makrelinum í heyst tóktust eitt sindur daprari í ár í mun til tey góðu árini, vit hava havt, gevur makrelurin í løtuni nógv arbeiði á stóru uppsjóvarvirkjunum. Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos í Fuglafirði [...] nakað av makreli í juni, eitt sindur meira í juli - og í august fingu vit eisini nakað av fiski til virkingar. - Í januar og februar høvdu vit eisini nakað av makreli, sild og svartkjafti, og í februar høvdu [...] tímar. Tað merkir, sigur hann, at arbeitt verður alt samdøgnið, hvønn dag í vikuni. Eini 60 fólk eru til arbeiðis á Pelagos í Fuglafirði. - Alt eftir, hvussu nógvan makrel vit fáa, arbeiða vit eini 600, 700
sett í starv sum sosialdeildarleiðari hjá Fuglafjarðar kommunu, og hon byrjar í starvinum hin 1. oktober í ár. Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi hin 26. august í ár at seta Jónhild Abrahamsen í starv [...] . Jónhild Abrahamsen, sum er 50 ára gomul, er búsitandi í Fuglafirði. Hon er útbúgvin banka- og sosialráðgevi og hevur harumframt eina master í almennari leiðslu. - Nýggi sosialdeildarleiðarin hevur drúgvar [...] drúgvar starvs- og leiðsluroyndir innan sosiala øki, serliga í donskum kommunum, vita tey í Fuglafjarðar kommunu at siga í dag.
Tá ið Aron Sofus Vest bríkslaði fyri síðstu ferð í góðveðrinum í Fløtugerði í Fuglafirði seinnapartin, vóru tað 22 spælarar á vøllinum, sum høvdu til við at fegnast, nú máltalvan vísti 2-2. Úrslitið ber [...] raski miðvallarin Emil Weihe Joensen. Hetta var annað málið hjá honum í ár. Tað fyrra skoraði hann í 6-1 tapinum í fimta umfari í Gundadali ímóti HB. Fram ímóti dystarenda hevði ÍF stóran møguleika at [...] skoraði. Hetta var í 14. minutti, og tað var ein annar av nýggju framrættaðu monnunum, Kaspars Svarups, sum átti uppleggið. Hetta var fyrsta málið hjá Djordjevic í stríputu troyggjuni. Í reyðu ÍF troyggjuni
Steffan A. Løkin við aftur, eftir skaða í lærkrikanum. Petur í Túni Petersen er framvegis skaddur í fótinum. 2-1 heimatapið ímóti 07 Vestur ber við sær, at ÍF er í tungum sjógvi. Um tað skal eydnast at sleppa [...] Í gjárkvøldið vóru tríggir dystir í tí, sum á pappírinum eitur 21. umfar, spældir. Seinnapartin í dag vera tveir teir síðstu dystirnir. 07 Vestur fær vitjan av B68, og ÍF fær vitjan av TB. Støðutalvan [...] verið so mikið góð, at hóttanin av niðurflyting í løtuni ikki er tann, sum tað av mongum varð roknað við, at hon fór at verða. Við 2-1 sigri í Fuglafirði lyfti 07 Vestur seg fram á sætta plássið. 07 Vestur
Í Fuglafirði hevur nógv kommunalt byggivirksemi verið seinastu árini. Her er komið nýtt og stásiligt ítróttarhús, eins og skúlin í bygdini verður nógv útbygdur. Vesturstova, sum er eldrasambýlið í Fuglafirði [...] Fuglafirði, er bæði útbygd og umbygd, og í gjár varð arbeiðið handað. í Fuglafirði eru tey sera fegin um betraðu umstøðurnar í Vesturstovu. - Vit eru sera fegin um hesa út- og umbygging, har TN-Bygging hevur [...] havt el-arbeiði, og JHR hevur havt jørð- og kloakk arbeiðið. Í Fuglafjarðar kommunu siga tey, at allir arbeiðstakarar, sum hava verið partur í verkætlanini, hava greitt sínar uppgávur væl úr hondum, og
fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 28.196 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 17.561 tons tikin í Føroyum í mun til 12.941 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 10.634 tons í kruvdari vekt [...] 5 milliónir smolt í Føroyum og 11,0 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanbering var útsetingin í Føroyum 14,3 milliónir smolt í 2020, 12,7 milliónir í 2019 og 12,6 milliónir í 2018. Í Skotlandi var útsetingin [...] vekt tikin í mun til 7.937 tons sama ársfjórðing í fjør. Tilsamans vórðu 5,2 milliónir smolt sett út í øðrum ársfjórðingi í mun til 5,8 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 3,2 milliónir av hesum vórðu
vunnið dyst í Betrideildini síðani 16. mai tá teir vunnu 2-1 á EB/Streymi á heimavølli. 07 Vestur hevur við 2-1 sigrinum á ÍF í Fløtugerði í Fuglafirði í dag vunnið tríggjar teir seinastu dystirnar í Betrideildini [...] Høgni Egilstoft Nielsen og ÍF-venjarin, Agnar Prestá eru samdir um, at ÍF hevði ikki hepnið við sær í dag, men heldur var tað 07 Vestur sum hevði avgerandi smálutirnar við sær, men tað forðar ikki Høgna
Vágamenn eru við at pakka saman í Fløtugerði í Fuglafirði, og teir hava alla orsøk at fegnast. Í viðførinum vestur aftur í Vágar hevur 07 Vestur 2-1 sigur. Tey trý stigini bera við sær, at 07 Vestur nú [...] liðunum, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Tað eydnaðist ikki. ÍF setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið vágamenn vóru óhepnir at gera sjálvmál. Næstu løtuna vóru heimamenninir fleiri [...] blokeraðu. Fimm minuttir undan steðginum javnaði 07 Vestur. John Fagerström skoraði, og vongverjin í høgru Høgni Egilstoft Nielsen átti uppleggið. Seks minuttir eftir steðgin var tað avgerandi fyri dy
fyrsta bríksl í Fløtugerði í Fuglafirði, har ÍF í lykladysti í botnstríðnum hevur vitjan av 07 Vestur. Hetta er fyrsti dystur hjá ÍF, síðani tað í vikuni varð boðað frá, at tveir kendir menn í ÍF og føroyskum [...] 07 Vestur í triðja umfari var í Fuglafirði, endaði tað við 3-1 heimasigri. Ta ferðina skoraði Filip Djordjevic tvey av ÍF málunum og Uros Stojanov eitt mál. Hvørgin teirra er longur í Fuglafirði. Erling [...] Løkin og Bartal Eliasen, sum í vikuni hava verið við til venjingarnar. Á dómaraseðlinum undan dagsins dysti stendur Jóan Pauli Jacobsen at vera høvuðsvenjari. Hjá ÍF eru í dag teir somu á listanum, sum
vera fýra dystir leiktir í Betrideildini hjá monnum. Klokkan 15 spæla KÍ og TB við Djúpumýru í Klaksvík, ÍF og 07 Vestur í Fløtugerði í Fuglafirði, og Víkingur og HB í Sarpugerði í Norðragøtu. Tróndur Arge [...] EB/Streymur við Løkin í Runavík. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Klokkan 17 byrjar B-EM finalan millum U19 hondbóltslandsliðini hjá Føroyum og Hvítarusslandi í Bulgaria. Heimildarmaður [...] Heimildarmaður hjá FM1 verður Gunnar Djurhuus. Seinni koma samrøður og hæddarpunkt út á in.fo. In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1