heimsins mest framkomnu boripallum, Jack Bates til at bora á føroyska landgrunninum um ólavsøkuleitið ella fyrru helvt av august næsta ár. Gongst eftir ætlan verða tveir brunnar boraðir. Talan er um boring [...] Kunoy. Alt lisensøkið BP hevur fingið tillutað verður nevnt Borðoy. Um nøvnini eru tilvildarliga vald ella BP hevur valt at standa væl um sátt við stýrandi politikarnar úr Norðoyggjum skal standa ósvarað! [...] møguligt at fáa fatur á boripallum. Einki avgjørt um útgerðarhavn Sosialurin skilur, at hvørki BP ella hinir operatørarnir hava avgjørt, hvørja havn í Føroyum teir vilja brúka til útgerðarhavn. Talan er
Síðani 1980 hevur Doris Hansen arbeitt sum talulærari í Havn. Hesa tíðina hevur hon havt sína dagligu gongd úti á dagstovnum, har hon hevur givið børnum, ið hava trupulleikar við málinum og taluni frálæru [...] soleiðis, at børn við talu- og máltrupulleikum koma á Sernámsfrøðiligu Ráðgevingina í talubólk eina ferð um vikuna í tveir tímar. - Tað verður skilt millum mál og talu. Málið er tað tú hevur innan fyri, [...] mátin, tú úttalar orðini. Talutrupulleikar er tí t.d. ikki at duga at siga s og r ordiligt, staman, ella tosa ígjøgnum nøsina. Rættiliga nógv børn hava trupulleikar av, at hoyrnin er minkað orsakað av áhaldandi
kring allan heimin fyri Lloyds Register í sambandi við klassing av oljupallum ol. Hetta er so fyrstu ferð, at hann hevur verið í Føroyum og heldur hann tað eisini vera júst røttu løtuna at vitja Føroyar, [...] oljuvinnu. Umráðandi er eisini at melda tíðliga út og gera okkum greitt, um vit eru før fyri at vera við ella ikki. Soleiðis sum Sosialurin skilur málið, so er tað ikki bara at biðja lova sær at vera við í hesum [...] føroyingar eru á beinari leið, tá tað longu nú verður hugsað um hesi viðurskifti. Hóast boring eftir olju ella nakað stórvegis virksemi í tí sambandi ikki er byrjað enn, so heldur hann tað vera skilagott av føroyingum
øer for 9 millioner kroner om året." Hann brúkti sjálvur orðið absurd, men lat tað nú liggja eina hesa ferð. Eg haldi at Hoydal er alt ov varin í síni ekspansionismu. Grønland vildi við hesum bókhaldaralogikki [...] blokkstuðulin, "det såkaldte generelle tilskud til Færøerne." Hann lýsir blokkin, sum nakað løgið ella magiskt: "Den fremmanes og oppustes i folks bevidsthed som den akse, hvorom verden drejer. Det er [...] niðurslitin arbeiðsmaður í boliviansku tin-minunum, ein boygdur bóndi í cambodiansku rísveltunum, ella ein arbeiðsleysur afro-amerikanari í ghettoni í einum amerikanskum stórbýi sagt til ókeypis skúlagongd
Mannagongdin er tann sama, um talan er um umsøkjara, sum søkjur fyrstu ferð, ella um ein umsøkjari longu hevur arbeitt í eitt ella fleiri ár í Føroyum. Hesar treytir tryggja, at útlendsk arbeiðsmegi ongan [...] ítróttarfeløgunum sera nógv. Men Jógvan við Keldu hevur sagt, at tað kemur ikki upp á tal at seta hesa skipan í verk. Hví hendan skipan ikki kann setast í verk er trupult at skilja. Væl veit eg, at tað [...] orðaskifti. Eisini er trupult at skilja at limir hjá FA og HA verða bólkaðir eftir um teir eru føroyingar ella útlendingar. Eg trúði at allir limir vóru líka. Men tá formenn kunnu útala seg um, at summir limir
ini fara at mistrívast, fara heim ella í betri lønt størv, so hevurlandsstýrismaðurin onki øki at umsita. Tí námsfrøðingarnir megna ikki at fylla økið, hvørki nú ella nakrantíð. Tað hevði klætt honum betri [...] hjálparfólk, tey somu hjálparfólkini, sum halda øllum økinum uppi, og gevur teimum eina umberðing fyri hesa sera klossutu grein. At virða hjálparfólkini, sum enn eru í Pedagogfelagnum, er tað minsta kravið [...] við vælsignilsi í hesi lóg, at einki tramans skil er á økinum. Lógin kann ikki haldast og við hesi ferð, so fer hon ikki at kunna haldast nakrantíð! Broyt lógina til minst 50/50, so at vit tíma at verða
havt forðað fyri at sleppa til tey ætlaðu plássini. Tað var eisini nær við, at hetta kundi hent hesa ferð, men tað bilaði ikki. Skráin var eitt sindur øðrvísi nú. Tann fyrra dagin var aftur farið norður [...] hava vit eisini frásøgn um Skálar, har nógvir føroyingar róðu út. Neskaupstaður Seinni dagurin hesa ferð var heilt øðrvísi enn í heyst. Tó var eins og í fjør vitjað á kirkjugarðinum, har tað var sungin [...] mintist serliga eina ferð, at bátur kom av útróðri við lítlum drongi við róðrið, meðan hinir gjørdu reint. »Drongurin skuldi leggja at skipinum, men ikki bar til. Hann royndi aðru ferð, men tá bar heldur
tað lættasta. - Eg havi verið við í onkrum bólkum ella samstørvum, sum hava givið góðar inntøkur, men sum ikki hava givið mær tað stóra persónligt ella tónleikaliga. Og tá havi eg torað at valt tað frá [...] Stanley Samuelsen hevði funnið sína verð, og við árunum hevur hann leitað longur og longur inn í hesa verð, sum hevur givið honum endaleysar møguleikar at úttrykkja seg. Og hann hevur hildið fast um tónleikin [...] hevur hann sín gittar sum fylgisneyta á lívsleiðini, og í longum tíðarskeiðum hevur hann livað heilt ella lutvíst av tónleiki. - Tónleikurin hevur tikið meg inn í sína verð, og eg eri blivin førdur djúpari
vunnin rættindi og semjur millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum Tað eru ikki gávumildir politikarar ella hjartagóðir einstaklingar, sum hava tryggjað verkafjøldini síni rættindi. Tey eru vunnin í hørðum [...] flestu av rættindunum eru staðfest í lóggávu á Løgtingi, sum vit í mongum førum kunnu vera errin av. Ella í sáttmálum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum verða gjørdir á hvørjum ári. Og tað er styrkin [...] stór og týðandi stríð fyri framman. Vit síggja, at gjógvin millum rík og fátøk veksur við risahøgari ferð í heiminum – og sostatt eisini í Føroyum. Altjóðagerðin bjóðar av, og hon bjóðar eisini arbeiðsma
ið Janus hevði neyvan tikið soleiðis til, um hendan yrkingin var skrivað í okkara tíð: “Á fúkandi ferð gjøgnum Elduvíkslíð, á hestbaki fór hon, føgur og fríð, við sekstan sumrum á baki.” Líðin var ikki [...] kundu vera. Í 1924 var sett á at grava fyri kirkjugarði, áðrenn tað vóru kisturnar bornar um Líðina ella skjútsaðar við báti til Oyndarfjarðar, tá tað annars viðraði. Hóast kirkjugarðar og kirkjur ikki standa [...] num Jørgen-Frantz Jacobsen. Trina í Liðanum var arbeiðsgenta á Langanesi í fleiri ár og var meiri ella minni ein partur av familju okkara alt sítt lív, og omma mín í Gøtu, Suffía Gregersen, vaks upp millum