ikki rættu hond frá síðu, men lótu Vlademir Putin drepa frá hond. Hatta blóðdálkaða bølmenni má steðgast, og tað eigur heimurin at klára so ella so! Tað snýr seg ikki um okkum, men um eitt fólkadráp í einum [...] samhuga við ukrainska fólkinum, uttan tó at gera alt tað, sum vit eru ment fyri at steðga øra vittugginum í Moskva, sum drepur frá hond í einum landi, sum hann vil hava. Tað er eingin umbering fyri Russland [...] ein óðan mann og gøtuni drepa frá hond, so høvdu vit gjørt alt vit kundu til tess at steðga honum. Men tað gera vit ikki, tá tað snýr seg um Putin og Ukraina. Vit finna upp á allar møguligar umberingar
stóð á vøllinum frammanfyri Capitol og við síni gitnu I have av dream røðu kravdi javnrættindi fyri allar landsins borgarar. Vit eru komin langt, men enn er langt eftir á mál. Hugsjónarliga var røðan áhugaverd [...] at hetta var ikki vanlig vinstrahall tala, sum mong kundu ynskt og vóna. Men løtan var ikki til ideologiskar markeringar, men til orð, ið kundu savna og skapa eina kenslu av felagsskapi um almenn demokratisk [...] samfelagsábyrgd. Hann gjørdi vart við stóru trupulleikarnar á heimavølli so væl sum á altjóða vølli. Men hann undirstrikaði, at tað ber til at vinna á trupulleikunum, samstundis, sum hann ávaraði sínar landsmenn
smáar kommunur. Upprunaliga fylgdu kommunumørkini at kalla sýsslumørkunum, og vit høvdu fáar men stórar kommunur. Men við tí undirstøðukervi, sum tá var, áðrenn vit fingu vegirnar millum bygdir, var henda skipa [...] enn sjey ella í mesta lagi níggju kommunur í landinum. Kommunala sjálvstýrið er yngri enn løgtingið, men fyri tí hevur tað ikki minni týdning fyri borgaran. Hugmyndin aftan kommunala sjálvstýrið er, at avgerðir [...] hava í dag. Tað er tí av stórum týdningi fyri fólkaræðið, at veljararnir møta fjølmentir á valinum i morgin, soleiðis, at vit, tá valið er av, kunnu vísa á metstóra valluttøku. Her er eisini annar spurningur
sigur hon, men sigur seg samstundis einki kenna til nakran fyrispurning hesum fólkunum viðvíkjandi. Fólkini eru limir í Føroya Arbeiðarafelag, sigur Ingeborg Vinther, og leggur aftrat: »Men tú kanst gott [...] til arbeiðis. Og tey eru útlendingar. Flestu teirra úr Thailandi. Viking Fisk byrjaði at arbeiða fisk i Oyndarfirði í februar mánað, sigur stjórin, Hendri Tausen. Tá varð avtala gjørd við kryvjivirkið hjá [...] endaliga úrslitið er, vil hann ikki siga, tí hann metir tað sum ein virkisloynidóm, sigur Hendrik Tausen. Men hann væntar, at tað nakað skjótt fer at bera til at fara undir rættiliga framleiðslu, tá tey hava funnið
óhepnan skaða fyrr í hesum kappingarárinum, men er komin fyri seg. Rumenia kann væl koma víðari úr bólkinum, tá hugsað verður um styrkina á hinum liðunum í bólkinum. Men so steðgar tað eisini har. Átta ferðir [...] Ukreina og Slovakia. Tað eru ikki tey stóru nøvnini á rumenska landsliðnum. Navnframastur er Ianis Hagi, men tað er størri mun tí pápi hansara er ongin minni enn Gheorghe Hagi, eitt satt fótbóltshalgimenni í [...] Genoa til Tottenham. Alíkavæl hevur Rumenia vunnið seg til EM ósigrað. Rumenia vann undankappingarbólk I framman fyri Sveis, sum telur fleiri spælarar á flottum fótbóltsbústøðum í Evropa. Maðurin, sum fær
Tíðinaskriv Kappingin byrjar kl. 12, tað er ókeypis atgongd. Í ár eru 12 luttakarar við, 8 menn og 4 kvinnur, og øll kappast í einum bólki. Styrkilyfting, kallað "Power Lifting" á enskum, er ein av trimum [...] styrkiítróttargreinum hjá Føroya Styrkisambandi Styrkilyfting snýr seg um rástyrki, har kappast verður i trimum lyftum: Beinbend (Squat): At seta seg niður við tungari vektstong á herðunum og reisa seg uppaftur [...] høvd í rørslum, sum kallast trekk (snatch) og stoyt (Clean and Jerk). Í vektlyfting hevur styrki, men eisini fimi og teknikkur, týdning. Kúlulyftarar sveiggja tvær tungar kúlur, annahvørt beint upp um
vit tvingað at taka lán kann væl hugsast at ræðisrætturin fer av hondum. Men ikki annars. Nú er væl høvuðstrupulleikin, at menn fara inn á eitt búskaparliga fakliga teknist (trupult) øki. Og vilja seta [...] besta: vit missa ræðisrættin. Eingi krøv eru til forrentning av partapeningi/eginpeningi. Men til forrentning av fremmandum peningi/ lánum: nevniliga tað sum sambart lánsskjølunum er avtalað [...] grønlendingum? Skulu teir teljast við? Teir eru jú ikki útlendingar. Er Danmarks Skibskreditkreditfond ”útlendskur” peningur? Soleiðis kundi eg hildið fram. Hvat merkir so ræðisrættur. Hann kann
onkrum førum nøkur E-nummur at lesa. Hentir upplýsingar fyri tey flestu og alneyðugir fyri summi, men teir eru als ikki ein sjálvfylgja. Føroyska kunngerðin um at merkja liðugt pakkaðar matvørur ásetur [...] matvørur. At Heilsufrøðiliga Starvsstovan so velur at lena seg upp at tí danska yvirlitinum er jú gott, men eitt føroyskt yvirlit við kravi um, at tað verður brúkt, hava vit framvegis ikki. Ótíðarhóskandi Bæði [...] Galdandi lóg stavar nevniliga frá 1985, og hóast onkrar kunngerðir erum komnar seinni, líkist lóggávan i nógvum førum mest einum arbeiðssetningi, sum ongantíð er vorðin liðugur, sum formaðurin í Brúkarasamtakinum
fíggjarlógini. Men glottar eru eisini. Hóast trupulleikar meta flestu serfrøðingar, at heimsbúskapurin fer at batna í 2005. Føroyar eru komnar væl ígjøgnum tað árið, sum nú fer. Landið er ríkt, men tíðin er [...] Búskaparliga kundi myndin havt verið ljósari. Tað gongur ikki betur enn væl i vinnulívinum. Orsøkirnar eru lágir fiskaprísir og bygnaðarligir trupulleikar. Hinvegin er ikki talan um kreppu, og samgongan [...] fer at gagna øllum fjølmiðlum - eisini bløðunum, sum jú ikki eru javnstett við almennu fjølmiðlarnar men sum hava sína týðandi uppgávu í okkara demokratiska samfelag. Almennu miðlarnir fáa milliónaupphæddir
síðan, nú er. Svarið er, at hon er rættiliga breið, men at semjan kundi verið væl breiðari og tað hevði verið ein ómetalig styrki fyri samgonguna. Men hinvegin kann ein skilja landsstýrið, tí hetta mál [...] húsar, men tað var ein óvanliga stórur partur av løgtinginum og tí er tað ikki heilt burturvið at tala um eina breiða semju í hesum máli. Nú er at fáa samtykt nakrar yvirtøkur, so lógin kann roynast i verki [...] hvar vit flóta. Fái enda á tí óvissu, sum spakuliga breiðir seg serstakliga í vinnulívinum og síðst men ikki minst komið til sættis við fakfeløgini. Verandi klandur er ósømiligt fyri eina annars sera skilagóða