Hvítabók ikki elva til politiska klovning

Eyðun Viderø, limur í uttanlandsnevndini, sigur, at Fólkaflokkurin fer at gera sítt til, at komandi aðalorðaskiftið um ríkisrættarligu støðuna verður á einum góðum støði. Andstøðupolitikarar gera somuleiðis greitt, at teir fara at vera hóvsamir undir aðalorðaskiftinum komandi mánaða

Fundurin í uttanlandsnevndini um framtíðarstøðu landsins var liðugur beint áðrenn náttverða fyrrakvøldið. Áðrenn limir og varalimir fóru til húsa, fingu teir kápuleysu Hvítubók við sær í skjáttuna. Gjørt varð vart við, at tilfarið varð latið í trúnaði, og tískil vóru teir politikarar, sum Sosialurin tosaði við í gjár heldur trekir at gera viðmerkingar.


Formaðurin í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, er sjálvandi onki undantak í hesum høpi, men hann vildi fegin staðfesta, at teir ymisku ríkisrættarligu broytingarmøguleikarnir vórðu framlagdir, eins og avleiðingar av hesum nýskipanum vórðu viðgjørdar.


? Fundurin var á einum góðum støði, men eg ivist ikki í, at luttakararnir hugsaðu sítt undir framløguni; bæði teir, ið eru fyri broytingum, og teir sum eru minni hugaðir, sigur Hergeir Nielsen, sum væntar, at hvør nú fer til sítt, til tess at lesa tilfarið, lata tað sodna og kanska vita um til ber at flyta egin sjónarmið eitt vet.


? Og eg meini eisini við samgonguflokkarnar, leggur Hergeir Nielsen dent á.


? Orsøkin til, at arbeiðið varð sett ígongd, er, at vit vildu vita, hvussu samfelagsskipanin er samansett, við serligum atliti til viðurskiftini millum Føroyar og Danmørk. Og nógv sera áhugavert er at lesa um hetta í Hvítubók, lovar formaðurin í uttanlandsnevndini.


Jenis bergtikin


Hesum er einsamalli maðurin á miðjuni, Jenis av Rana, sum eisini er limur í uttanlandsnevndini, samdur í. Hann fegnast um tað, hann skírir, ein fínan fund, og er bergtikin av tí velduga útgreiningararbeiði, sum er gjørt.


? Á fundinum var ein stutt gjøgnumgongd av tilfarinum í Hvítubók, og eg skal lova fyri, at talan er um eitt sera spennandi verk, ið føroyingar eiga at gleða seg til, heldur formaðurin í Miðflokkinum. Tað frøir Jenis av Rana, at allir føroyingar fara at fáa møguleika at seta seg inn úrslitið av útgreiningararbeiðinum.


Luttaka við hóvsemi


Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum, heldur tað vera eins týdningarmikið, at teir løgtingsmenn, ið ikki hava verið uppií arbeiðinum at gera Hvítubók, fáa góðar stundir áðrenn aðalorðaskiftið, sum Sambandsflokkurin sambært formanninum fer at luttaka í, á einum hóvsomum støði. Hann vónar, at Sambandsflokkurin kann vísa á okkurt veruleikakent í kanningini; onkrar samfelagsligar staðfestingar í sambandi við framtíðarbúskap landsins.


Edmund Joensen, sum vegna Sambandsflokkin legði annað nýskipanaruppskot fram samstundis sum Hvítabók, mótmælti ikki nøkrum undir fundinum í uttanlandsnevndini, tí hann metti fundin at vera kunnandi; og bert tað.


Annars hevur formaður Sambandsfloksins lisið niðurstøður úr Hvítubók í nátt, men eftir øllum at døma hevur hetta ikki ávirkað svøvnin; tí sum hann sjálvur sigur:


? Eg eri higartil ikki dottin niður á nakað sum helst, sum broytir mína hugsan um nakað?


Stuðla ikki politiskari klovning


Fólkafloksmaðurin, Eyðun Viderø var við á Hotel Hafnia allan týsdagin. Hann fegnast um ta sera gjølligu frágreiðingina, nevndin fekk frá teimum ið hava staðið fyri útgreiningararbeiðinum.


? Tilfarið í Hvítubók var spildurnýtt fyri allar limirnar í nevndini, og tískil var talan um ein sera áhugaverdan fund, sigur hann.


Sandoyartingmaðurin sigur, at lítið og onki orðaskifti var millum samgongu- og andstøðulimir undir framløguni á Parnassinum.


? Tilfarið er somikið rúgvismikið og tekniskt, at neyðugt er at lesa tað væl og virðiliga, áðrenn farið verður at skifta orð um innihaldið. Fólkaflokkurin fer undir øllum umstøðum at gera sítt til, at komandi aðalorðaskiftið um ríkisrættarligu støðuna verður á einum góðum støði. Vit fara ikki at stuðla uppundir politiska klovning á tingi, leggur Eyðun dent á.


Uttanlandsnevndin er fyribils liðug at viðgera Hvítubók, og um eina viku verður bókin handað hinum løgtingslimunum, so teir eisini kunnu fara undir fyrireikingarnar til aðalorðaskiftið, seint í september.