hevði góðar gávur og hendur og lærdi til handverkara eftir meistaralæruni – ein frágingin læruháttur, sum hevði mangar dygdir. Síðani fór Herman til Horsens at lesa til verkfrøðing. (Og av tilvild kom eg [...] mentað heim. Tey vóru í bókaklubbanum “Fremad”. Nógvar góðar bøkur (eisini Blæksprutten og Svikmøllen til jólar) – og sum eg eisini slapp at læna og lesa (bókasavnið í bygdini kom ikki fyrrenn fyrst í 50unum) [...] í eini skiftitíð: frá tí at tampurin hevði gyllini dagar sum hentasta undirvísingaramboð lærarans til hjartkipt smábørn – og tíðina eftir - táið lærararnir helst onga eykaundirvísing fingu um aðrar betri
hana rósa Jens Marius Poulsen, at vera til hjálp um okkurt var áfatt. Jú, Vilhermina plagdi at taka skemtandi til, at eingin doyr av arbeiði. Sum 20 ára gomul giftist Vilhermina við Jóhannis Thomsen, pápi [...] fór eg ofta til hansara at biða hann, tildømis, knýta mær pilkin undir tráðuna. Jú, eg minnist hann, sum eitt gott fólk, og var hann sera barngóður. Eg minnist hann, síni síðstu ár ganga til Guðsorð í Betania [...] Betania, eisni til hvørt bønarmøti. Jóhannis doyði 71 ára gamal, eftir at hann kom til skaða á gamalsaldrinum. Friður verður við minninum um verforeldur míni. .... Gerhard
kundu fara til tín. Altíð til reiðar at leggja oyra til og altíð til staðar. Hóast tú komst frá einari aðrari tíð og hevði aðrar lívsroyndir, vart tú altíð við tí góða og dugdi at venda tingunum til tað positiva [...] positiva og bara vera til staðar um tørvur var á tí. Ofta tosaðu vit við teg um tær broytingar sum høvdu verið í tínari tíð, men tú dugdi sera væl at taka tað nýggja til tín. Vit kundu tosað um alt. Vit [...] Kollafirði. Tú giftist í 1946 við Hannis Jacobsen úr Hósvík og tit fingu 3 børn Dánjal, Sámal Jákup og Jóhannu. Longu sum 54 ára gomul gjørdist tú einkja í 1972. Í 1973 bleivst tú omma til tríburðar og skjótt
Julius, Jógvan og Jenny. Hann giftist í 1961 við Sannu Clementsen av Syðradali. Tey fluttu til Klaksvíkar í 1966 og fingu 6 børn. 16 ára gamal, beint eftir kríggið, fór pápi til skips við Bjørgvin. Sum 22 [...] 1966 fór hann við sluppini “Esther”, har hann var við, til hon bleiv seld til Grimsby í 1991. Hann var sostatt við gomlu “Esther”, ið fiskaði til hon var yvir 100 ára gomul, í umleið 25 ár. Hetta ber boð [...] “Eg sigli fram yvir lívsins hav, meg ber hin skiftandi bylgja....”. Til seinast orkaði hann ikki at syngja meira, men hann royndi til tað síðsta, hóast røddin var veik. Hetta fekk okkum at hugsa um, hvussu
systkinaflokki. Hon var triðelst av 11 systkjum. Omma giftist við abba okkara Vilhelm Olsen, eisini ættaður av Válinum. Tey fingu 6 børn og tóku 2 onnur til sín. Omma gjørdist einkja í 1985, tá abbi brádliga [...] jólum kendist eitt rómrúm, nú omma ikki er ímillum okkum meira. Tað var undarligt ikki at fara inn til Dinnu og Jóhan á jólum at heilsa uppá ommu og bera henni jólapakkan, ið hon var so gleð fyri, og sum
stórum S, og eisini eyðkenda og vælklingandi málið segði frá hesum, og hóast hann flutti til Klaksvíkar og giftist Elly, fødd Joensen úr Gerðum, fyri meira enn 70 árum síðani, so vóru tankarnir framvegis [...] Og so ikki at gloyma minnis máltíð Harrans sunnumorgun, sum av sonnum er ein løta, sett av til tilbiðjan og takkargerðir. Eisini her hoyrdist trúfasta rødd hansara floyma við tøkk inn fyri ásjón [...] skarin, sum í Betesda fylgdi honum til seinasta hvíldarstað hansara her á fold – (tjaldbúðin) “dustið er fari aftur í moldina og verður sum tað var áður, men Andin er farin til Gud, sum gav hann.”(Prædikarin:
broyting hjá tykkum. Tá var eingin vegur niðan til húsini, klæðini blivu vaskaði í ánni og langt var oman í býin. Har komu Derek og Edna til verðina. Í 1955 keyptu til grundstykkið í Pedda við Steinsgøtu og í [...] reyðu bygningarnar, har landsstýrið í dag húsast. Í apríl 1934 flutti so øll familjan til Føroya, og hóast bondini til Skotlands vóru sterk, so vóru tit øll verandi í Føroyum. Tú kom at vaksa upp úti í Tinganesi [...] brúktir til skrivstovur, lagur og annað. Tú gekk í skúla hjá nonnunum og var tað skjótt, at tú hevði lært tað føroyska málið. Sum hjá øllum øðrum tá í tíðini, fekk tú skjótt ábyrgd og kom at hjálpa til við
at koma til Føroyar at vitja og sleppa at práta við teg. Hann føldi tað ofta sum at tit vóru javngamlir, tí tú vart so ungur í sinninum. Abbabørnini hevði tú ein serligan tokka til, ikki minst til Linn, [...] nógvir av okkara tonkum eru farnir til tín og saknin eftir tær. Eina viku áðrenn tú doyði. høvdu vit øll verið samlaði jólaaftan í Rituvík hjá tær og mammu. Tú vart uppi til síðsta mann og hugnaði tær óført [...] so sera hugnalig og stuttlig at verða saman við, altíð við tí góða orðinum og sera positiv. Tú giftist við mammu, Fríðbjørg, fødd Joensen av Hvítanesi í 1953 og tit fingu 8 børn, harav eg var yngsta
Eiðis at ganga til handa, til Gøtu at tæna hjá familju har og so aftur til Gjáar at taka handilin upp á seg, tá yngra systirin giftist. Sjálv giftist mostur í 1963 við Erlingi, og saman fingu tey einkardóttrina [...] fáast til høldar og so var tað at taka upp, tá flett varð. Lívsstarvið hjá mostur gjørdist at taka sær av øðrum. Hon byrjaði lívsskeið sítt við at ganga foreldrunum til handa, síðani fór hon til Eiðis [...] trínur. Hesi orðini hjá skaldinum kunnu vit taka til okkum, nú okkum var so dátt við at missa mostur, minst sum okkum vardi tað. Eisini kunnu vit taka til gomlu orðini: Skjótt er Harranum um. Mostur var
í orðum, líka so illa ber til at lýsa mammu okkara í fáum orðum. Mamma vaks upp í Saltnesi og flutti Innan Glyvur, tá ið hon giftist við babba. Hon hevur helst longst aftur til Saltnesar fyrstu tíðina, [...] tílíkt. Mamma var góð við síni nærmastu og fylgdi væl við hvussu til stóð .Vóru ommubørnini sjúk, ringdi hon og spurdi hvussu gekk. Til høgtíðir kom hon altíð við onkrum, páskaprýði, jólastjørnum, onkrum [...] ongantíð hoyrdu vit hana gremja seg um tað. Eg minnist hana glaða, tá ið vit sunnudagar fóru við báti, út til Saltnesar at vitja ommu og abba. Mamma var úr stórum systkinaflokki - hon var góð við síni systkin