saman og gjørdu eina verkætlan. Alt sá so bjart út, framskrivingar vístu, at tað var ein sera góð forrætning, at eitt privat partafelag framdi hesa verkætlan. Kauphting Banki og seinni Eik runnu á leistum [...] tosa um at avmarka orkuútlátið er neyðugt at fáa eitt slættari, styttri og beinari høvuðsvegastrekki við færri forðingum. Ein undirsjóvartunnil eigur tí at verða undantakið, ikki sjálvfylgjan
varð biðin um at siga upp. Landsstýrismaðurin vísti beinanvegin sína ónøgd við at heita á stýrisformannin um at leggja frá sær. Málið hevur eisini verið reist av tingfólki – og alt tað endaði við [...] og stjórn. Landsstýrismaðurin heldur tað ikki vera annað enn nátúrligt, at avvarðandi landsstýrismaður hevur henda rætt. Sambært útvarpinum í gjár hevur hann ikki tikið støðu til, um hann tekur [...] at skulu slíkar reglar gerast, so skulu tær ikki gerast fyri ein stovn, men generelt. Nevndarformaðurin, Alfred Petersen heldur, at vit eiga at læra av tí sum hendi við stjórasamsýningini
milliónir krónur, og so vísir hann á ymsar sparingar og rationaliseringar, sum landsstýrið hevur gjørt. Men tað skerst ikki burt, at pengar mangla í hjá løgmanni. Staðfestingin av [...] upp á aðrar tankar. Tað ber ikki til at byggja land í Føroyum við at vóna, at vit kunnu fáa pengar forerandi frá øðrum. Tað er gingið upp fyri løgmanni. Og hóast hann hevur rætt í, at tað var skeivt
Helle Thorning-Schimdt, sum eftir øllum at døma verður nýggjur forsætisráðharri – ikki minst, tá Danmark tekur yvir formansskapin í ES á nýggjárinum. Spurningurin er sjálvandi, um hesir [...] hesir sessir í heila tikið hava nakran týdning. Sjálvstýrisflokkurin, ið sum kunnugt ongan kjans hevur at fáa umboðan á Fólkatingi, plagar at siga, at hesir sessir skulu niðurleggjast [...] verri, um hann eisini er partur av einum stjórnargrundarlag. Soleiðis hevur Kaj Leo Johannesen havt Edmund Joensen. Høgni Hoydal hevur verið rættiliga eyðsýndur við sínum máta at vera
varðveita eina sera ivasama og óliðiliga skipan, har demokratiska tilgongdin verður darvað, soleiðis at gjøgnumskygni og opinleiki verða minni. Hetta líkist ikki sørt skipanum, vit kendu [...] gomlu kommunistalondunum og framvegis kenna í teimum londum, sum krampaktiga halda falst við foroldaðar skipanir frá farnum tíðum. Neyvan tora tey, ið ráða fyri borgum í tryggingini at halda [...] Tryggingarfelagnum. Men tað tykist á onkran hátt bekvemt. Tað merkir jú eisini, at hann verður formaður í TF Holding, TF Ognir og TF-Íløgur, tí tað er vanligt, at somu nevndarlimir ganga aftur
Finansiel Stabilitet beyð fjølmiðlunum á ein ikki sørt margháttligan tíðindafund, har nevndarformaðurin í Finansiel Stabiliteti við peikifingrinum á lofti hótti við at niðurleggja og [...] tveimum mánaðum síðani, at TF Holding keypir bankan – og eigur bankan í fystu syftu saman við Finansiel Stabilitet. Altso, hóttanin hjá nevndarformanninum í Finansiel Stabliltet var tað reina [...] og heldur ikki setir nevndarlimum krøv um kvalifikatiónir. Tað er tó ein glotti, at nevndarformaðurin í TF Holding í gjár segði, at tað verður umhugsað at broyta bygnaðin kring TF Holding
løgmann og Kára P. Højgaard, Men um illa vil til, so kann tað vera ein bumba undir samgonguna og undir sessin, sum Eivin Jacobsen hevur til láns frá einum av landsstýrisfólkum Sambandsfloksins. [...] Tað var stórur ivi frammanundan, um landsstýrismálanevndin fór at virka sum ein forlongdur armur hjá báðum frontunum í tinginum, andstøðu og samgongu. Um so var, so varð úrslitið kent [...] út í æsir, og at tað skal hava tær avleiðingar, tað eigur at hava. Serliga áhugavert er hetta, tá formaður Sambandsfloksins á tingi, Alfred Olsen, sigur, at Eivin Jacobsen hevur brotið eina floksavtalu
samstarv millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Men tað krevur so, at Tjóðveldi niðurtónar fullveldishugsjónina. Tað málið kann loysast við eini nýggjari stjórnarskipan, um flokkarnir megna at gera semju [...] semjuni. Sum landið liggur nú tykist bara sum um Framsókn kann taka undir við kósini hjá Tjóðveldi. Aksel Johannesen sigur seg ikki trúgva upp á blokkpolitikk í Føroyum so leingi stríðið stendur um fleiri [...] setti hol á tað kjakið í tíðargrein her í blaðnum herfyri, so her draga núverandi og fyrrverandi formaður ikki somu línu. Tá ein flokkur soleiðis útilokar samstarv við annan flokk, so kann tað eisini
løgtingsval, so innanhýsis ósemjur og vantandi tamarhald hjá Kaj Leo Johannesen sum floksleiðari, ikki forkoma allari framgongdini, sum Sambandsflokkurin hevur. Hinvegin hevur Javn [...] legitimiteturin hjá Tjóðveldinum fyri at halda Kaj Leo Johannesen við róðrið í Tinganesi líkasum við at brenna út. Spurningurin er, um Tjóðveldi kann fáa fleiri mál ígjøgnum, ella um alt bara [...] lokkurin nógv at vinna við at bíða sum longst. Hóast vit ikki hava sæð og hoyrt nógv til nýggja formannin seinastu tíðina – tað er nú eitt sindur løgið – so hevur flokkurin eina pena framgongd
ætlar sær nakað í politikki, so má hann taka telefonina og svara, tá hann verður spurdur. Hóast tað var ein kvettroynd, sum varð framd móti Kára P. Højgaard, so dugdi hann í gjár væl at avparrera [...] - og Kári Højgaard vann hansara sess. Sum einasti tingmaður floksins var hann sjálvskrivaður formaður. Men Kári Højgaard hevur klárað uppgávuna væl. Hann er ein fólksins maður, altíð blíður [...] fígginda í politisku skipanini. Nýggi formaðurin er akademikari, doktari í lóg. Tað eru øðrvísi fortreytir, enn postmaðurin og útróðrarmaðurin hevur. Kári á Rógvi umboðar tað nýggja æ