Tað skal loysa seg at vera politikari

Sámal Petur í Grund heldur, at fleiri væl kvalifiserað høvdu bjóðað seg fram, um lønin til politikararnar var hægri

Sjálvstýrisflokkurin tekur undir við tí, um uppskot kemur fyri tingið at hækka lønirnar til løgtingsmenn:

? Eg havi leingi havt ta áskoðanina, at lønin er ov lág, og at tað er neyðugt at hækka hana. Eg veit ikki, hvussu nógv hon skal hækka, og tað er neyvan hugsandi, at hon fer at hækka til tað, sum eg haldi, at Føroyar og føroyingar høvdu havt best gagn av, at hon var, sigur Sámal Petur í Grund, sum er formaður í sjálvstýrisflokkinum á tingi.

Hvussu tá?

? Eg haldi, at tá millum trý og fýra hundrað fólk bjóða seg fram at vera vald inn á ting, so skulu tey, ið verða kjósaði, fáa eina løn, sum tey kunnu liva av, um tey vilja halga seg politiska arbeiðnum. Í prinsippinum haldi eg, at tað so at siga skal loysa seg fíggjarliga at vera politikari, men eg dugi væl at síggja, at politikaralønirnar fara ongantíð at vera hægstu lønirnar í landinum.

? Fer tað at loysa seg fíggjarliga at vera politikari, so verða tað ivaleyst fleiri, sum bjóða seg fram, og so er sannlíkið ivaleyst eisini størri fyri, at vit fáa tey bestu fólkni upp í politiska arbeiðið, heldur løgtingsmaðurin fyri sjálvstýrisflokkin

Hann vísir í hesum sambandi á, at fyrr í tíðini fingu trolaraskipararnir seks partar.

? Nú fáa teir nakað minni, men prinsippið er tað sama. Lønin er so mikið góð, at reiðararnir kunnu velja og vraka millum teir bestu. Tað lopysir seg fyri teir at fáa teir bestu, og tað hevði loyst seg fyri føroyska samfelagið, um tey bestu bjóðaðu seg fram at stýra landinum.


Fyrimunirnir

Sámal Petur í Grund er samdur við Finnboga Ísakson, tá hann í blaðnum í gjár segði, at tað er so nógv annað arbeiðið tengt at tí at vera løgtingsmaður, enn bara at møta á tingfundum og nevndarfundum:

? Tað verður ofta funnist at, at politiska orðaskiftið í Føroyum er so lítið og fátæksligt og at politikararnir taka so lítið lut í almenna orðaskiftinum. Eg eri ikki ósamdur í hesum, men eg haldi, at ein stórur partur av orsøkini er, at politikararnir eru ov illa fyri. Skalt tú taka lut í orðaskiftinum, so skalt tú hava nakað upp á hjartað, og skalt tú hava nakað uppá hjartað, so skalt tú brúka tíð til at seta teg inn í viðurskiftini. Tað hava føroysku politikararnir ikki í dag, tí teir brúka tíðina til at røkja aðrar skyldur, og tað er spell. Men broytingar í lønarviðurskiftinum kundu bøtt um hetta. Tí ivist eg ikki í, sigur Sámal Petur í Grund.