Tá boðskapurin er so greiður, so fangar borðið. Og tá flokkurin samstundis undirstrikar, at flokkurin er ein samríkisflokkur, sum ikki heldur, at Føroyar skulu úr danska ríkinum, so er Sambandsflokkurin ein upplagdur samstarvsflokkur. Men tað krevur so aftur, at kinkur kemur í samstarvið millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, sum hevur verið sera tætt síðani valið í oktober í 2011.
Ein møguleiki er tó eitt samstarv millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Men tað krevur so, at Tjóðveldi niðurtónar fullveldishugsjónina. Tað málið kann loysast við eini nýggjari stjórnarskipan, um flokkarnir megna at gera semju um tað. Tað sær tó eitt sindur svart út, at Tjóðveldi verður við í tí breiðu semjuni. Sum landið liggur nú tykist bara sum um Framsókn kann taka undir við kósini hjá Tjóðveldi.
Aksel Johannesen sigur seg ikki trúgva upp á blokkpolitikk í Føroyum so leingi stríðið stendur um fleiri ásar í føroyskum politikki. Tað var annars fyrrverandi formaður floksins, sum setti hol á tað kjakið í tíðargrein her í blaðnum herfyri, so her draga núverandi og fyrrverandi formaður ikki somu línu.
Tá ein flokkur soleiðis útilokar samstarv við annan flokk, so kann tað eisini merkja, at trupult verður at koma í samgongu. Serliga um eingin annar flokkur ger tað sama. Vit kundu hugsað okkum, at Tjóðveldi gjørdi tað sama. Men tað hevur flokkurin snøgt sagt ikki ráð til, tí so kann hann tað sama avskriva fullveldishugsjónina, og tað ger flokkurin ikki. Sambært frásøgn frá aðalfundi í Eysturoyar Tjóðveldisfelag herfyri, so vóru tey heitari fyri »stríðinum fyri nationalstatinum«, enn einum reyðum blokksamstarvi við Javnaðarflokkin. Tað lýsir helst støðuna hjá Tjóðveldinum væl, hóast formaðurin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag roynir at gera sína egnu útlegging. Men skýggjar Tjóðveldi Fólkaflokkin, so skýggjar hann eisini fullveldi, og tað heldur flokkurin valla til.
So sum vit síggja yndissamgonguna hjá Aksel V. Johannesen, so er tað gamla heimastýrissamgongan saman við Sambandi og Sjálvstýri.
Og jú, tú málar teg inn í ein krók við slíkum útmeldingum. Men eyðsæð er, at Aksle satsar sína politisku karrieru upp á hetta, tí valla tímir ein advokatur eina oyðimarkargongd sum andstøðutingmaður.