Jónhild verður sosialdeildarleiðari

Hion er 50 ára gomul, útbúgvin banka- og sosialráðgevi og hevur harumframt eina master í almennari leiðslu.

Jónhild Abrahamsen er sett í starv sum sosialdeildarleiðari hjá Fuglafjarðar kommunu, og hon byrjar í starvinum hin 1. oktober í ár.

 

Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi hin 26. august í ár at seta Jónhild Abrahamsen í starv sum sosialdeildarleiðara hjá Fuglafjarðar kommunu.

 

Avgerðin hjá býráðnum er grundað á tilmæli frá setanarbólki og fíggjarnevndini. 

 

Jónhild Abrahamsen, sum er 50 ára gomul, er búsitandi í Fuglafirði. Hon er útbúgvin banka- og sosialráðgevi og hevur harumframt eina master í almennari leiðslu.

 

- Nýggi sosialdeildarleiðarin hevur drúgvar starvs- og leiðsluroyndir innan sosiala øki, serliga í donskum kommunum, vita tey í Fuglafjarðar kommunu at siga í dag.