Málaði saman við Kampmann

LISTAVERK: Nógv tilkomin fólk í Vestmanna munnu minnast listamálaran, Jack Kampmann sum búði í Føroyum árini 1948-64. Ein teirra er tann skjótt 84 ára gamli málarin, Hanus Zachariasen í Vestmanna. - Ja, Jack. Hann var bæði ein raskur og dugnaligur málari, minnist hann afturá.

Hóast Hanus er komin rættiliga væl til árs, og legði profesjonella pensilin frá sær fyri mongum árum síðani, er hann altíð sinnaður at veita sínum nærmastu eina hond.

- Beint nú hjálpi eg abbasoninum at mála, greiðir Hanus frá. - Vit hava rokast nú í einar fjúrtan dagar.

Júst hetta við at mála hevur verið lívsstarv hansara. Nógvir bygningar og nógv skip eru málað hesi árini. Og sum nakað heilt serstakt, fekk Hanus eisini høvið at hjálpa Jack Kampman við at mála vísuna um Ormin Langa fyri eini 50 árum síðani.

Henda vísan varð málað á fleiri plátur, sum vórðu festar á yvirveggin í salinum í Gamla Skúla, sum vestmenningar kalla hann.

Myndirnar á hesi síðuni vórðu tiknar í desember 2007, og eru sera væl úr hondum greiddar. Nógv hava undrað seg yvir hvar myndirnar vóru blivnar av, - ikki minst eftir at Gamli Skúli varð tikin niður fyri nøkrum árum síðani.

Tær eru umvældar, og vórðu síðani settar í eitt rúm í Vestmanna skúla, har tær vórðu tær tiknar fram einaferð enn til heiðurs fyri Sosialin fyri hálvum triðja ári síðani.

- Eg hjálpti honum við at mála hesa vísuna av berum áhuga. Hetta var fyri tað mesta gjørt í fríløtum, vísir Hanus á.


Upp á tekjuna

Tað eru kortini liðin mong ár, síðani Hanus Zachariasen á fyrsta sinni fór í holt við tað yrkið, sum kom at gerast hansara í meiri enn 45 ár.

- Eg minnist ein dag í 1943, tá vit høvdu arbeitt í torvi í dalinum. Heimkomin um kvøldið sá eg eina lýsing í Dimmalætting, har Jørgen Jørgensen, málarameistari úr Miðvági, sum tá búði á Glyvrum, søkti eftir lærlingi.

- Eg søkti, og eg fekk plássið og fór beinanvegin til arbeiðis í Syðrugøtu, greiðir Hanus frá.

Fyrsta uppgávan hansara var at reinsa rust á eini tekju hjá Poul Huus. Á hesi tekjuni lá hann so nakrar dagar, til øll húsini vóru málað.

Seinni fekk hann pláss hjá Andreas Mouritsen, málarameistara í Havn, og fór á Tekniska Skúla í Århus 1. oktober 1947 fram til 1. apríl 1948, tá hann varð útlærdur sum málari.

- Eg tók ikki sveinaprógv, tí tað varð sjáldan gjørt tá í tíðini, greiðir Hanus frá.


Góður og raskur

Ein mánað seinni - altso í mai mánaði 1948 - kom Hanus aftur til Vestmanna og málaði eitt sindur har og aðrastaðni.

Um hetta mundið var Jack Kampmann eisini komin til bygdina, og hevði átikið sær ávís málaraarbeiði í bygdini. Millum hesi var stóri bygningurin - fiskahúsið - hjá D. P. Olsen og øðrum, skúlan og annað. Nevnast kann, at Jack Kampmann eisini myndprýddi skúlarnar á Glyvrum og tann á Toftum.

Jack Kampmann (1914-1989) varð annars føddur í London og hevði donsk foreldur. Hann vaks upp í USA og varð útlærdur málari og seinni listamálari í Danmark. Tað var í stóran mun tann listarligi parturin, sum kom fram í honum tey árini hann búði í Føroyum.

Hann var sera virkin í tí sum hann tókst við. Umframt fleiri stór málaraarbeiði setti hann, saman við Janusi Kamban og Ingolfi av Reyni á stovn tann fyrsta føroyska listaskúlan.

- Jack yvirtalaði meg til at arbeiða hjá sær, og tað var ein lærurík tíð. Hann var ein stak góður málari og raskur eisini, greiðir Hanus frá.


Í pussinum

Fyri Hanus er eingin ivi um, at Kampmann var ein listamálari og málari í serflokki. Sum so mong onnur listafólk, hevði hann eisini sína egnu tímatalvu, um ein kann siga tað so.

- Jack, hann brúkti als ikki klokkuna, sigur Hanus brosandi. - Nei, hann hevði sín egna máta at arbeiða uppá.

Hanus minnist, at starvsfelagi hansara kundi arbeiða við fullari ferð í eina tíð, men kundi so brádliga lata seg í pussið og ganga soleiðis í fleiri dagar, áðrenn hann herjaði á aftur við penslinum.

- Men hann var sera dugnaligur málari. Hann skal so bara fáa tað besta frá mínari síðu, slær Hanus fast.

Teir arbeiddu saman ein tíð, til Hanus sjálvur tók ymisk arbeiði á seg, og í 1953 gjørdist sjálvstøðugur. Sama árið fór hann eisini at selja máling og tapet, og helt fram við hesum til 1989, tá ið hann gavst at mála.

Men sum nevnt í byrjanini av greinini, hevur hann ikki heilt slept penslinum.

- Ja, hetta í fínasta slagi, sigur Hanus, sum fer um tey 84 árini nakað undan ólavsøku.





3 x Zachariasen

Tað er ikki bert 83 ára gamli Hanus Zachariasen sum hevur havt áhuga fyri at mála.

Í 1976 byrjaði sonur hansara, Uni at mála hjá honum, og síðani hevur málarastarvið verið hansara lívsyrki.

Sum útlærdur málari tók Uni yvir leiðsluna av virkinum hjá Hanusi, og teir báðir skiftu um leiklut - Hanus fór at arbeiða hjá soninum eina tíð, áðrenn hann heilt gavst í málaravinnuni.

Uni hevur eisini, bæði sum lærlingur og útlærdur, arbeitt saman við pápabeiggjanum, Steinbirni, har talan oftast var um størri verkætlanir.

Í 1997 varð smápartafelagið Uni Zachariasen stovnað, og verður tað í dag rikið av Una og konuni, Salomu, í felag.

Triðja ættarlið er haraftrat farið í málaravinnuna. Tað er sonurin Hanus, sum eisini er útlærdur málari. Tíðin fer at vísa, um Hanus, tá tann tíðin kemur, fer at føra virkið víðari.



Heimildir:

Samrøða við Hanus Zachariasen, Vestmanna

Heimasíðan hjá Listasavni Føroya - www.art.fo

Heimasíðan hjá Galleri Nethinden - www.nethinden.com

Heimasíðan hjá Una Zacharariassen, sonur Hanus Zachariasen - www.uni-z.fo