Valið í morgin er sermerkt og søguligt. Hetta er ivaleyst seinasta kommunuval við teimum nógvu smáu kommununum, og tá farið verður á bý- og bygdaráðsval næstu ferð, vera tað neyvan fleiri enn sjey ella í mesta lagi níggju kommunur í landinum. Kommunala sjálvstýrið er yngri enn løgtingið, men fyri tí hevur tað ikki minni týdning fyri borgaran.
Hugmyndin aftan kommunala sjálvstýrið er, at avgerðir, sum hava týdning í lokalsamfelagnum, skulu verða tiknar so nær borgaranum sum gjørligt. Hetta sigst vera ein orsøkin til, at vit fingu so nógvar smáar kommunur. Upprunaliga fylgdu kommunumørkini at kalla sýsslumørkunum, og vit høvdu fáar men stórar kommunur. Men við tí undirstøðukervi, sum tá var, áðrenn vit fingu vegirnar millum bygdir, var henda skipa tung og trupul, so hon varð upployst í 52 smærri og størri eindir.
Tíðin er nú farin frá eini skipan við nógvum smáum og meðalstórum kommunum. Orsøkirnar ery fleiri. Vit hava fingið eitt sera vælútbygt undirstøðukervi og politiska rákið gongur móti útleggingum. Hetta merkir við øðrum orðum, at nógvar av teimum almennu uppgávunum, sum alt síðan 1948 hava verið landsuppgávur, fara at verða lagdar út til kommunalar myndugleikar at fyrisita. Sama rákið er um øll Norðurlond. Hóast royndirnar av hesi skipan yvirhøvur eru góðar, so hava ávísir trupulleikar verið staðfestir serstakliga innan barna- og ungdómsøki so væl sum eldraøkið. Orsøkirnar til hesar trupulleikar kunnu í flestu førum rekjast aftur til fíggjarlig viðurskifti. Kommunurnar hava verið ov fíggjarliga veikar at megna at lyfta tær nýggju uppgávurnar til lítar. Okkara lóggevararar og landsmyndugleikar eiga tí at læra av hesum og síggja til, at neyðturviligt fíggjarligt tilfeingi fylgir við ella kann útvegast, tá stórar landsuppgávur verða lagdar út til bý- og bygdaráðini at fyrisita. Um ansað verður væl eftir á hesum øki, og útleggingin verður væl fyrireikað og væl fyriskipað, fer henda skipan ivaleyst at verða til gagns fyri borgararnar.
Kommunala sjálvstýrið er ein sera týðandi partur av fólkaræðiligu skipan okkara. Tað hevur tí týdning, at veljararnir taka hetta valið í líka stórum álvara sum løgtingsvalið. Tá nýggja skipanin er framd og kommunala sjálvstýrið hevur verið ígjgøgnum tær bygnaðarbroytingar, sum liggja í kortunum, fara bygda- og býráðini at hava eins stóra ávirkan á gerandisdagin og løgting og landsstýri hava í dag. Tað er tí av stórum týdningi fyri fólkaræðið, at veljararnir møta fjølmentir á valinum i morgin, soleiðis, at vit, tá valið er av, kunnu vísa á metstóra valluttøku. Her er eisini annar spurningur av demokratiskum týdningi. Vit hugsa um skeiva kynsbýti í okkara bý- og bygdaráðum. Veljarin eigur í morgin at hava hetta í huga soleiðis, at valið í morgin eisini verður valið, sum tryggjaði eina meira demokratiska samanseting av okkar bý- og bygdaráðum soleiðis, at hesir stovnar í framtíðini fara at endurspegla býtið millum kvinnur og menn í samfelagnum annars. Gott val í morgin øll somul!