Hóast Hanus er komin rættiliga væl til árs, og legði profesjonella pensilin frá sær fyri mongum árum síðani, er hann altíð sinnaður at veita sínum nærmastu eina hond. - Beint nú hjálpi eg abbasoninum at [...] Hanus frá. Í pussinum Fyri Hanus er eingin ivi um, at Kampmann var ein listamálari og málari í serflokki. Sum so mong onnur listafólk, hevði hann eisini sína egnu tímatalvu, um ein kann siga tað so. - Jack [...] talan oftast var um størri verkætlanir. Í 1997 varð smápartafelagið Uni Zachariasen stovnað, og verður tað í dag rikið av Una og konuni, Salomu, í felag. Triðja ættarlið er haraftrat farið í málaravinnuna
ILA sjúkuni í framtíðini. Vitandi um, at tað aftur koma dagar, vikur og ár, har avkastið verður stórt, og vitandi um at neyðugt er, at peningaliga tilfeingið støðugt er til staðar skulu føroysku alifyritøkurnar [...] Føroyska alivinnan hevur verið uppi á aldutoppi, men er nú í einum djúpum aldudali. Søluprísirnir eru lægri enn framleiðslukostnaðurin og ILA sjúkan er farin runt alt landið. Tann váðin, ið einstaklingar [...] kemur nú til sjóndar. Og við váða fylgir ábyrgd. Seinastu árini hava allir føroyingar kunna frøtt seg um, at alivinnan hevur staðið í stórum vøkstri. Virkisfýsnir føroyingar hava tikið seg saman um hugskot
19-25, 23-25) SÍ klintraði í gjár upp á toppin í Hotel Djurhuus-deildini við 3-1 sigri á Fleyr, sum nú er eitt stig aftanfyri SÍ og hevur eisini spælt ein dyst meira. Fleyr vann fyrsta sett, eftir at SÍ annars [...] kortini yvir og fór framum 20-16, men við framúr góðum endaspurti javnaði TB til 20-20 og vann settið 25-22. TB var eisini leingi á odda í øðrum setti, til 13-12, men seks bóltar seinni var KÍF farið framum [...] gjørdu tað til 18-3, áðrenn SÍ vann 25-8. Við fimm stigum á rað í triðja setti megnaði Fleyr at minka um munin frá 8-14 til 13-14 og fáa spenning í aftur, men løtan var stokkut, og brátt vann SÍ sær trygga
løtuni. Tað hendir, um klaksvíkskvinnurnar vinna seinasta dystin, samstundis sum HB tapir móti B36 í dystinum, sum nú helst verður eitt slag av »antiklimaksi«, nú kappingin longu er avgjørd. NSÍ vann sum [...] B36-kvinnurnar fóru til Leirvíkar sunnudagin væl vitandi um, at um tær vunnu dystin móti LÍF, samstundis sum HB ikki vann í Gundadali móti KÍ, so vóru tær føroyameistarar. Frammanundan varð roknað við [...] Seinni vísti tað seg, at øklaknúturin er brotin. Sera spell fyri B36-liðskiparan, sum stutt áðrenn hevði skotið einasta málið í dystinum upp á brotsspark, men sum nú ikki fær verið við í seinasta dystinum
ikki eru góðir, er, at vit ikki fáa børn og ung upp í ítrótt. Summa staðni er vansin, at tað heilt einfalt ikki er pláss fyri øllum á vølli, í høll ella í hyli til dømis, og ein annar vansi er eisini, at vit [...] og tað er langur teinur hjá føroyskum ítróttarfólki at ferðast. - Vit hava í longri tíð vitað, at hesir leikinir fóru at verða ein stór avbjóðing hjá okkum. Tað er langt at ferðast, og tað er kostnaðarmikið [...] støðan er í løtuni er mest sannlíkt, at føroyingar fylla eitt flogfar, og so verður tað upp til grønlendingar og hetlendingar at taka sær av einum flogfari. Útvendur persónur Petur Elias Petersen er nú afturvaldur
báðum nýggju trolarunum er níggju milliónir og tað er rættiliga nógv, tá ið hugsað verður um, hvussu vánaligt gjaldførið í samfelagnum er. - Tað kann ikki merkja annað enn at álit er á teimum monnum, sum [...] umvælingar og klassingar og nú eru teir so komnir til Hvalbiar. Annar trolarin hevur fingið navnið Breiðanes, sum er staðarnavn í Lítlu Dímun og hin hevur fingið navnið Hamranes, sum er staðarnavnið í Hvalba [...] ikki er serliga væl kent í Hvalba. Og hvussu hetta so fer at roynast, vita vit ikki. Men kenni eg manningina rætt, er onki nóg gott fyri teir, uttan at vera bestir. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað
Eg fari sjálvandi at kunna um alt hetta á fundinum, eitt nú hvussu okkara forbrúk er. Hetta er jú sera lítið í teirra høpi. Vit brúka kanska fyri eina milliard um árið, sum er sera lítið í Gazprom høpi [...] framtíðar olju- og gassleitingini við Føroyar? – Tað er ilt at meta um enn, men at koma so langt sum at kunna um føroyska økið á høvuðsborgini hjá Gazprom er eitt stórt stig á leiðini. Jarðfeingi verður við [...] a. tosað um møguleikarnar at kunna um føroyskt vinnulív og føroyska olju- og gassleitiøkið. Semja varð um, at tað kundi verið áhugavert at kunna heimsins størsta orkuframleiðara, Gazprom um føroyska
Stefan í Skorini Klaksvíkingar vóru heilt frá byrjan greiðir yvir, at hetta fór at vera ein sera torfør uppgáva, og at teir nú skuldu standa sína roynd. Tí var teirra útgangsstøðið eisini sera verjukent [...] . Annars er at siga, at hetta var eitt sera defensivt KÍ lið, sum leikti á Svangaskarði mikukvøldið. Heðin og Harley, sum vanliga eru ein týðandi partur av álopsspælinum hjá KÍ, lógu so langt afturi, at [...] kundu verða við í álopsspælinum, sum teir plaga. Tað er tó nærum ógjørligt hjá einum føroyskum liði at senda fólk niðan á vøllin, tá ið mótstøðuliðið er Reyða Stjørna.
Russland. Nú mugu vit gera fríhandilssáttmála við øll trý londini umvegis tollsamgonguna. Við øðrum orðum er málið hjá landsstýrinum at gera ein fríhandilssáttmála við Eurasisku tollsamgonguna. Tað er einki [...] Ukraina er eitt annað eystanland, sum hevur stóran áhuga á okkara leiðum. Tað er komið longst á leið við einum fríhandilssáttmála við Ukraina. Fundir hava verið við ukrainskar myndugleikar. Uppskot um frí [...] kr. Málið verður nú fyrireikað, og manglar ein játtan á fíggjarlógini til at seta sendistovuna í Russlandi á stovn. Drúgv tilgongd Vit eru fullgreið yvir, at Føroyar fara ikki yvir nátt at røkka einum
fiskavørum fer til ES - tvs. ES er okkara størsti avtakaramarknaður og er harvið eisini við til at ávirka okkara samfelag meir enn vit dagliga geva okum far um. Við teimum londum sum nú eru løgd afturat ES samveldinum [...] Hendan gongin er partvís eitt úrslit av, at samansjóðingin i ES er víðkað, til at fevna um fleiri samfelags-øki og lond, tey fyrstu 10 londini av 25 komandi ES limalondum, eru just nú 1 mai løgd afturat [...] verður høgt prioriterað. Ráðstevnan um breiða kunning um ES - fyrimunir og vansar Sambandsflokkurin legði í 2003 uppskot fyri løgtingið um at skipa fyri ráðstevnu um fyrimunir og vansar í samstarvinum við