forholdið. At politikarar høgga eftir hvørjum øðrum - at ósemja og stríð valdar millum flokkar og lond - er ein partur av gerandis veruleikanum. Men at slíkar ósemjur verða brúktar av einsaklingum til at sáa [...] greitt, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og millum vanligar føroyingar og danir longu eru vorðin so forpestað av illgitingum, tørvandi vitan, óndskapi og fyri ikki at sigat rasismu, at tað skal [...] ósemjur til at seta vanliga danan upp móti føroyingum og øvugt! EIN teirra eitur Ole Hyltoft. Grein hann hevði í Ekstrablaðnum 7. januar í ár er so niðursetandi og vamlislig, at hon átti ikki at verið komin
Føroya fyri at tey kunnu síggja landið og royna ferðamøguleikarnar. Endamálið er, at vit skulu fáa umrøðu uttanlands, og at fleiri ferðir verða seldar til Føroya. Tað er av týdningi, at føroysku fer [...] slíkum støði, at tað loysir seg ikki at tosa um innihaldið í tí, sigur Annika Joensen, stjóri á Ferðaráð Føroya, í viðmerking til Sámal Bláhamar, sum í Sosialinum seinasta leygardag segði, at Ferðaráð Føroya [...] ikki lurtar eftir ferðavinnuni í Føroyum. Annika Joensen vísir á, at tað er av týdningi, at vinnan og Ferðaráðið arbeiða saman fyri at menna føroyska ferðavinnu. Tískil eru nógv árlig afturvendandi tiltøk
samstundis sum seksmannafarið hjá NSÍ, Sølmundur, var um reppið at vinna og endaði á øðrum plássi. Tað er einki at ivast í, at hetta fer at økja um áhugan fyri kappróðri eystaru megin á Skálafjørðinum, ikki [...] bendir á, at talan verður um eitt sera spennandi kappróðrarár. Tíðin og kortini Vit søgdu í blaðnum undan norðoyastevnuni, at Róðrarsambandið hevur lagt seg eftir, at tað skal ganga skjótari fyri seg at avgreiða [...] soleiðis sum tað ljóðar, so bendir alt á, at hann verður ikki flotaður í ár. Tíbetur er nógv arbeiði á Skála, men fyri kappróðurin hevur hetta við sær, at stundir eru ikki at leggja tað orku og tíð í venjingina
eg ivist ikki í, at hugburðurin verður øðrvísi, enn hann var síðst. Hóast teir taptu 4-0, so heldur Jákup ikki, at hann hevði so nógv at gera, og í pressuni hevur einki verið sagt um, at hann var orsøk til [...] allir vóru av tí áskoðani, at uppgávan móti Silkeborg fór at loysa seg av sær sjálvari. Men har fingu vit ein orduligan lærupening. Ole Mørch var í øðini, og hann gjørdi greitt, at hann vil ikki síggja sovorðið [...] sólarmerkjum at døma verður í málinum hjá Herfølge tað, ið er eftir av kappingarárinum. Tað eru fimm stig niður til niðurflytingarstrikuna, og føroyski málverjin dugir ikki at ímynda sær annað, enn at teir aftur
arbeiðinum í fólkatinginum gjørdist, at royndirnar hjá Knút Nolsøe at fáa føroyingum krígspensión at enda eydnaðust. Tað eydnaðist danska javnaðarflokkinum, sum tá var í andstøðu at fáa við í sítt broytingaruppskot [...] fólkatingsmaður, sum heldur, at Føroya fólk eiga at kenna fulla sannleikan um krígspensiónina, nú henda verður brúkt sum valagn hjá Óla Breckmann. Maðurin, sum gekk undan fyri at fáa føroyskum fiskimonnum [...] Hans Jørgen Jensen, sum ikki longur er limur av fólkatinginum, sigur við Sosialin, at hann er ovfarin av at hoyra, at Óli Breckmann enn einaferð skal hava tikið sær æruna av krígspensiónini. - Tað er
hava alt gott at bera honum. Hann krevur nógv av teimum, men teir siga, at hann hevur ógvuliga nógv at geva teimum og læra teir. Tí kennist tað hugaligt, sjálvt um tað viðhvørt er stríggið at venja so nógv [...] summarsteðginum. Tað kom væl við hjá teimum, at vit høvdu frí nakrar dagar, og á ferðini í Danmark var týðuligt, at teir eru komnir uppaftur í ferð, og at teimum dáma at venja og spæla. ? Teir fyrstu dagarnar [...] ið at hava royndir í altjóða fótbólti. Men skulu vit megna at sleppa víðari, so er neyðugt, at vit vinna á heimavølli, og skulu vit vinna, so skulu vit spæla skilagott. Hvat er tað í tínari verð at spæla
sjálvsagt at fáa partapolitiskan vinning burturúr støðuni. Hesi dúva uppá, at fólk eru stuttmint, men tað geri eg ikki. Um tú heldur, at fólk eru stuttmint, so hevur tú eisini lyndi til bert at arbeiða [...] fortreytin fyri at menna Føroyar sum eitt nútímans samfelag í altjóða heiminum, og tað er fortreytin fyri at menna okkara vinnuliga grundarlag og at gerast kappingarfør í altjóða høpi. ?Til tess at fáa ein betri [...] lum eri eg ikki ein ?vanligur? arbeiðsgevari. Eg havi í høvuðsheitum tvey atlit at taka og tvær ábyrgdir at røkja: 1.At skapa trygg og mennandi lønar- og arbeiðsviðurskifti hjá alment settum, so vit í
sigur, at kommunan fær pening. Einki við sanering at gera Gunn Joensen vísir á, at tað beinleiðis er lygn, tá Finnbogi Arge sigur trupulleikan vera tann, at Vestmanna Kommuna er ónøgd við, at hon ikki [...] kommununi. Gunn Joensen heldur, at Vestmanna Kommuna hevur verið tolin, og vónar, at nakað fer at henda í ferjulegumálinum sum skjótast. Um ikki, so er ikki óhugsandi at tiltøk verða sett í verk. Men í [...] Sosialinum seinasta leygardag, har hann sigur, at Vestmanna Kommuna fær pening fyri ferjuleguna. ? Sannleikin er, at ein kunngerð leingi hevur verið um, at landið skal gjalda ávíst gjald fyri økið við
sigur, at tað eisini hesuferð er ætlanin at fáa Útvarpið og Sjónvarpið at verða við í arbeiðinum. Jens Eli Ellefsen, sum er ein av limunum í Lions Club Vágar sigur, at arbeiðið hesaferð fer at verða munandi [...] felag fer at spæla og onkrir av teimum gomlu sangarunum í Vágum fer á pallin at syngja gamlar slagarar. Eisini fer dansifelagið »Upp á Tá« at vísa fram fólkadans. Fyri at øll skulu sleppa at síggja undirhaldið [...] Ellefsen leggur dent á, at vóru konurnar ikki so raskar at hjálpa til, so hevði onki tiltak verið. Hann leggur afturat, at tað tiltakið er sera hugnaligt, tí tað er ikki so ofta, at so nógv fólk savnast á
skilur annars, at Oljuráðleggingarnevndin framvegis arbeiðir út frá tí ætlanini, at eitt útbjóðingarumfar skal vera skjótast til ber eftir at oljulóggávan er samtykt. Men tað er greitt, at ein útbjóðingarrunda [...] sær ikki mætari út enn, at tað er farið í baklás. Tað skal vera sera spennandi at síggja, hvat og um føroyingar fara at koma við nøkrum nýggjum útspæli, sum aftur kann gera, at bretar kanska kunnu lora [...] Helst til Haag Tað stendur greitt, at her eru stór virði uppá spæl. Um ein rættarsak, sum fer at hava við sær, at málið ikki verður loyst fyrr enn um eini 4-5 ár, fer at gagna føroyingum ella bretum, stendur