"Jeg er godt klar over, at mange vil mene, at jeg selv er ude af proportioner, men det kan vi diskutere på et andet tidspunkt"
- Soleiðis málbar Hr. Høgni Hoydal seg, tá hann fór á talarastólin í Fólkatinginum sum talari nr. 320 undir viðgerðini av fíggjarlógini.
- Soleiðis kann man vera vissur í at missa alla politiska virðing, tí sagt verður klárt at argumentini ikki eru í lagi.
- Soleiðis kann man leggja upp til eina pínliga røðu, sum eingin tímir at lurta eftir.
- Soleiðis tekur man fyrivarni, tá man skal royna at "prógva", at Danmark er eitt diktatoriskt koloniveldi.
Villleiðandi og propagandistiskt tíðindaskriv
Norðuratlantsbólkurin hevur sent eitt pressuskriv til bløðini um fyrstu viðgerð av fíggjarlógini í Fólkatinginum. Tað var pent endurgivið í Sosialinum 8.9.05, sum eitt referat av tí Høgni Hoydal, fólkatingslimur fyri Tjóðveldisflokkin, skuldi havt sagt av talarastólinum.
Referatið sigur, at Hr. Hoydal talaði um blokkstuðulin, ein nýggjan búskapargrunn, og um vanrøkt av donskum statsognum í Føroyum
Ein samanbering,
sum avdúkar
Eina positiva ávirkan hevði hetta tíðindaskriv tó. Hugsaði, at tað kundi vera áhugavert at bera saman við tað, sum faktiskt bleiv sagt í tinginum. Samanbering við orðarøttu endurgevingina á heimasíðuni hjá Fólkatingunum vísir, at fólkatingreferatið er meira spennandi og avdúkandi at lesa, enn væl avpussaða pressu-skrivið hjá Norðuratlantsbólkinum.
Í innganginum harmast Hr. Hoydal um, at "praktiske mænd forviser ideo-logierne og værdierne", og sigur víðari, at politiski pallurin er latin ekspertum og nevndum. Hann man hava misskilt støðuna í Danmark, tí sum ikki einaferð verður tosað um virðir. Eg haldi, at allir flokkar tosa um virðir, nú meira enn nakrantíð.
Men minnist meg rætt, hava aldri verið so nógvar nevndir og ekspertar í sving í Føroyum, hvítabóksnevnd, grundlógarnevnd, íslendskir stjórnmálafrøðingar, búskaparfrøðingar og støddmálaserfrøðingar, sum júst tá Hoydal var málleysur ministari í Tinganesi. Í síni moralisering harmast hann enn einaferð um, at tað snýr seg um kvantitet, og slær fast, at "Bogholderpolitikken har sejret."
Hvat er mikro- og makroøkonomi?
Harnæst kemur beinanvegin bland í hugtøkini, sum hann sjálvur sleingir út. Tosar um mikro- og makroøkonomi, sum var tað javnt við búskapin í smáum mikrolondum og í stórum londum. Men hatta er ein misskiljing. Nú skuldi hetta vera eitt orðaskifti um nýggja uppskotið til fíggjarlóg, og so hevði verið nátúrligt at hildið seg til sakina. Men Hoydal vildi heldur fabulera um loysing og danska kolonial-ismu.
Aftaná hesar mislukkaðu moralsku peikifingrarnar, kemur hann til nakað, sum hevur ein vissan relevans, blokkstuðulin, "det såkaldte generelle tilskud til Færøerne." Hann lýsir blokkin, sum nakað løgið ella magiskt: "Den fremmanes og oppustes i folks bevidsthed som den akse, hvorom verden drejer. Det er et mikroskopisk beløb på den danske finanslov, som, når det projiceres til Færøerne, bliver makroøkonomi og bliver en slags prisme hvorigennem alle& spørgsmål ses og afspejles. Det er næsten som en slags magi eller overtro." Hetta er av sonnum rein poesi: fremmanes og oppustes, verdens akse, prisme, magi, overtro. Dýr orð, sum hann brúkar við sonnum listarligum frælsi.
Meistari í procentrokning
Men nú kemur procentrokningin inn, og so vaksa perspektivini til tað globala. Hann skoðar "dette mærkværdige fænomen fra et mere nøgternt og globalt perspektiv." Kanska ikki so galið við eini globalari áskoðan? Hvat mundi ein niðurslitin arbeiðsmaður í boliviansku tin-minunum, ein boygdur bóndi í cambodiansku rísveltunum, ella ein arbeiðsleysur afro-amerikanari í ghettoni í einum amerikanskum stórbýi sagt til ókeypis skúlagongd, fólkapensión, eitt vælfungerandi sjúkrahúsverk´???
Nei, tað globala hjá Hoydal skal ikki skiljast uppá henda mátan. Tað skal brúkast til procentrokning. Og nú er at spenna seg út í hesum fantastiska roknistykki.
Blokkstuðulin til Føroya er 0,1% av danska statshúsarhaldinum. "Til gengæld formår Danmark at opretholde højhedsretten og suveræniteten over Færøerne med land og hav." Og so skal spekulerast og forklárast. Tað eru stór global perspektivir í hesum, tí tað er eitt øki, sum "er faktisk to gange større større end Danmarks." Men hetta kann jú misskiljast, hvat hann meinar við, so peikipinnurin koyrir runt á kortinum, og vísir "altså Jyllands og Øernes land- og havområde."
Men nú procentlogikarin er farin í gongd, er eingin grund at steðga á beinanvegin. Nú skal tað skerasð út í papp, so eisini danskir fólkkatingslimir skilja tey globalu perspektivini: "Det vil svare til& at Færøerne på sit landsbudget afsatte 1 promille (4 mio. kr) om året, til gengæld for at have højhedsretten og suveræniteten over et land- og havområde, som var to gange vores."
Pentagon undir Grønlendskt heimastýri?
Grønlendsku vinirnir í Norðuratlantsbólkinum skulu eisini hava eitt herðaklapp og læra eitt sindur um globala procentrokning. Sami bókhaldaralogikkur verður koyrdur ígjøgnum einaferð aftrat: "Tager vi Grønland, så er proportionerne endnu mere absurde&" Milliónir, procentir og økir. Og, vupti - so fáa vit eina heilt nýggja heimsmynd. "Det ville svare til, at Grønland havde højhedsretten over hele det nordlige Atlanterhav med omkringliggende øer for 9 millioner kroner om året." Hann brúkti sjálvur orðið absurd, men lat tað nú liggja eina hesa ferð. Eg haldi at Hoydal er alt ov varin í síni ekspansionismu. Grønland vildi við hesum bókhaldaralogikki sanniliga ekspanderað (víðkast), men nú liggur tað geografiskt, har tað liggur. Ikki mitt í Atlantshavinum, men er partur av tí Norðuramerikanska kontinentinum. Tí hevði tað fevnt um mestapartin av Canada, og man ikki bæði New York og Washington so eisini koma undir grønlendskan højhedsret? Har fóru so bæði Wall Street og Pentagon knappliga á aðrar hendur?
Eigur Danmark at siga nei til 72 milliardir um árið?
Hr. Hoydal undirstrikar væl og virðiliga, at Føroyar på eget initiativ hava skorið ein triðing burtur av blokstuðlinum. "Vi har sagt nej tak til et beløb på 366 mio. kr. om året." Higani heldur hann so fram við aldri svíkjandi logikki: "Hvis Danmark skulle gøre det samme, og nu taler jeg igen om de her proportioner, så ville det målt i befolkningens og økonomiens størrelse betyde, at Danmark sagde nej tak til 50 milliarder kroner direkte ned i statskassen." Síðani finnur Hoydal enn eina krúllu, og fær so talið at blíva til 72 milliardir. Tað er bara fantastiskt.
Eg kann bert gita mær til, hvat politikkarar í Fólkatingssalinum tonktu henda góða septemberdag. Um annars nakar var eftir, sum tímdi at lurta eftir hasum útsøkta svassinum. Spurningurin man ikki vera at siga nei til inntøkur, men heldur at brúka pengarnar á skilabesta hátt.
Hvat kom so burturúr hjá hesum procentlogikara?
Einki!
Sjálvandi einki!
Einans fíggjarráðharrin Thor Petersen hevði eitt ultrastutt pliktsvar. Hann segði seg uppfata taluna hjá Hoydal, sum "meget uvenlig." Og tað má sigast at vera eitt sera vinarligt svar í hesi støðu. Hann nart ikki við geopolitisku procent-rokningarnar.
Sjálvandi ikki!
Men hann legði aftrat, enn einaferð: "Det færøske folk bestemmer selv sin egen fremtid& Regeringen er tilhænger af rigsfællesskabet. Vi synes, det har mange værdier, og at det rummer mange gode muligheder, men i sidste instans er det altså det færøske folk selv, der bestemmer efter eget valg."
Vil Høgni hava loysing, so krevur tað, sum flestøll hava vitað í 50 ár, at klárur meiriluti er í Løgtinginum og í føroyska fólkinum. Alt hatta gassið við procentrokningum og at leggja Pentagon undir grønlendska heimastýrið er burturspilt tíð.
Idiotiskar talur sum hendan er absurdur sjónleikur, og fremja á ongan hátt ella nakra staðni sak føroyinga.
Skjøl:
- Norðuratlantsbólkurin: Ein promilla gevur fullveldi yvir Føroyum. Sosialurin 8.9.05, s. 11
- Folketinget: Første behandling af lovforslag nr 175. <www.ft.dk/?/samling/20042/menu.00054916.htm$?$end$!$