Eitt sindur um tunlar, mest um undirsjóvartunlar, um trygd og møguligar vandastøður á hesum farleiðum.
Um pengar eru til verkætlanir er eitt annað mál. Eg skal tó vísa á, at teir nationalu eru væl ávegis at fáa blokkin vekk, og tað uttan at seta nakað annað í staðin. Feskasta dømið um avleiðingarnar av hesum hoyrdu vit um nú ein dagin. Tað var um eina familju, sum við sjúka barni teirra mátti rykkja upp við rót í Føroya landi og flyta til Danmarkar, fyri at fáa hjálp/røkt til barnið, og so var tað m.a. júst hesi, sum blokkurin varð ætlaður til. Hetta er føroyski nationali stoltleikin, sum rópar “Føroyar á heimskortið”. Góðu tit. Arbeiði fyri at vit koma á tað “sømiliga og rætta Føroyakortið” fyrst!
At føroyskar familjur í dag – mai 2008 – sjálvar mugu rykkja upp við rót og flyta til Danmarkar, fyri at fáa hjálp til sjúkrarøkt, er ein grúvulig skomm, og hetta er ikki bara ein annar fjaldur máti at móttaka blokkin uppá. Mátin er ikki nýggjur! Sigast kann, at vit kunnu vera glað og stolt av at vera medognarar av danska landinum við ríkisborgararætti.
So var tað undirsjóvartunnilsfarleiðin. Tað eru helst bert tey fáu, sum gerast varin ella óra ilt, tá tey koyra niður í ein føroyskan undirsjóvartunnil og her skuldi heldur eingin grund verið til bangilsi um rætt var. Brúkarin er almenningurin og at farleiðin er í ordan skulu landsstýrisfólkini hava í hendi. Eg haldi at tað var fyrst í hesum ári (2008), at vit fingu at vita, at landsstýrið bert vildi geva eini 15% av tí tað annars kostar at viðlíkahalda tunlarnar. Misrøktin kemur at kosta mannalív av niðurfallandi gróti og øðrum illum. Hetta er aftur eitt gott dømi um manglandi pengar, sum blokkurin annars kundi hjálpt uppá.
Niðast liggja hesir tunlar 100 til 150 metrar undir havyvirflatuni. Tað gevur eitt atmosferiskt trýst á lekarnar uppá 10 – 15. Spurningur er so hvørjar ólukkur kunnu henda. Mær vitandi koyra fulllastaðir bilar við vandamiklum farmi har niðri eins væl og aðrastaðni. Til dømis stóru tangabilarnir við alskyns eldfimum í veskuformi, stórir bilar við dynamitti og spreingiperlum. Lætt er at ímynda sær ólukkuna sum henda kann. Hitin kann blíva nógvur og tá vilja niðurkoyringarnar virka sum skorsteinur uppá 100 til 150 metra hædd.
Hetta var eitt sindur um, um tað ringasta skuldi hent, og hetta vísir tað alneyðuga í at hava tunlarnar so stuttar sum gjørligt. Vit eiga tí fyrst at gera tunnil til Hest og so ein frá Hesti til Sands, soleiðis vil Hestoyggin virka sum lás og soleiðis kann ein til dømis spreingivanlukka í Sandstunlinum ikki breiða seg til Hesttunnilin.
Hartil kemur at hestfólk hava eins góðan rætt til ferðasamband sum sandoyingar.