Stríð
V
Bjarni Petersen heldur, at føroyingar hava alt ov skjótt við at geva seg undir tað, sum tey stóru londini siga, at vit skulu gera. Hetta sóu vit í Loynikrókinum á sinni, og hetta sóu vit við toskinum, tá hesin kom aftur miðskeiðis í 90-unum, eins og við makrelinum í 2008.
- Føroyar eiga ikki bara at tekkjast øðrum - og teimum stóru. Tí fegnist eg um avgerðina hjá okkara myndugleikum um aftur í ár at áseta okkara egnu kvotu í altjóða sjógvi á Grand Bank, tó at hetta kostar stongdar havnir í Kanada.
Skiparin heldur, at føroyingar í størri mun eiga at hugsa um, at havríkidømið er okkara lívsgrundarlag, og tí eiga vit at stríðast fyri okkara rættindum.
Bjarni Petersen er í løtuni umborð á rækjutrolaranum Arctic Viking, sum roynir á umstrídda økinum Grand Bank í altjóða sjógvi á Flemmish Kap.
Hann heldur ikki, at søgan um hesa leið er komin nóg týðiliga fram, nú Kanada aftur fer at steingja sínar havnir fyri føroyskum og grønlendskum fiskiskipum.
- Mær vitandi vóru føroyingar teir fyrstu, sum funnu út av, at nógvar rækjur eru á hesi leið. Hetta var í 1993 og sama ár, sum rækjurnar á Flemmish Kap vórðu funnar.
Skiparin sigur, at umstrídda økið á Grand Bank verður rópt ”Nose of the Bank”. Hetta er ein ”tunga” við góðum dýpi, sum stingur út um 200 fjórðingamarkið hjá Kanada. Økið, sum talan er um, er einar 100 fjórðingar suður og norður og einar 20 fjórðingar eystur og vestur, og her er nógvur annar fiskur enn rækjur, eitt nú svartkalvi, lodna og toskur, sigur hann.
Hann vísir á, at kanadiumenn vóru skjótir at seta forboð fyri at fiska rækjur á hesari leið á Grand Bank, hóast hetta var uttan fyri 200 fjórðinga fiskimarkið.
- Men eftir nøkur ár fekst semja um, at ein ávís nøgd kundi fiskast, og hetta var eftir, at føroyski rækjutrolarin Høgifossur eftir avtalu við Fiskirannsóknarstovuna hevði gjørt royndir á hesari leið nøkur fylgjandi ár.
Skiparin sigur, at seinni varð semja gjørd í NAFO um, at øll limalond skuldu fáa eina rækjukvotu á leiðini – og eisini lond, sum slett ikki høvdu fiskað á hesari leið.
- Lond, sum slett ikki fiskaðu rækjur yvirhøvur, eisini fingu kvotur eins og føroyingar. Hetta kundu føroyingar sjálvandi ikki góðtaka, tí úrslitið er, at tað sita menn í nøkrum av hesum londum, sum tilvildarliga fingu hesa kvotu og selja hana til tann, sum er grammastur at keypa.
Bjarni Petersen vísir á, at nú tvinga kanadiumenn okkum at spæla við í hesum ørvitisspæli við aftur at steingja sínar havnir fyri okkum.
- Um hetta ikki er revolvarapolitikkur so tað forslær, veit eg ikki, hvat eg skal kalla hetta, sigur skiparin á rækjutrolaranum Arctic Viking, Bjarni Petersen, skipari.
Samstundis, sum Kanada steingir sínar havnir fyri føroyskum og grønlendskum skipum, seta teir sær sjálvum stórar rækjukvotur innanfyri 200 fjórðingar – á sama øki og dýpi, har føroysku skipini fiska í altjóða sjógvi.