Erla Berghamar, nevndarlimur í Føroya Urtagarðsfelag
-----
Góðu tit við ábyrgd av nýggju rundkoyringini, kunnu tit ikki gera annað hesaferð enn at fylla hana við grasi og kjarri?
Tíbetur hava vit eitt býráð og eina fyrisiting í høvuðsstaðnum, sum leggur í at snøgga býin, og tað skulu tey hava takk fyri. Nú eg seinastu árini havi búð uttanbíggja, havi eg at kalla hvørja ferð, eg eri komin til Havnar, frøtt meg um okkara vakra høvuðsstað.
Nú skal aftur ein rundkoyring gerast í Havn. Kunngjørt varð seinasta mánað, at tekniska nevnd hevur samtykt at gera rundkoyring har uppi, sum Sundsvegur, Blómubrekka og Vegurin Langi møtast.
Hetta er ein góð tíð at kunngera slíkan bata í býnum, nú kommunuval er í eygsjón. Og helst er tað eisini ein góð tíð at koma við umbøn viðvíkjandi hesi rundkoyringini - og kanska hinum í býnum eisini.
Góðu tit, ið varða av. Tit ið leggja rundkoyringina til rættis, tekniska nevnd, tit ið hugsa um umhvørvi og trivnað. Kunnu tit ikki hava í huga at gera hesa rundkoyringina eitt sindur vakra og prýðiliga? Tað er ikki nóg mikið at gera hana væl rundaða við snøggari steinseting - og síðan at ripa nakrar bøkkar í.
Ein slíkur rundingur er upplagdur at gerast prýðiligur. Ongantíð betri enn at ein standmynd, kanska gosbrunnur, kundi verið inni í miðjuni. Men tað fari eg ikki at biðja um hesaferð.
Gras og grønt er so nógvastaðni. Havi ongantíð skilt, hví rundingurin skal sáast til við grasi. Fyri ikki at tosa um kjarrvøksturin, ið er beinleiðis pínligur at skoða. Ella halda tit sjálv, sum hava ábyrgd í býráðnum, at tað er vakurt á at líta?
Hví ikki gera tað fagurt og blómandi á hesum avmarkaðu rundingunum? Setið várblómandi leykir niður og tað nógvar. Nógv sløg av leykblómum eru, sum trívast væl í Føroyum og koma aftur á hvørjum ári - summar fjølgast enntá fyri hvørt ár. Og síðan blómandi plantur saman við veturgrønum. Ein íløga, sum ikki fer at kosta so øgiligt.
Vit eiga fleiri fólk, sum duga væl at seta litir og vøkstur saman, so tað kann gerast ein frøi at koyra fram við rundkoyringunum ella at standa har og bíða.
Og tá henda rundkoyringin er gjørd, kunnu hinar eiga tørn.
Havi hug at vera eitt sindur óforskammað og biðja tykkum ikki seta landslagsarkitektar ella landslagsgartnarar, ella hvat tey eita, at gera hetta. Grót og laðing er fínt og flott, men kanska hava vit ovmikið av tí. Latið fólk gera hetta, sum hava ans fyri øðrum enn gróti, grasi og tí grøna. Vit hava eisini brúk fyri litum. Og at lítið fæst at vaksa í Føroyum uttan gras og trø, er stórliga misskilt!
Plagi at gleðast, hvørja ferð eg komi fram við blómukøssunum í býnum. Hatta er vissuliga við til at skapa trivnað fyri sál og sinni. Hevði so ynskt, at tað kann fáa frið at verða verandi vakurt.