Javnaðarflokkurin og eldraøkið

Er tað journalistiskur ódugnaskapur ella politisk ørindarenning, sum ger, at Sosialurin hevur stungið mær og Javnaðarflokkinum tað í skógvarnar, at vit liggja eldraøkinum eftir lívinum. Ørindarenning fyri ávísan flokk skuldi verið óhugsandi, men tíverri kann eg ikki koma heilt leysur av hesari niðurstøðu

Beint fyri páskir hevði blaðmaður á Sosialinum samrøðu við meg um fíggjarlóg og búskaparstøðuna.

 

Eg greiddi blaðmanninum frá, soleiðis sum eg eisini havi greitt øðrum fjølmiðlum frá, at millum mong onnur tiltøk, neyðugt verður at fara undir, verður eisini neyðugt at tálma teimum skjótt vaksandi økingunum í útreiðslunum, sum eru innan fleiri øki. Í hesum sambandi nevndi eg serliga almannaøkið. Eg gjørdi blaðmanninum greitt, at ávísar útreiðslur tykjast heldur óstýriligar á almannaøkinum, og hugsaði eg her serliga um vanligu forsorgina.

 

Tað løgna við skrivligu endurgevingini av hesari samrøðu gjørdist, at nú skuldi sparingar finnast á eldraøkinum, hóast einki er skotið meira við síðuna av.

 

Í skrivandi stund leggi eg seinastu hond á eina eykajáttanarlóg, sum skal fyri tingið, har biðið verður um 3,9 mió kr. meira til júst eldraøkið.

 

“Finna sparingar á eldraøkinum” gjørdist yvirskriftin. Henda yvirskrift fór beint á forsíðuna á Sosialinum 8. apríl. Men sum um skaðin ikki var nóg stórur, so fór sama yvirskrift á Portalin, og stóð hon og blómstraði har øll páskini.

 

So var sáðið sáað, og næsta vit hoyra um málið er, tá formaður í Tjóðveldi setur løgmanni spurning á løgtingi um málið. Snildur, sum hesin altíð er, so setur hann løgmanni og ikki mær spurningin. Tí er mín niðurstøða, at alt bendur á, at talan als ikki er um gáloysni ella ódugnaskap á blaðnum, men heldur er endamálið at seta ávísan flokk og ávísan politikara í ringt ljós. Hetta verður serliga forsterkað, tá greinin niðan fyri í sama blað verður lisin, har sami blaðmaður hevur samrøðu við landsstýriskvinnuna í almannamálum.

 

Kundi eisini her nevnt, at munur er á at tálma einari øking í útreiðslum og so at spara. At spara merkir, at útreiðslustøðið verður lækkað, meðan hitt fyrra merkir, at økingin verður lækkað.

 

Lat meg her til seinast minna blaðmannin, Sosialin og øll onnur á, at er tað nakað øki, sum vit í Javnaðarflokkinum hava lagt orku í, so er tað júst eldraøkið. Árini 2004 til 08 hækkaðu pensjónirnar

hjá støkum pensjonistum úr 7.825 kr upp í 10.329 kr, meðan pensjónirnar til hjún fóru úr 12.373 kr upp í 16.966 kr um mánaðin. Í sama tíðarskeiði útvegaðu vit 159 nýggj pláss á røktarheimum og eldrasambýlum, og talið av starvsfólkum innan eldraøkið hækkaði við 210 fólkum.

 

Gaman í, vit verða noydd til so mangt í hesum døgum, men er tað eitt øki, sum ikki bara vit, men flest allir flokkar vilja verja og helst útbyggja, so er tað eldraøkið.

 

Snild roynd hjá “nýggja” Sosialinum.

 

-----------

 

Viðmerking til Jóannes Eidesgaard:

 

Jóannes Eidesgaard kennir seg í dag skeivt viðfarnan í samrøðu, hann hevði við blaðmann á Sosialinum fyri níggju døgum síðani. Jóannes Eidesgaard hevur sjálvandi sín fulla rætt til at gera vart við seg, um hann kennir seg skeivt endurgivnan.

Men lítið sømir tað seg einum fyrrverandi løgmanni og núverandi fíggjarmálaráðharra at niðurgera fólk og skjóta fólki óndsinnað motiv í skógvarnar á henda hátt.

Sosialurin og blaðfólk okkara renna ikki ørindi fyri nakran poltiskan flokk, og nei, Jóannes Eidesgaard, vit eru ikki við í nakrari politiskari samansvørjing!

Tað er sjálvsagt upp til hvønn einstakan at gera av, um hann heldur okkum vera dugnalig ella ikki. Men tað er Jóannesi Eidesgaard til lítlan sóma at loypa framav og í óðum verkum skíra fólk líkt og ólíkt.

Orðini, sum Jóannes Eidesgaard brúkti í løgtinginum í gjár um sama mál vóru frægari vald, tá tosaði hann um »…mislukkaða útsøgn…« (orðarætt sitat).

Um Jóannes Eidesgaard helt, at yvirskriftin ikki var røtt, so átti hann at gjørt vart við seg beinanvegin – og helst fólkaliga, sum tað sømir seg einum landsstýrismanni.

 

blaðstjórin