Stefan í Skorini
Klaksvíkingar vóru heilt frá byrjan greiðir yvir, at hetta fór at vera ein sera torfør uppgáva, og at teir nú skuldu standa sína roynd.
Tí var teirra útgangsstøðið eisini sera verjukent. Fimm leikarar vóru í verjuni, meðan fýra vóru á miðvøllinum, og ein einsamallur áleypari stríddist har frammi. Tomislav Sivic hevði allar sínar føstu menn tøkar uttan Kristian á Lakjuni, sum meiddi sær fótin undir venjing sama morgunin, so hann kundi ikki byrja inni, men varð innskiftur í seinna hálvleiki. Reyða Stjørna spældi við eini klassiskari 4-4-2 skipan, sum tó var sera álopskend.
Reyða Stjørna hevði takið
Reyða Stjørna legði hart út og hevði sín fyrsta málmøguleika longu eftir tríggjar minuttir, so tað boðaði ikki frá góðum. Verjan hjá KÍ megnaði tó at halda jugoslavunum burtur frá fatinum í góðar fjøruti minuttir, sum eisini er eitt megnar avrik í sær sjálvum.
Fimtan minuttir inn í dystin kundi Reyða Stjørna lættliga lagt seg framum, men skallarin frá Stefanovic endaði á tvørtræðnum og fór út aftur í spælið. Løtu seinni leikaði aftur hart á frammanfyri málið hjá KÍ. Jugoslavar broderaðu seg ígjøgnum verjuna, og tað endaði við at Ilic gjørdist leysur, men Zoltan kom væl niður og bjargaði flata skotinum frá landsmanni sínum.
Jugoslavar høvdu fleiri møguleikar, og áleyparin Drulic skuldi eisini skorað, tá ið hann gjørdist fríur við Zoltan, man hann koyrdi bóltin ov langt frá sær, í tí hann royndi at fara framvið málverjanum.
KÍ missir konsentratiónina
Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki hevði KÍ rættuliga gott tak á jugoslavunum, men ímóti endanum var verjan gapandi opin. Rógvi vinnur eitt fríspark uppi á hinu hálvuni, og her burdu klaksvíkingar hildið høvdið kalt ta seinastu løtuna, men eftir frísparkið fóru jugoslavar í skjótálop, og Ilic gerst púra leysur í brotsteiginum. Hesuferð heldur hann høvdið kalt og spælir yvirum til Drulic, sum bert skuldi rulla bóltin í tað opna málið.
Minuttin eftir verður ein langur bóltur sendur niðan á KÍ-hálvuna. Pacek fær ikki beint bóltin burtur, og endin er, at Jan Andreasen ger brotsspark. Lerinc, sum sigst verða besti leikarin hjá Reyðu Stjørnu, skýtur, men Zoltan bjargar. Jugoslaviski málverjin hjá KÍ stóð sera væl henda dystin, og hann eigur ein part av æruni fyri, at Reyða Stjørna ikki fekk fleiri enn trý mál.
KÍ vardi sera djúpt í fyrra hálvleiki, og mangan vóru allir ellivu niðri við og í brotsteiginum og vardu. Arnold Joensen byrjaði sum framherji, men hann og Ove Nysted býttu pláss í fyrra hálvleiki. Jan Joensen og Rógvi Jacobsen fingu báðir gult kort í fyrra hálvleiki, og tað var møguliga í ordan, men dómarin lat ikki við seg koma, tá ið jugoslavarnir tveittu seg niður fyri at fáa fríspark, og hetta eigur at geva gult kort.
Annars var týðuligt, at føroyingarnir ikki vóru vanir at spæla á grasi, tí at teir høvdu ilt við at standa á beinunum serliga í fyrra hálvleiki, og hetta darvaði teimum nógv, tí teir mistu næstan altíð eitt fet í mun til teir kviku jugoslavarnar.
Reyða Stjørna tekur seg aftur
Eftir steðgin tók Reyða Stjørna sítt fólk longur aftur á vøllin, og tað hevði við sær, at KÍ hevði bóltin meira, men tíverri kom ov sjáldan nakað burturúr teirra álopum.
Reyða Stjørna økti um leiðsluna miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið Stefanovic snittaði bóltin víðari í málið, uttan møguleika hjá Zoltan at bjarga. Triðja og seinasta málið var ein stór verjuvilla. KÍ gevur jugoslavunum bóltin á egnari hálvu, og innskifti Mirkovic gerst so leysur, at honum bert nýtist at seta fótin á bóltin og beina hann í málið.
Jan Joensen gekk undan
Liðskiparin hjá KÍ, Jan Joensen, gekk undan í dystinum og stríddist allar 90 minuttirnar. Tað tóktist, sum var hann allastaðni á vøllinum og arbeiddi fyri fleiri. Jan Joensen var heldur ikki bangin fyri at halda uppá bóltin og royndi altíð at spæla bóltin frá sær, so at KÍ varveitti bóltin so leingi sum møguligt. Eisini leikti Zoltan sera væl í málinum, og hann fekk seg eisini veruliga royndan av teimum mongu royndunum á málið frá jugoslavunum.
Annars er at siga, at hetta var eitt sera defensivt KÍ lið, sum leikti á Svangaskarði mikukvøldið. Heðin og Harley, sum vanliga eru ein týðandi partur av álopsspælinum hjá KÍ, lógu so langt afturi, at teir ikki kundu verða við í álopsspælinum, sum teir plaga. Tað er tó nærum ógjørligt hjá einum føroyskum liði at senda fólk niðan á vøllin, tá ið mótstøðuliðið er Reyða Stjørna.