Prestakjólin er skiftur út við oljuklæði

Peter O. K. Olofson segði seg fyrr í ár úr starvi sum prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi, men hann liggur ikki á latu síðuni. Peter er farin at royna sjólívið, og tað heldur hann verða spennandi

Tá ið Ljósafelli fór til Flemish Cap í kanadiskum sjógvi 10. juni, mynstraði Peter O. K. Olofson við skipinum.

Peter er ein kendur persónur í Føroyum, av tí at hann hevur verið ósamdur við bisp, tá ið hann var prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi. Henda ósemja hevði við sær, at Peter segði seg úr starvi sum prestur og fór at royna okkurt annað.


Fyrsti túrurin

Fyrsti túrur hjá Peter var á Flemish Cap í kanadiskum sjógvi, har roynt varð eftir svartkalva. Har fiskaðu teir bara í hálvan annan mánað. Veiðan var eini 180 tons, og fiskiskapurin var smáligur. Henda veiðan varð løgd upp í Havn í síðstu viku.

Nú er leiðin løgd vestureftir í russiskan sjógv í Barentshavinum, har túrurin verður gjørdur liðugur. Har verður roynt eftir toski. Ljósafelli er júst komin á fiskileið, men eins og á Flemish Cap hevur verið heldur smáligt við fiskiskapinum, sigur skiparin á Ljósafelli, Atli Hansen.

Ætlanin er at fáa eini tvey hundrað tons í Barentshavinum, sum er kvotan, teir eiga, áðrenn leiðin verður løgd heimaftur. Tað er torført at meta um, nær Ljósafelli aftur liggur við bryggju. Tað veldst alt um, hvussu fiskiskapurin verður.

Fáir bátar eru har um leiðir, men Sundaberg er staddur onkustaðni vestanfyri Ljósafelli, og onkur hissini russari roynir eisini har.


Ongantíð verið við fiskiskipi fyrr

Peter O. K. Olofson sigur, at sjólívið er eitt spennandi starv, tí hann hevur ongantíð roynt tað fyrr. Hetta er fyrstu ferð, at hann er úti og siglir við einum fiskiskipi, men einaferð skal verða fyrstu ferð.

Tá ið Sosialurin hevði Peter í telefonini, órógvaðu vit hann, meðan hann arbeiddi við at reinskera hýsu, og fyrr um morgunin hevði hann fingist við at fáa veiðuna í frystilastina. Annars er tað ymiskt, hvat Peter tekst við umborð.

Reiðarin Mortan Johannesen hevur bara rós at bera Peteri, sum altíð er til dystin fús til eina nýggja avbjóðing, sum í hesum føri umborð á Ljósafelli.


Tænir Gudi har ein er

Peter O. K. Olofson leggur dent á, at hansara kall framvegis er at verða prestur, men sum viðurskiftini eru í føroysku fólkakirkjuni nú, er hetta ikki møguligt, og tí hevur hann valt annað starv.

Nú er prestakjólin so skiftur út við oljuklæði, men ein mynstrar bara ein túr í senn, so Peter kann ikki siga, hvussu leingi hann verður verandi umborð.

Tað er stórur munur á at hava sína dagligu gongd í lastini umborð einum langfaratrolara, og so at verða sálarhirði og prestur hjá fuglfirðingum, men tað er ikki so avgerandi, bara ein sum kristin tænir Gudi, har man er.

- Vit hava øll ymisk køll her í lívinum, men tað, sum er avgerandi fyri meg og øll onnur kristin, er, at man tænir Gudi, har man er staddur, sigur Peter.