Nú brennur av álvara undir fuglfirðingum

TB var frammanfyri við tveimum málum í Fuglafirði, tá ið eitt stórt korter var farið, men seks minuttir undan leikloki javnaði ÍF

Jens Erik Bruhn, sum seinnu árini hevur verið ein av teimum drúgvastu á TB liðnum, var í dag fyri fyrstu ferð millum TB málskjúttarnar

Tá ið Aron Sofus Vest bríkslaði fyri síðstu ferð í góðveðrinum í Fløtugerði í Fuglafirði seinnapartin, vóru tað 22 spælarar á vøllinum, sum høvdu til við at fegnast, nú máltalvan vísti 2-2. Úrslitið ber við sær, at TB hevur trý stig og má roknast at vera fokið úr bestu deildini, og at ÍF hevur 13 stig og er fýra stig frá áttanda plássinum, sum heilt víst ber rættin við sær til eisini næsta kappingarár at spæla í bestu deildini.

 

Setningurin hjá TB var at vinna fulla úrtøku og harvið at vinna fyrsta dystin á árinum.

 

Í framrættaða partinum hevði TB mannað seg við Ken Fagerberg og Filip Djordjevic, sum inntil summarstaðin var ÍF spælari, og TB legði ágangandi fyri. Tá ið 18 minuttir vóru farnir, var støðan 2-0 til TB.

 

Fyrra málið var tað Filip Djordjevic, sum skoraði. Hetta var í 14. minutti, og tað var ein annar av nýggju framrættaðu monnunum, Kaspars Svarups, sum átti uppleggið. Hetta var fyrsta málið hjá Djordjevic í stríputu troyggjuni. Í reyðu ÍF troyggjuni skoraði hann undan summarsteðginum tvey mál. Bæði í 3-1 heimasigrinum í triðja umfari ímóti 07 Vestur.

 

Fýra minuttir seinni varð 2-0 til TB. Hesaferð var tað vongverjin í høgru Jens Erik Bruhn, sum skoraði, og Ken Fagernerg átti uppleggið. 19 ára gamli Jens Erik Bruhn hevur seinastu árini verið millum teir drúgvastu hjá TB, og í dag var hann fyri fyrstu ferð millum málskjúttarnar.

 

Gundur Ellingsgaard Petersen hjá ÍF hevur verið so mikið illa skaðadarvaður, at hann ikki hevur verið førur fyri at vera á vøllinum í ein heilan dyst. Í dag var hann millum teir fyrstu ellivu hjá ÍF, og hann var í góðari støðu at skora longu áðrenn TB setti hol á.

 

Tíggju minuttir undan steðginum eydnaðist tað hjá ÍF at minka um munin. Málskjútti var Hans Jákup J. Lervig. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár.

 

Eftir steðgin var tað sera hendingarríkt og spennandi. Hjá TB snúði tað seg um at halda tørn um leiðsluna og at vinna ársins fyrsa sigur, og hjá ÍF snúði tað seg um at skora tvey mál, so fyritreytirnar at varðveita plássið í bestu deildini kundu styrkjast. ÍF pressaði, og TB var ofta í mótálopum, og tað vóru nógvar spentar støður frammanfyri bæði málini.

 

Bara eitt mál varð skorað í seinna hálvleiki. ÍF javnaði til 2-2, tá ið tað restaðu seks minuttir. Málskjútti var raski miðvallarin Emil Weihe Joensen. Hetta var annað málið hjá honum í ár. Tað fyrra skoraði hann í 6-1 tapinum í fimta umfari í Gundadali ímóti HB.

 

Fram ímóti dystarenda hevði ÍF stóran møguleika at skora sigursmálið. 17 ára gamli evnaríki Rúnar Johnsson, sum varð skiftur inn, tá ið 20 minuttir vóru eftir, rak inn í brotsteigin í vinstu, áðrenn hann úr góðari støðu smekkaði til, men bólturn brast í síðunetið skeivu megin stólpan.

 

Næsti dystur hjá ÍF verður 12. september á útivølli ímóti EB/Streymi. Tá verður talan um sannan lagnudyst hjá fuglfirðingum.

 

 

 

Jens Erik Bruhn, sum seinnu árini hevur verið ein av teimum drúgvastu á TB liðnum, var í dag fyri fyrstu ferð millum TB málskjúttarnar