Royna at renna undan botninum

Felags fyri tey, sum seinnapartin fara í eldin, er, at tey hava møguleika at styrkja um sína støðu í kappingini um at sleppa undan at flyta niður

Við 2-0 heimasigri ímóti NSÍ styrkti KÍ í gjárkvøldið um sína støðu sum FM favorittur

Í gjárkvøldið vóru tríggir dystir í tí, sum á pappírinum eitur 21. umfar, spældir. Seinnapartin í dag vera tveir teir síðstu dystirnir. 07 Vestur fær vitjan av B68, og ÍF fær vitjan av TB.

 

Støðutalvan sigur, at talan er um tvær uppgerðir, har dagsskráin er at stykja um støðuna í kappingini fyri at sleppa undan at flyta niður.

 

Felags fyri 07 Vestur og B68, sum hittast í Sørvági leygardagin, er, at talan er um uppflytarar, og at gongdin seinastu tíðina hevur verið so mikið góð, at hóttanin av niðurflyting í løtuni ikki er tann, sum tað av mongum varð roknað við, at hon fór at verða.

 

Við 2-1 sigri í Fuglafirði lyfti 07 Vestur seg fram á sætta plássið. 07 Vestur hevur 20 stig – tvey fleiri enn B68 – og tað tykist sannlíkt, at hvørgin av uppflytarunum fer at flyta niður. 07 Vestur hevur bara einaferð áður vunnið fleiri stig í einum kappingarári. Tað var í 2017, tá ið úrtøkan var 28 stig, og 07 Vestur endaði á níggjunda plássi og slapp undan at flyta niður.

 

Hóast B68 tapti 2-1 á útivølli ímóti B36, so var leikliga avrikið á góðari leið. 13. mars vóru toftamenn ógvuliga vónbrotnir, tá ið teir taptu 3-2 í Sørvági. 07 Vestur var undirmannað í 26 minuttir, men megnaði kortini fram ímóti dystarenda at skora tvey mál og at vinna øll stigini.

 

Hjá 07 Vestur er liðformaðurin Martin Tausen tøkur aftur eftir leikbann. Zoran Vujovic og Asbjørn Heðinsson eru framvegis skaddir.

 

Hjá B68 er Steffan A. Løkin við aftur, eftir skaða í lærkrikanum. Petur í Túni Petersen er framvegis skaddur í fótinum.

 

2-1 heimatapið ímóti 07 Vestur ber við sær, at ÍF er í tungum sjógvi. Um tað skal eydnast at sleppa undan niðurflyting, so er neyðugt leygardagin at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti TB.

 

TB er fokið úr bestu deildini. Um tað skal eydnast at vinna fulla úrtøku í einum dysti, so er besti møguleikin í dag.

 

Hjá ÍF er Gunnar Christiansen tøkur aftur eftir vøddaskaða. Gundur E. Petersen er framvegis skaðadarvaður, men hann verður ivaleyst aftur í dag á listanum. Jens Joensen er leikbannaður.

 

Hjá TB er Einar Thorsteinsson framvegis skaddur.

 

 

 

ÍF – TB: Aron Sofus Vest kl. 15.30

 

07 Vestur – B68: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

20182078656
Víkingur201352411944
B3620983362035
HB181044531734
NSÍ21957373032
07 Vestur196211255620
B68195311234818
EB/Streymur194411163816
ÍF183312184512
TB1802168562

 

 

 

Við 2-0 heimasigri ímóti NSÍ styrkti KÍ í gjárkvøldið um sína støðu sum FM favorittur