skilja er, at vit gjalda so nógv um árið fyri onki. Tó so, at tað einasta góða, eg meti er vert at síggja í sjónvarpinum, eru sendingarnar »dagur og vika« og »3-2«. Eg haldi, at tit skuldu sagt orsaka við [...] annað, fingu ikki møguleikan at síggja hesar spennandi finalur. Eg haldi tað er ótrúligt, at svf ikki kann vísa FM finaluna í hondbólti, sum hóast alt bert er einaferð um árið. Eg eri væl vitandi um, at teir [...] velja tað til ella frá. Um so var, at vit borgarar kundi valt, tori eg næstan at siga við vissu, at kanska 30% av øllum føroyingum vóru haldarar/gjaldarar. Sostætt meti eg, at tit í Kringvarpinum skulu verða
stridens æble ,tá hann røddi um lakkskógvar og velafrakkarnar í Havn Hetta tiltakið sum tit í Klaksvíkini hava gjørt, hevur nógv størri týdning fyri vinnuna enn tit droyma um, hetta festir seg í sinni og [...] vatnskorpuni, men soleiðis er náttúran og tá ein livir so tætt í skapanarverkinum góðtekur ein eisini at so er, teir koma ikki við longum frágreiðingum um fyribrygdi sum vit ikki skilja. Menn sum hava brúkt [...] metast at verða serfrøðingar og sjálvandi skal lurtast eftir teimum. Orrustan um fiskidagarnar er av á hesum sinni, og nú er so endiliga friður á váli aftur , men hetta er bara til næsta ár, tá alt fer at
kunnu vit so bara gita okkum til. Men at skilda upp á fíggjarstøðuna í landinum er bert ein vána umbering. Sannleikin er, at um barsilsskipanin er tað fyrsta samgongan fer eftir, nú sparast skal; so er tað [...] atlit og manglandi forstáilsi fyri týdninginum av høgum burðartíttleika. Vit kunnu fegnast um, at síðani vit fingu so góða barsilsskipan, er føðitíttleikin øktur, og eru tey føroysku tølini fyrimyndarlig í [...] tal at gera umstøðurnar hjá barsilsskipanini verri so leingi Tjóðveldisflokkurin var í samgongu. Og Tjóðveldisflokkurin sum umsat fíggjarmál, vísti so á, at tað bar væl til at spara og føra ein ábyrgdarfullan
frágingin. Tit hava valt ein áhugaverdan undranarspurning og hava sett nakrar góðar hypotesur, áðrenn tit fóru í gongd við at kanna. Kanningarnar vóru væl lýstar, og myndirnar vístu, hvussu tit hava arbeitt [...] vísti, at tit duga at brúka arbeiðsháttin hjá Vitanarfróða. Vit sóu, at tit eftir hvørja kanning við eygleiðingum komu fram til eina niðurstøðu í tykkara kanningararbeiði. Vit halda, at tit hava miðla [...] Henny Dánialsdóttir helt fram: - Samanumtikið, so var uppgávan greið og samanhangandi og vísti sjálvstøðugt rannsóknararbeiði. Uppgávan var væl frágingin, og tit dugdu væl at lýsa arbeiðsgongdina, bæði við
hesum eru tit ikki samdir við okkum í - ella eru tit kanska samdir innast inni? Tað kann væl ikki hugsast, at landsstýrið ræðist eina fólkaatkvøðu um loysingina - ræðist fólksins dóm? Um tað er so, at landsstýrið [...] givið teirra tilsøgn. Har liggur so eingin forðan. So vegurin liggur greiður, um vilji er at fremja málið. Men í staðin fyri at vera maður fyri sítt orð og taka loysingina, so rennur landsstýrið nú undan sínum [...] hesum valskeiðnum. So hetta er eisini í tráð við samgonguskjalið hjá sitandi samgongu. So Løgtingið kann ikki verða ein forðan, tí samgongan eigur jú meirilutan á tingi. Seinasta ónsdag fingu vit greiðu boðini
tí at vit eru lítil, kunna vit ikki tað sama sum tey stóru. Í Englandi eru so og so nógv listafólk, men her eru eisini so og so nógvir skattaborgarir og tístaðni tað meira av stuðuli til listafólk at lata [...] løn. Tí at tit gjalda gildið! Og tí at tit gjalda gildið, skula tit vita, eins og partaeigararnir í einum partafelagi, ikki bara hvussu nógv tey fáa, men hvussu peningurin verður brúktur. (Og um tað stóð [...] føroyska listasamfelagnum er órógvandi sinniligur um, hvaðani peningurin kemur, bara hann kemur: at tað ivaleyst ikki hevði nervað løtubæra klubba, um eitt ynski um eina "eykajáttan" á, surprise, surprise, DKK300
Eitt sindur um tunlar, mest um undirsjóvartunlar, um trygd og møguligar vandastøður á hesum farleiðum. Um pengar eru til verkætlanir er eitt annað mál. Eg skal tó vísa á, at teir nationalu eru væl ávegis [...] Hetta var eitt sindur um, um tað ringasta skuldi hent, og hetta vísir tað alneyðuga í at hava tunlarnar so stuttar sum gjørligt. Vit eiga tí fyrst at gera tunnil til Hest og so ein frá Hesti til Sands [...] blokkin vekk, og tað uttan at seta nakað annað í staðin. Feskasta dømið um avleiðingarnar av hesum hoyrdu vit um nú ein dagin. Tað var um eina familju, sum við sjúka barni teirra mátti rykkja upp við rót í
umsiting viðvíkur. Men er tað nú so einfalt? Verður tað nú so lætt? Hvat nú, um danir siga, at taka tit fullveldið, so takið tað, sum tað er, alt samalt frá fyrsta degi? Hvat nú, um danir tulka fullveldið sum [...] ynskti. Um vit taka Hvítubók sum eina heild, so er áhugaverdur lesnaður at finna, treyðugt so. Bókin er býtt upp í 10 partar, og nógvir áhugaverdir partar eru um t. d. hugtakið fullveldi, smátjóðir, um íslendsku [...] , og so eru allir trupulleikar okkra loystir. Eg helli sanniliga tann vegin sum so nógv onnur, at høvdu vit bara havt ein slíkan. So vit kundu ávirka skiftunum í konjunkturunum. Men sig okkum so fyrst
svari. Tað er so púra vist ! Tí seinni ringi eg hann uppafur og kunngjørdi honum, at nú hevði eg so tosað við bæði forkvinnuna Heidi Biskupstøð og næstformannin Jákup Páll Mohr Mortensen, og so mikið kundi [...] júst tað sama, sum hasi trý – kassadamurnar og stjórin –og so kann Sosialurin (evt.Kári) siga : Har síggja tit, vit høvdu rætt ! Tað skal so verða, at tað skulu tveir partar til at loysa eina ósemju, - [...] Postfelag) Sosialurin megnaði ikki so frætt at seta í blaðið tíðindaskriv frá Føroya Postfelag – væl at merkja í fullum líki. Útvarp Føroya, SVF og Dimmalæting møttu so á fleiri av hesum ”støðum” uttan at
seta seg í hugan og umskapast í upplivan. Eg hugsi um vinkonu mína, sum komin er nakað til árs. Hugsi um svartakálk, gler, illfýsnan fyrrapart og so Ásu, sum gleið niðri í Jónasi Broncks. Tað er ikki bara [...] og innliti, so gongur tað íslendska málið okkara millum sum eitt væl smurt hjól í lættari rás um alt, sum er. Prátið er fjølbroytt og veruliga óskipað. Seinast vóru siðamisbrot tikin fyri, um eg minnist [...] og lótu mótsagnir fúka aftur um oyru. Men, gakk! Teir takkaðu fyri vístan áhuga, tørvur var als ikki á hjálp. Prátið tók eina tøkniliga vend, og um satt skal vera satt, so var tað hvørki pengar, týðingar