feløgini tóku í fjør lut í ávikavíst steypakappingini og UEFA kappingini. Tað fingu tey 80 túsund sveisikar frankar ella 360 túsund krónur í part fyri. Fitt at fáa, er tað einki at ivast í, at teir í Havnini [...] meistararnar í 1998 verður ikki útgoldin fyrrenn í juli í ár 2000, men tað man ikki gera so nógv! Komandi summar fer B36 at fáa milliónina fyri meistaraheitið í 1997 og harvið luttøkuna í innleiðandi umfarinum [...] Í hesari vikuni skulu tvey føroysk fótbóltsfeløg í europeiska eldin, og tað er bæði ein ítróttarlig og fíggjarlig avbjóðing. Tað kunnu tey feløgini skrivað undir uppá, sum royndu seg í Europa Cup í fjør
greitt varð frá í blaðnum í gjár. Eftirlønarprosentið verður goldið á konto hjá FHF. Men nú ætlar HHF at seta tiltøk í verk fyri at fáa tann partin av eftirlønarprosentinum, sum handverkarar í Havnini eiga [...] Eg má siga, at vit hava onki hoyrt. Onki ítøkiligt, bara okkurt hissini. Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Handverkameistarafelag, FHMF, kennur einki til trupulleikarnar, sum hava stungið seg upp [...] ígongd. Annars heldur formaðurin í FHMF, at er tað satt, at føroyingar arbeiða fyri undirløn uttanlands, er tað eitt álvarsmál. Ð Er tað satt, skilji eg væl, at tað loypir øði í meistarar og handverkarar uttanlands
heldur sjáldsamari ferð, nevniliga í kjalarvørri víkinga í Norðuratlantshavi. Ferðin byrjaði í Keypmannhavn. Leiðin gekk síðani til Bergen, Sognefjordane og Geiranger í Norðurnorgi og haðani til Føroya. [...] eiga fyritøkuna, ið siglur út frá í Los Angeles men er skrásett í Bahamaoyggjunum. Stóran týdning fyri Havnina Talan er um størsta skip, sum nakrantíð hevur lagt at bryggju í Havn nakrantíð. Skipið er 240 [...] Íslands, Skotlands og endar ferðina í Dover. Hetta er ein fjúrtan daga ferð og koma ferðafólkini við flogfari úr USA til Keypmannahavn. Slík ferð er ikki fyrr ein og hvønn, í hvussu er skulu nógvir pengar til
plássið, og har var hann eisini í fjør. Í 1995 var ríkisumboðsmaðurin, sum annars plagdi at ganga fremstur, fluttur aftur á áttanda plássið, í 1996 var hann fimtur í røðini, og í fjør var hann eisini á fimta [...] fer í og úr kirkjuni, áðrenn tingið verður sett, men tingformaðurin hevur tryggjað sær, at tað er politisk undirtøka fyri boytingini, sum hann hevur gjørt. Mánadagin var fundur í formansskapinum í løgtinginum [...] teir tríggir næstformenninir í tinginum, og so koma tingmenninir. Tann tingmaðurin, sum hevur sitið longst í tinginum, fer at ganga fremstur, og teir, sum hava verið styttst í tinginum, fara at ganga aftastir
Nú á døgum kunnu sjónbond sendast í hvønn krók í landinum og verða víst sama dag. Hann heldur, at tað er ikki neyðugt at alt er so óluksáliga professionelt- í fyrstuni í hvussu so er. Tað er heldur ikki [...] misnøgdir við ítrótarsendingarnar í Sjónvarpi Føroya. Vit halda at tað er heilt út av lagi, at sjónvarpið skal gera so lítið burturúr føroyskum ítrótti. Heðin Mortensen, formaður í ÍSF heldur, at sjónvarp Føroya [...] sjónvarpið í hesum sambandi røkir sína uppgávu sum boðberi hjá føroyskari mentan. Hinvegin heldur hann, at Útvarpið ger eitt megnararbeiði. Eg haldi, at sjónvarpið mangan gloymir at taka útgangsstøðið í føroysku
hevur havt, síðani heimastýrislógin kom í gildi. Løgtingsformaðurin vil hava, at luttakararnir í skrúðgonguni eisini í sínum klædnabúna vísa, at teir taka henda partin í tí álvara, sum lógin leggur upp til [...] álitið, sum í 1994 varð almannakunngjørt í hesum sambandi. Frammanundan hevði einki formligt staðið á prenti um skrúðgonguna, men bara at tingið skuldi setast eftir ólavsøkuguðstænastuna. Í álitinum verður [...] sigur røðin í skrúðgonguni nakað um hvørja tign, teir ymsu tingmenninir og embætismenninir hava í føroyska samfelagnum. Hægstu tign eftir uppskotinum hevur løgtingsformaðurin. Hann er formaður fyri tí fólkavaldu
leita oman aftur í miðbýðin. Tað eru teir 16gøtusópararnir, sum hava ruddað gøturnar, meðan vit fingu okkum eina hvíld, áðrenn vit herjaðu aftur á ólavsøkuna. Finnur í Puntabyrgi, formaður í reinhaldinum og [...] arbeiðstrýstið av, sigur Finnur í Puntabyrgi. Reinhaldið fær tó eyka arbeiði í ár, av tí at ólasøkan byrjar týsdag, og tí væntar reinhaldið, at nógv fólk koma til Havnar í vikuskiftinum, áðrenn ólavsøku [...] Reinhaldið í Havn hevur nógv at gera í hesum døgum, nú býurin ger seg til reiðar at taka ímóti ólavsøkugestunum. Vit hugsa um tað, og tosa kanska eisini okkara millum um, hvussu tær óruddiligu gøturnar
haldi, at Føroyar og føroyingar høvdu havt best gagn av, at hon var, sigur Sámal Petur í Grund, sum er formaður í sjálvstýrisflokkinum á tingi. Hvussu tá? ? Eg haldi, at tá millum trý og fýra hundrað fólk [...] størri fyri, at vit fáa tey bestu fólkni upp í politiska arbeiðið, heldur løgtingsmaðurin fyri sjálvstýrisflokkin Hann vísir í hesum sambandi á, at fyrr í tíðini fingu trolaraskipararnir seks partar. [...] tey bestu bjóðaðu seg fram at stýra landinum. Fyrimunirnir Sámal Petur í Grund er samdur við Finnboga Ísakson, tá hann í blaðnum í gjár segði, at tað er so nógv annað arbeiðið tengt at tí at vera løgtingsmaður
Eysturstein spælir. Kl. 22.30 er midnáttarrøða: Tormóður Stórá, formaður í nevndini fyri Føroyahúsið, heldur røðu. Tiltøk í Føroyahúsinum í heyst: Í juli mánað hevur kaffistovan verið stongd. Gólvið er umvælt [...] framsýning koma tvær aðrar í heyst, sum Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn skipar fyri. Týsdagin 8. sept. byrjar bingokvøldini aftur. Tey eru annaðhvørt týskvøld kl. 19. Sjey kvøld verða í heyst og sjey aftur [...] Ólavsøka í Keypmannahavn er ikki tað sama sum ólavsøka í Havn, men mong hava hug at hittast hesar dagar til prát og gaman og at fáa ein føroyskan bita. Týðiligt er, at mong eru fólk, sum er niðri og ferðast
út sum fylgisskjøl hjá sjálvari røðuni. Í ólavsøkurøðuni í fjør hevði Edmund Joensen eitt yvirlit ella eitt katalog, sum tað ofta verður nevnt, har hann, umframt í sjálvari røðuni at tosa um meiri generellar [...] var ikki í tráð við tað, sum Anfinn Kallsberg, løgmaður, annars hevur hildið um valið av løgtingsnevndum. Síðani nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi, hevur hann fleiri ferðir sagt, at grein 20 í stýri [...] dagur ásettur, tá løgtingið skal fara í summarfrí. Í Danmark verður altíð miðjað eftir, at fólkatingið fer til hús grundlógardag, 5. juni, men tað heldur ikki altíð. Í Føroyum fór tingið ofta fyrr til hús