg fari tí at heita á fólk um at fara á val 30. apríl og geva okkum heimild til at halda fram við politikki [...] vit okkum m. a. fyri 1)at lækka skattatrýstið, 2)at skattaskipanin ikki skuldi vera atvoldin til, at fólk framvegis flutti av landinum, 3)at hjúnabandsstøða ikki skuldi hava skattliga ávirkan, og 4)at avtaka [...] vita, at Annfinn Kallsberg í sínum stutta skeiði úti í landsstýrinum hesaferð hevur megnað at fingið hesi málini ígjøgnum. T.d. hevur ein inntøka upp á 140.000 kr. nú 1000 kr. meira eftir um mánaðin, enn
r og brotsmenn fyrr, og hesi eru nú 200 ár seinni vorðin til australiarar. Tað er sjálvandi eitt sindur óreint at siga, men hetta leggur tú tó als ikki merki til, tí at øll eru barasta so fitt og blíð [...] ið eru ógvuliga vandamiklar. Hesar liva í stórum tali í Northern Territory, og hvørt ár doyggja nógv fólk av teirra ávum. Tað, sum vit vóru komin at síggja, var, hvussu kvikar/vandamiklar tær eru. Komin [...] tíma at koma út hagar, og tá vit so løgdu stilt sóu vit beint niður yvir hesi løgnu djór, tey kalla korallir. Vitanin um hesi djór eru sera nýggj. Tað var ikki fyrr enn í 1981, at tey funnu út av, hvussu tey
Golgata og Jesu-grøv lá. Grøvir eru funnar, sum eru høgdar inn í klettin, og ein heyggjur, sum kann hava verið Golgata, er tætt hjá. Dúgliga verður kjakað, um Golgata og grøvin eru á staðnum, har gravkirkjan [...] ymisku kendu bíbilsku støðini eru, og hvar tey liggja í mun til hvørt annað, sigur Eyðhild S. Dam. ? Í Ísrael verða tvær ymiskar páskahátíðir hildnar. Tær jødisku páskirnar eru til minnis um, tá ið Gud bjargaði [...] synagogunum. Sjálv hátíðin varir í heilar sjey dagar. Fyrsti og síðsti dagurin eru heilir frídagar, meðan dagarnir ímillum eru hálvir frídagar. ? Sum útlendingur í landinum var avmarkað, hvat innlit eg fekk