flokk og ávísan politikara í ringt ljós. Hetta verður serliga forsterkað, tá greinin niðan fyri í sama blað verður lisin, har sami blaðmaður hevur samrøðu við landsstýriskvinnuna í almannamálum. Kundi eisini [...] at er tað nakað øki, sum vit í Javnaðarflokkinum hava lagt orku í, so er tað júst eldraøkið. Árini 2004 til 08 hækkaðu pensjónirnar hjá støkum pensjonistum úr 7.825 kr upp í 10.329 kr, meðan pensjónirnar [...] 373 kr upp í 16.966 kr um mánaðin. Í sama tíðarskeiði útvegaðu vit 159 nýggj pláss á røktarheimum og eldrasambýlum, og talið av starvsfólkum innan eldraøkið hækkaði við 210 fólkum. Gaman í, vit verða noydd
Í áhugaverdari sending hjá Ginnu Midjord í Útvarpi Føroya varð fríggjakvøldið kjakast um ungdómstilfar í føroysku miðlunum. Allir miðlanir, bløð, útvarp og sjónvarp, vóru umboðaðir. Harafturat var ein [...] gera føroyskt ungdómstilfar at nýta í sjónvarpi. Útlitin verða so í hvussu er ikki teknaði við bjørtum litum. Fyri trimum árum síðani var eg boðsendur av fyritøku í Havn, sum átti altskyns digitala videoútgerð [...] hvørja sending, árið, ella í hvussu er veturin, í kring. Uppskotið var liðugt eftir stuttari tíð og var hin 8. februar 1996 sent Sjónvarpi Føroya. Samlaða tilboði frá hesi fyritøku í Havn, fevndi um 20 sendingar
latið í trúnaði, og tískil vóru teir politikarar, sum Sosialurin tosaði við í gjár heldur trekir at gera viðmerkingar. Formaðurin í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, er sjálvandi onki undantak í hesum [...] lesa um hetta í Hvítubók, lovar formaðurin í uttanlandsnevndini. Jenis bergtikin Hesum er einsamalli maðurin á miðjuni, Jenis av Rana, sum eisini er limur í uttanlandsnevndini, samdur í. Hann fegnast um [...] sambært formanninum fer at luttaka í, á einum hóvsomum støði. Hann vónar, at Sambandsflokkurin kann vísa á okkurt veruleikakent í kanningini; onkrar samfelagsligar staðfestingar í sambandi við framtíðarbúskap
skakaði alt grannalagið í miðbýnum! Tingakrossur, Dimmalætting og Sosialurin vóru øll meira og minni samd um, at so uppøstur og ógvisligur sum politiski terror-stemningurin varð blivin í sambandi við tey hatsku [...] Løgtingsbumbingin er næstan fortrongd í Føroyum! Ja, hesin sjáldsama álvarsami tilburður er merkiliga nógv tagdur í hel av okkara søgufólki, og hann er heilt lopin um í okkara søgubókum. At burturtiga søgulig [...] so er 18. september ein heilt serligur dagur í okkara nýggjastu søgu - ( nýggj" søga er fyri seriøsar søgumenn alt, sum er yngri enn eina øld!) Sunnudagin í hesum vikuskifti eru farin eksakt trýss ár síðani
tykkara máli. Men eg lesi Internet-Sosialin hvønn dag heima í Japan. Sosialurin er mín høvuðskelda til tað, sum eg veit um tað, sum hendir í Føroyum í dag, sigur Masahiro. ? Føroyingar eru annars eitt blítt [...] búgvi í Odawara, sum er ein býur eini 80 kilometrar uttanfyri Tokyo. Fyri tveimum árum síðani keypti eg mínar fyrstu føroysku fløgur í einum plátuhandli, sum eitur Nordic Sound Hiroshima, sum liggur í býnum [...] Heygum løgd í fløguspælaran. Lesur Sosialin Tað er ikki av tilvild, at Masahiro er komin júst í hesum døgunum Listastevnan er. Áðrenn hann kom, hevur hann havt samband við Oddvá Nattestad í Norðurlandahúsinum
sum hesa. Í ár er hon avmarkað til bert einar 12 flogferðir í summar. Tað hevur víst seg at vera rættiliga tungt at koma ígjøgnum í Norra. Tey hava brúkt rættiliga fittar upphæddir til hetta í fjør og fyrraárið [...] helst eisini orsøkin til, at nógv meiri ferðsla er tann vegin. Operatiónirnar í Føroyum í sambandi við oljuleitingina hava í størri mun verið avgreiddar og stýrdar úr Aberdeen, og tí verður tað eitt størri [...] mennist eitt samstarv í størri mun millum Føroyar og Norra enn tað hevur verið. Men tað er í løtuni eisini ein spurningur um, at norðmenn hava nokk at gera og hyggja til sín sjálvs í hesum tíðum, meðan bretar
eru í hornatøkum. Tað sæst týðiliga av drúgva brævaskiftinum millum flokkin og miðilin, sum hava havt vánalig viðurskifti sínámillum síðan seinastu samgongukreppuna. Sosialurin hevur fingið innlit í alt [...] útlegging, leggur Páll á Reynatúgvu dent á«, skrivar Høgni Hoydal í svarinum. Næsta hendingin, sum SvF kærir um, fór fram í kjallaranum í tinghúsinum. Páll á Reynatúgvu váttar, at hann gjørdi speiskar v [...] verður sagt í tinghúskjallaranum, varð fatað sum annað enn skemt, tí hetta vita øll tíðindafólk, sum hava sína gongd í tinginum, at har verður skotið við skørpum hvønn dag«, skrivar Høgni Hoydal í sínum svari
Tí fær landið meira í kassan, tá oljuprísurin er høgur. Fyri fjúrtan mánaðum síðani fekk landskassin 44 oyru í MVG fyri hvønn litur, sum varð seldur. Í dag fær landskassin 78 oyru í MVG fyri hvønn liturin [...] tikin við í hesa metingina. Um 100 milliónir litrar av olju verða seldir komandi árið fyri 4,71 krónur, fær landskassin 158 milliónir í avgjaldi og MVG. Um roknað verður við oljuprísinum í august í 1999, hevði [...] krónur. Sama nøgd av olju kostar í dag 4.710 krónur. Prísurin í hesum tíðarskeiðnum er hækkaður ein góðan triðing. Kemur illa við Prísurin fyri ein litur av gassolju er í dag 4,71 krónur. Íroknað hendan
Samferðsla Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Arbeiðið verður boðið út í desember, tilboðini skulu vera inni í februar og undirskrift sett á í apríl mánaði. Síðani skal arbeiðið í gongd og eftir ætlanini skal [...] loysnir í at velja, antin at byggja terminalin út her og nú, ella at hyggja longur fram í tíðina og byggja ein terminal, sum hóskar til tørvin eini 10 til 15 ár fram í tíðina. Landið má spýta í eisini Men [...] hvørji flogfør kunnu lenda í Vágum, og hvussu nógv flogførini kunnu flyta. Verður bygt út til 1600 metrar, kunnu nøkur fleiri sløg av flogførum lenda í Vágum, enn tað er gjørligt í dag. Men verður hinvegin
Hondbóltur: Nú er finalumyndin í steypakappingini við at vera liðugt teknað. Hjá kvinnunum verður tað suður ímóti norður, har VB og Stjørnan hittast í finaluni, meðan Neistin er í mansfinaluni og hittir annaðhvørt [...] skuldi standa á mótstøðuhálvuni í finaluni. VB hevði betra útgangsstøðið eftir at hava vunnið 26-21 í fyrru hálvfinaluni, men eitt væl stríðandi Kyndil gav vágskvinnum í løtum skarpan gang og vístu, at [...] trýsti á VB, sum tó eisini dugdi væl at finna holini í verjuni og spæla bóltin inn á strikuna. Kyndil var á odda 10-9 í hálvleikinum og eitt skifti í seinna hálvleiki vóru tær bara fáar sentimetrar frá