Hví ikki bara Miðflokkurin, men eisini eg eri anti-mentan

    

Agga Niclasen
attitude@niclasen.fsnet.co.uk
?????????????????????????

Ókey, so hendi tað. Tað, sum helst ikki ordiliga mátti henda. At hon, eg livi í óskrásettum parlagi við, Sigga Vang, fór at søkja um mentunarstuðul, 1-ára "starvsløn" frá Mentanargrunni Landsins (ML). Tað, at frøkun Vang av sjálvsøgdum ávum ikki hevur móttikið "lønina" [freistin at søkja um úrtøkugóða styrkin er júst lokin], er málinum púrasta óviðkomandi; tí um tú søkir, veitst tú eisini, at møguleikin at vinna í hesum skikkaða vina- og kenningahappadrátti er til staðar. Men lat tað hvíla. Fyribils.
Hvørt hin einstaki umsøkjarin kann rokna seg sjálvan sum hepnan, um hann er heimliga fittur og 'insidarliga' tjóðarbyggjandi í tráð við sjálvrósandi tjóðskaparromantikkin hjá eitt nú Oddvør Johansen, er torført at meta um og ógjørligt at prógva, men hevur hetta altíð argað meg minni enn tær skortandi skyldirnar, ella krøv, sum rættliga eiga at vera ein ósundurskiljandi partur av slíkum stuðuls-politikki. Tað er nevniliga ikki ovsagt, at tað er at lifra fyri stuðulsskipanini hjá ML at knýta "skortandi krøv" at henni, tá ið hon er í uppisetri við krøvum.
Ikki bara starvslønir til listafók ella fólk, ið hava hug ella ætla sær at arbeiða við list, men eisini hvussu arbeiðslønirnar í høvuðsheitum verða brúktar, eiga, sambært handahógv, at almannakunngerast. Kontragrundgevingin, at yvirhøvur skilvísar skyldur, krøv ella avtalur millum veitara og móttakara onkursvegna avmarka listaliga frælsið hjá tí einstaka og mentanini, er einki minni enn non plus ultra svass. Sjálvandi eiga politikkur og mentan ikki at fanglast so at sovorðið sum borgaraligur sensurur kann strikast, men tað má vera eitt eyðsætt krav frá einum aðramáta nøkulunda opnum og upplýstum samfelagi at vita, hvussu tú, sum móttakari av almennum peningi, hevur brúkt hann. Handa ilsliga mølmanin frá nøkrum listakendum einstaklingum um ikki at "órógva listafólkið" ella "virða privat viðurskifti" halda nøkur vera haldgóða. Men, við størstu virðing, "privat viðurskifti" eru fíggjað av privatari peningaogn. Hetta er so sanniliga skattaborgarans søk, og málið hevur hansara nákvæma áhuga.
Men, "áh denn mótgangur! Sum... nú tú sigur tað; aftaná at hava sæð handa ótolandi Tom Hanks í "Life is like a box of chocolate-Gump" fekk eg barasta so ilt í búkin av hasum vælsignaða "ein og hvør kann 'make it', sjálvt ein býttlingur"-dreyminum og gudaði annars uppá ikki at síggja hr. Hanks aftur--eg gav honum skyldina fyri at gera niðranina av "teim býttu" fullkomna. Og tað havi eg heldur ikki. Men eg vil til eina og hvørja tíð síggja filmin aftur, enntá tvær ferðir, uppísaman, enn at vera fyri hasi evindaligu eymkanini hjá sjálvfráboðandi "listavinarligum" fólki.
Hví roknar ein alt ov stórur partur av føroyskum listafólki seg at vera serstakur í einum opinberliga serstøkum landi? Um tú sær burtur frá ríkisrættarligu støðuni, eru Føroyar eitt land sum øll onnur, hvørki minni ella meira serstakt. Men tað er lítið. Harvið ikki sagt, at vit skula halda okkum aftur, heima ella úti í heimi, bara lítið. Eftir meginreglu dámar mær einki uppáhaldið: at tí at vit eru lítil, kunna vit ikki tað sama sum tey stóru. Í Englandi eru so og so nógv listafólk, men her eru eisini so og so nógvir skattaborgarir og tístaðni tað meira av stuðuli til listafólk at lata av. Stuðulin (við uppbyggjandi skyldum mótvegis samfelagnum og, ikki at gloyma, sjálvum sær) verður sjálvandi veittur gávuríkum listafólki við yrkisligum hugburði, ið hava og kunna vísa á okkurt ? altso, listafólk ? men helst ikki ov viðurkendum listafólki, rótgrógvin listafólk. Og uttan at vísa óneyðugt pengagreði er hetta fyri at minka um burturspiltan pening, tá ið hesi í stóran mun helst áttu at verið sjálvhjálpin við annars somu atgongd til vælferðarstuðul og privatar grunnar, teirra medborgarir hava. Tey minni hepnu ella dugnaligu fáa einki og muga tí átaka sær fleiri arbeiði (sosum at skriva, arbeiða parttíð á eldrastovni ella tæna á kaffihúsi - ella er hetta ikki nóg listaligt fyri føroysk listafólk?) enn tey við stuðuli gera fyri at rinda leigu og barnagarð og fremja teirra list. Og annars... berjast! Eisini er vert at bíta merki í, at sjálvt stuðulsmóttakararnir hava parttíðarstarv í tí føri, har "starvslønin" ikki røkkur til; tað veri seg livikostnað ella listaliga framleiðslu. Men hetta er England. Føroyar er hinvegin eitt fólkafátækt land við minni skattapeningi sum fylgju og er sostatt minni av stuðuli til listafólk at lata av. Men lutfalsreglan fær gildi við tað at í einum lítlum landi sum Føroyar er talið av listafólki eisini tað minni. Tó, sum smápiltaland og monoútflytari við einum búskapi mest líkum einum vælvirkandi menningarlandi, eru vit væl meira viðbrekin enn eitt nú England. Tessvegna muga vit saman við okkara parlamentarikarum altíð vera ovuransin, tá ið tað kemur til penganýtslu. Vilja føroysk listafólk hava eina størri játtan á fíggjarlógini, íðan, hví ikki taka frá kontoini "Menningarhjálp" áljóðandi skopputur trýhundraðtúsund danskar krónur. Listafólk bera órættvíst orð fyri at vera solidarisk, enntá "reyð", men hoyrir tú aldri so mikið sum eitt krímfeingið mótmæli móti áðurnevndu skopputu upphædd til fólk, ið eru væl meira trongd enn føroysk listafólk við ella uttan "starvsløn" frá ML.
Nú, eg havi helst verið eitt eiti frekur mótvegis einum eymkandi føroyskum listaklubba soleiðis sum eg júst prátaði meg til rættis í spurninginum um, hvør skal hava hvat. Hetta sigi eg, tí eg eri væl varugur við at peningur til list og listafólk ikki nýtist at takast frá "menningarhjálps-kontoini", men postum á fíggjarlógini menniskjanum væl minni at gagni. Kortini hevdi eg, at partur av føroyska listasamfelagnum er órógvandi sinniligur um, hvaðani peningurin kemur, bara hann kemur: at tað ivaleyst ikki hevði nervað løtubæra klubba, um eitt ynski um eina "eykajáttan" á, surprise, surprise, DKK300.000 ? til tey og teirra ? snøggliga gjørdist veruleiki. Eingin grunnskygd kránan eftir hví so er og, av tí, einki solidariskt mótmæli.
Nøkur halda tað vera so óluksáliga kjaftbreitt og anti-mentanarsligt at spyrja, hvat eitt nú fólk, ið (droyma um at og halda seg) fáast við list, fáa, og hvat verður gjørt fyri peningin. Men tað er ein grund fyri hesum. Ein sera góð ein: teirra "starvsløn" kemur úr einum almennum grunni. Tað er ikki tí at tey sita í almennum starvi, ella tí at føroysk listafólk eru margháttliga merkisverd; men rætt og slætt tí at føroyski skattaborgarin rindar teirra løn. Tí at tit gjalda gildið! Og tí at tit gjalda gildið, skula tit vita, eins og partaeigararnir í einum partafelagi, ikki bara hvussu nógv tey fáa, men hvussu peningurin verður brúktur. (Og um tað stóð til mín, hevði eg støðgað her ? men tað er ikki tað, eg fái betaling fyri.)
Hetta er ikki ein spurningur um jagstran eftir kandiseraðum síðmarxistum, men (fólkaræðislig) ábyrging, tí eg dugi ikki at ímynda mær starvsfólkini í Mentamálaráðnum at fáa sína mánaðarligu starvsløn frá Jógvan á Lakjuni við bert at lurta eftir Dido ella líka so fólkafloksliga I AM við teirra pínulinnandi, smá-borgaraliga vellingi, tónlist fyri fólk, sum ikki dáma tónlist, hvør broddur tikin av fyri at geva pláss fyri eini telduviðgjørdari hóvligheit so at glinta aftanfyri ímeðan starvsfólkini við "starvsløn" hvør í sínum lagi symmetriskt planta kastljós í teirra nossliga urtagarði ella keypa eina hornasofu hjá eini longu ? einaferð húsa-gangsfyritøku.
Av praktiskum ávum kann eg ikki ganga og skava í urtagarðinum; ístaðin pátri eg í køkinum um lagalig váðaviðurskifti ? nakað, føroysk listafólk bara eru alt ov varug við. Havið í huga! Hetta er ikki stuðul til lesandi, ein útbúgvingarlig íløga, ein íløga so at hjá einstaklingum í avvarðandi landi at nema sær kunnleika, sum, sambært framkomnari fatan, er mannarættur, men "starvsløn" ætlað einstaklingum við onkursvegna loknari útbúgving á leið at fremja okkurt, av prinsipp, so trivaligt sum list. Soleiðis eitt arbeiði, soleiðis "starvsløn", soleiðis 'professionalisma'. (At so omanfyrinevndi kunnleiki ikki altíð kemur samfelagnum ella landinum beinleiðis at gagni, er møguligt spell, men rakar, sum so, ikki samfelagið; soleiðis ein rættur.)
Bara í fjørsummar var eitt øgiligt skvaldur millum tey, ið rættliga hildu, at atgongumerkini til serliga føroysku tiltøkini í Listastevnu Føroya vóru ov dýr og tey, ið hildu, at tað vóru tey ikki! Eg brúki "rættliga" av tveimum ávum: tí at føroysku tiltøkini, alias føroysk listafólk, ikki vóru líka góð sum hini--og prísáseting skal virka eftir góðsku, eyðveri tað ? og tí at, umframt at føroysk listafólk yvirhøvur eru lítið yrkislig, slettis ikki vísa avgerandi tekin um at betra vantandi yrkisligheit. Saman við Jógvan á Lakjuni kundu tey til dømis byrjað við at tikið stig til at fremja djúptøknar ábøtur í ML við "yrkisligheit" sum mílasteinur.
At tað so hóast alt kanska ikki var so dýrt hjá øllum, har limirnir í LISA eru uppíroknaðir, kemur av at teir fingu avsláttartilboð til øll tiltøkini. Bara, nógvir limir fingu ongantíð tilboðini og máttu tí veruliga umhugsa seg; og við avrikaskrá Postverks Føroya at veiftra við--eg arbeiddi í skiljingini eitt summar ? hevði eg ikki kunnað funnið uppá at skylda upp á fyrrverandi starvsfelagar... og meg. Og undir umsjón av Helgu Hjørvar eri eg fullvísur í at Norðurlandahúsið ikki kann lastast. Eftir er, við lagnunnar speisemi, LISA. Um tað ikki er heilt so, ja, so havi eg helst ikki nakra framtíð sum skriviborðsdetektivur.
Eitt er, at føroysk listafólk vilja viðurkennast, hinvegin vilja tey ikki gera tað, ið til skal fyri at viðurkennast. Vissuliga, ein og hvør vinna ella yrkisbólkur við yrkisligari tráan má taka á seg tað, ið liggur undir tráanini. Og tí eigur tað ikki einans at vera eitt kærkomið krav frá landsins síðu, men føroyska listasamfelagnum at seta í gildi reglugerð, har tú sum móttakari av almennum peningi er ábyrgur mótvegis almenninginum og sostatt áverka eina uppgerð við ivasama yrkisligheit. Ja, eitt satt handabragd partanna millum.
Men lat meg líka venda aftur til Listastevnu Føroya 2003, og gjølligari, sjálvgratulerandi forsprákarirnir fyri brúkta ætlanar-'one size fits all'-príspolitikkin, hvørs grundgeving var at tí at útlendskt og føroyskt er líka gott, vert, yrkisligt... hvat sum helst [hvat tað sum oftast jú ikki er] skula atgongumerkini vera líka dýr. Sig tú mær, men tað tykist sum um, at reglan um undantøku einamest kann smyrjast uppá tey listilærdu í listídnaðinum. Hjá flestøllum føroyskum listafólki at krevja sama prísstøði sum tey, ið veruliga eru yrkislig, er at hava falskar ímyndingar av sær sjálvum. Og herí liggur trupulleikin, tá ið hetta sjálvandi ber á brá av binda um heilan fingur-fyribrigdið, har tú sum ein frágera góð útgáva av forkelaðum tannáringum krevur at verða "viðurkendur", men samtíðis krevja ? ella, so leingi sum ? at industriell hugtøk, ókvæmisorð, sum skyldur, krøv ella ábyrging sambært hentleika detta innímillum so ikki at galda hesar á!-so-plágaðu unglingar.
Stuðul av hesum slag skal ikki bert latast við tí í hyggju at skapa ein komandi "alternativan" ídnað ella at hjálpa til við at beina evnarík føroysk nøvn inn á altjóða sýnisgluggan ? og kanska eisini, vónandi, so við og við út úr stuðulsskipanini hjá ML hjá øðrum at koma framat ? og sostatt gera Føroyar alt meira kendar. Men somuleiðis skula framfýsin listafólk inniliga heft at veggjarholulist sosum føroyskrað blokkfloytuspæl úr fjallatromunum í Andorra njóta gott av einum framburðarskipaðum politikki (sum ML um sína degenererandi stuðulsskipan neyvan stílar eftir), har landskassin í leiklutinum sum gevari slettis ikki ? í næstum ella sum frá líður ? kann vænta sær nakað ítøkiligt avkast.
Tað er hástórt skrøgg, at vinningshugað mentan ber við sær listaligt eftirlæti. Mentan er javnverd antin so hon kann 'professionaliserast' við útliti fyri vinningsbýti ella ikki; og skal hetta sjálvandi skiljast sum eitt álop á láturliga erpin veggjarholu-listafólk, sum halda, at poppur er lortur við skilvísu grundgevingini, at alt ov nógv medmenniskju ? tey ómentaðu ? dáma hann (???) og tey, ið halda, at einans lønandi vinnugreinir innan mentan og hugaligar náttúrulýsingar skula stuðlast so at geva listafólkunum eitt væl uppiborið, og kanska eisini neyðturviligt, spark í rumpuna í vónini um komandi vinningsbýti. Men hvussu nógv eg so virði veggjarholulist, hvussu týðandi eisini hon er til tess at fáa eitt "fullfíggjað" samfelag, talar nógv fyri at seta list, sum kastar av sær, framum list, ið ikki ger. So, orðað minni varsemiskent: sum eitt framtakshugað samfelag eiga vit fyrst og fremst at stuðla vinningshugaðum listafólki ? við ella uttan Mentanargrunni Landsins, men við skyldum.
Sambært kunngerð frá 2000, ið hevur heimild í lógini fyri ML somuleiðis frá 2000, er møguligt at veita upp til 50% sum starvslønir. Higartil, eingir trupulleikar. Men tá ið eingi krøv eru um listaligt "produkt", eftir at starvslønartíðarskeiðið er av, kanst tú ikki longur halda teg til "eingir trupulleikar"-úttalilsið. Vit eru ánarir av eini trotskistiskari stuðulsskipan uttan mun til vit tosa um eina trý ella eitt ára starvsløn so at geva listafólkinum "arbeiðsnáðir". Verandi skipan er ótíðarhóskandi og virkar, um sína anti-ábyrging, sum ein dýna ? sama dýna, fyri tað, tjóðveldisfólk ákæra sonevnd sambandsfólk at halda fast í, hvat ríkisveitingini viðvíkur.
Og so má eg heldur venda aftur til frøkun Vang, filmsframleiðara. Ein grundan um úrslitið av hesum skikkaða vina- og kenningahappadrátti hjá Mentanargrunni Landsins er helst óeginlig. Kortini, og til fyrimunar fyri føroyska mentan, vóni eg, at hon, eg livi í óskrásettum parlagi við og sum partur av føroyska listídnaðinum, fer at gera alt hon er ment so at hjálpa føroyskari mentan at skaka av sær óyrkisliga hugburðin við at gera grein á innkomnum peningi úr almennum grunni--skuldi hon verið so heppin at "vunnið". Eg skrivi hetta við ringum biti, men henda atgonga, at arbeiða innanífrá og vónandi slóða fyri einum skifti til 'professionalsimu', kann kanska orsaka eina sannkenningarbroyting hjá føroyska skattaborgaranum av føroyska listasamfelagnum sum yrkislig. Atgongan, tó, gerst torførari sum tú kjarrgalin roynir at vera vinur við hasi, sum frammanundan avgera. Men, hvussu er og ikki, vil tað fyrst tá ? og so kunna mínir "listaligu" vinir annars leika so óført í, teimum lystir ? verða gjørligt av álvara at røða um ein, í turvi, yvirskipaðan mentanarpolitikk.