hann skoytir um at koma til Havnar. Obama er eingin gandakallur Men, ið hvussu so er og ikki, beint nú eru fyribils meginparturin av teimum occidentalu tíðindadreingjunum farnir at elta og elska Obama, og [...] skal kunna útrætta av undurverkum. Men hvat fer Obama at kunna avrika? Ja, vit vita lítið um, hvat hann ætlar ella torir at gera, nú tann amerikanska kapitalisman liggur fyri deyðanum. Sjáldan, um nakrantíð [...] fullveldismaður av “vit vilja og kunna sjálvi”-typuni. Men hevur Obama ikki meira enn geldan retorikk í skjáttuni, so kunnu tey higartil framdu bankatiltøkini ikki fora fyri, at vit aftur fáa eina nýggju
vindi og tætt eru millum teir grovu ælingarnar norðaneftir. Men onkur er kortini sum ikki letur seg steðga av slíkum umstøðum. Vit hava eygleitt henda bátin av Streymoyarlandinum. Komin nakað suður um [...] um brúnna snarar hann í stýriborð, og leggur nú leiðina inn í havnalagið á Oyrarbakka. Eigarmaðurin, Jan Jacobsen av Norðskála hevur drigið nakrar gággulínur, sum skúlu brúkast sum agn til næsta útróðrartúr [...] eftir gággu til agn, samstundis sum egningin var í gongd inni í einum skúri á havnalagnum. Jan var nú sjálvur til arbeiðis umborð á bátinum, har hann var í holtur við ymiskar praktiskar uppgávur umborð
kølnaði. Tað tóku vit og fluttu. ?Jú, vit gjørdu nokk so nógv skálkabrøgd. Men hvat annað skuldu vit gera? Tað var ikki so nógv at brúka tíðina til, tá vit ikki arbeiddu, minnast tær aftur á. Vit fóru ikki so [...] til, at tær nú sita her í hugnaligu stovuni í Miðvági er, at tann yngsta teirra, Kitty, er komin heim til Føroya at halda 80 ára føðingardag. ?Vit ætlaðu ikki, at nakar skuldi vita av, men nú hevur onkur [...] so langt, men vit hoyrdust aftur ímóti. ?Mamma skeldaði okkum út, tí vit vóru so beistaktigar. Men tað hjálpti einki, minnist Jenny. Hinvegin høvdu vit eina so fitta grannakonu, sum vit hildu nógv til hjá
virkið kann lata uppaftur. - Vit hava øll eina vón um at tað fer at henda. Vit hava fyrr verið í eldi og kláraðu tá skerini. Og eg vænti, at vit klára tað eisini hesaferð. Øll eru niðurtyngd Marianna er ikki [...] nakað, sum kom púrasta óvart á hana: Nú var samanlagt. Og nú var bara Fiskavirking eftir. Í øðrum heimum í Hvalba komu hesi tíðindini eisini óvart á, og tey mundu nú gruna, hvønn veg tað bar við flakavirkinum [...] - Vit livdu í óttanum gjøgnum allan desember mánaða ? ja, í sjálvum jólamánaðinum, tá vit royna at gera alt gott fyri hvønn annan. Hesin mánaður var fyri okkum ein mánaður í stórari óvissu. - Vit fingu
sagt, at so nógv ivamál eru í samband við yvirtøkuna, so eru hetta allarhelst reinar undanførslur hjá minnilutasamgonguni. Vit sóu hetta í ólukkumáta í samband við yvirtøkuna av sakførarastarvsemi, ein [...] ikki, er tað neyðugt, at vit taka okkum av teimum 883 útlendingunum, sum eru í Føroyum í dag, og geva teimum tey bestu málsligu, mentanarligu og samfelagsligu amboðini, sum eru neyðug fyri, at hesi kunnu [...] yvirtøkuna av útlendingaøkinum. At sambandsflokkurin og løgmaður eru í iva um eina yvirtøku, skilji eg væl, men tað er ikki rætt, at tað eru so nógv ivamál í samband við yvirtøkuna, sum løgmaður vil vera
deildini í 1984 og 1985. Hjá GÍ eru søguligu tindarnir væl hægri. Teir hægstu eru FM heitini í 1983, 1986, 1993, 1994, 1995 og 1996. Tað eru søguligu tindunum hjá GÍ, sum Víkingur nú miðar eftir. Úrslitini seinastu [...] deildini: - Samanspælið riggaði hampuliga væl í dag. Vit høvdu bóltin kanska meiri enn mótstøðuliðið, men vit spældu okkum ikki til so nógvar málmøguleikar. Nú eru Bogi Gregersen og Jónhard Frederiksberg komnir [...] teimum tíðliga á árinum, eitt nú tí fleiri spælarar tá hugsa meiri um hondbólt enn um fótbólt. Sunnudagurin í Sarpugerði vísti, at manningarligu fyritreytirnar eru betri nú, enn tær hava verið fyrr í ár
støðu. Ein av okkara kæru hevur drigið síðsta andan, og eftir sita vit - tóm og spyrjandi. Í hesi løtu eru praktiskir spurningar einki, vit vilja hugsa um. Men fyrr ella seinni koma teir kortini - bønarhald [...] . - Vit geva okkum góða tíð, so at løtan skal gerast so góð sum gørligt. Summi eru bangin, og vilja ikki inn í rúmið, har tann deyði er. Tað er eingin sjálvfylgja at fara inn til eitt lík, men vit spyrja [...] heilsan skal niður í kistuna. Anni og Zacharias eru bæði á einum málið um, at tað ringasta við hesi uppgávu er, tá tað eru ung fólk ella børn, og tá tað eru vanlukkur, sum hava kravt mannalív. - Tá eg byrjaði
fyri, at sjúka kann verða innflutt til Føroya við rognum. Stórir trupulleikar eru við eitt nú PD og HSMB í grannalondunum. - Vit vilja ikki hava hesar sjúkur hendavegin. Arbeiðsbólkurin, sum kannaði hetta [...] er eitt nú luttøka í arbeiðsbólki, sum endurskoðar alilóggávuna. - Arbeiðið varð ikki liðugt undan løgtingsvalinum, og felagið hevur ikki fingið ábendingar, um hetta arbeiðið heldur fram, nú nýggj samgonga [...] verk eina kanning av rognaveitarum í Noregi, Íslandi og Skotlandi. - Vit meta, at eitt tað veikasta liðið í føroysku sjúkutilbúgvingini eru rognini. Rogn verða innflutt, og eingi serlig krøv verða sett, tá
men hann heldur tað ikki vera so løgið, at eitt nú amerikanskar fyritøkur fáa møguleika at gera uppgávur í Irak, nú tá so nógvir amerikanskir skattapengar eru farnir og skulu latast til Irak. USA hevur júst [...] sum eingin enn hevur funnið? -Hvussu er við teimum ella ikki, so haldi eg fólk her í Irak eru glað um, at tað nú eru útlit til at tey fáa demokratisk viðurskifti í landinum uttan at skula ganga og bera ótta [...] tíðindini bórust um, at Saddam Hussein er handtikin. ?Vit komu úr Basra til Bagdad í einum bretskum hernaðarflogfari í gjár, og tíðliga í morgun blivu vit vakt við byrsuskotum og rópandi irakum, sum fegnaðust
sama, sum vit eru von við. Her hava tey sera góða tíð. Tá vit endiliga eru komin ígjøgnum pass-kontrollið og út í forhøllina, kann túrurin veruliga byrja. Nakrir av okkara filippinsku vinum eru og taka ímóti [...] ímóti okkum. Tey eru sera glað fyri at síggja okkum, tey syngja og dansa, og harumframt fáa vit øll blómukransar. Ja, vit eru av sonnum í einum øðrum parti av heiminum. Nú hava vit ein tríggjar tímar langan [...] eydnast sera væl. Tey hava nú etablerað seg av nýggjum, og eru glað fyri teirra nýggju bygd. Tey eru sera lág á vøkstri, hava myrkari hold enn vanligi filippinin, og tey eru ikki kristin. Tey hava ymsar