Peningastovnar skulu átaka sær váða & ábyrgd

   

Eftir flóð kemur fjøra. Føroyska alivinnan hevur verið uppi á aldutoppi, men er nú í einum djúpum aldudali. Søluprísirnir eru lægri enn framleiðslukostnaðurin og ILA sjúkan er farin runt alt landið. Tann váðin, ið einstaklingar, feløg og ikki minst peningastovnar átóku sær - kemur nú til sjóndar. Og við váða fylgir ábyrgd.
Seinastu árini hava allir føroyingar kunna frøtt seg um, at alivinnan hevur staðið í stórum vøkstri. Virkisfýsnir føroyingar hava tikið seg saman um hugskot, og hava saman við peningastovnum o.ø. gjørt dreymar til veruleika. Soleiðis kom alivinnan í 1993 at umboða heili 23% og í 2001 17% av útflutningsvirði Føroya, og gjørdist harvið ein stór og týðandi inntøkukelda fyri landshúsarhaldið.

Váða og ágóða í góðum tíðum - ábyrgd í ringum tíðum
Men so satt sum heyst og vetur koma eftir vár og summar, og fjøra eftir flóð, so satt er somuleiðis, at tað í búskapi og vinnulívi koma verri tíðir eftir góðar tíðir. Hetta eru nattúrulógir, ið ikki standa til at broyta.
Tí kemur eitt afturstig ikki óvæntað og tá alivinnan nú er fyri einum bakkasti - av teimum heilt ringu - eru tað tey, ið hava átikið sær váðan í góðum tíðum, ið somuleiðis mugu átaka sær ábyrgdina í ringum tíðum.

Landið veitir karmar og aliloyvir sum tilfeingi
Landið skal sum kunnugt skapa vinnuni karmar - tvs. lógarkarmar, vælferðartænastur, altjóða handilsavtalur, undirstøðukervi v.m. - men tá umræður eitt nú arbeiðsmegi og fígging v.m. er hetta upp til vinnuna at avgreiða. Hóast hetta hevur landið higartil veitt ókeypis aliloyvir og hevur harvið latið vinnuni ókeypis tilfeingi. Hetta mugu sigast at verða lagaligir karmar fyri vinnuna.

Peningastovnar veita fíggjarligt tilfeingi
Peningastovnarnir hava hinvegin veitt fíggjarligt tilfeingi til alifyritøkurnar. Talan er um langtíðaríløgur, ið ikki eiga at verða tikið aftur bara tí avkastið ikki er tað sama í dag - sum í gjár. Peningastovnarnir standa við eini ábyrgd yvirfyri alifyritøkunum, samfelagnum eins væl og fyri teirra egnu fyritøkum, ið hava stór virðir bundin í alivinnuni.

Alivinnan fer at fløða aftur
Vegna fáu íløgurnar í alivinnuna í hesum døgum, vil útboðið av alifiski á alheimsmarknaðinum helst verða væl minni um 1-2 ár. Samstundis verður spátt av alheims búskaparfrøðingum, at 2004 verður árið, har heimsbúskapurin fer at venda rætta vegin aftur. Hetta kemur helst at merkja at útboðið av alifiski í komandi árum verður minni enn eftirspurningurin, og harvið hækka prísirnir.
Eisini fer at verða møguligt at tálma ILA sjúkuni í framtíðini.
Vitandi um, at tað aftur koma dagar, vikur og ár, har avkastið verður stórt, og vitandi um at neyðugt er, at peningaliga tilfeingið støðugt er til staðar skulu føroysku alifyritøkurnar verða til reiðar ,tá hesir dagar koma, eiga peningastovnar at vísa tolni og ábyrgd.
Náttúrulógin tryggjar at tað eftir fjøru kemur flóð - og tryggjar tí, at tolni og ábyrgd vil geva avkast tá av tornar.

Tað almenna bjarga alivinnuni !?
Hetta vita peningastovnarnir. Men sambært Dimmalætting roynir stjórin í Føroya Sparikassa - Bjarni Olsen - nú at fiska eftir, at landið skal ?bjarga? alivinnuni við kapitalinnskoti. Harvið verður roynt at flyta váðan yvir á landið og skattgjaldaran. Hetta vil merkja at peningastovnarnir skulu fáa ágóðan - men ongan váða og harvið onga ábyrgd.
Tað skal tó gerast púra greitt, at landið fer ikki at átaka sær tann fíggjarliga váðan, ið eitt nú peningastovnarnir hava átikið sær og eiga. Hetta bæði tá væl og illa gongur. Tað er ein orsøk til, at tað eitur ?váði? og ikki ?vinningur?.
Tekur landið á seg váðan hvørja ferð illa stendur til - ja, so er als ongin váði hjá vinnuni. Og harvið heldur ongin ábyrgdarkensla og ongin gróðrarbotnur fyri skilagóðum íløgum og fyritøkum.
Og hvar gongur markið ? Øll skulu væl verða javnsett. So um ein partur av vinnulívinum skal hava fíggjarligan stuðul - ja, so skulu aðrir væl eisini. Og verður landskassin gloppaður - ja, so er røðin uttan fyri landskassadyrnar long og kravmikil. Hetta hevur verið roynt. Við samfelagsvanlukku sum úrsliti.

Greiðan skilnað millum alment og privat
Verður farið aftur til at blanda almennan og privatan váða í vinnulívinum, so verður tað føroyski skattgjaldarin, ið fer eftir fer kemur at rinda dupult - tá fjøra er.
Málið skal verða ein so greiður skilnaður millum alment og privat virksemi sum møguligt. Landið skal nýta tíð og orku at skapa karmar og tryggja vælferðartænastur - ikki at reka vinnufyritøkur.
Fyrireikingarnar at einskilja vinnufyritøkur landsins - Føroya Fiskavirking, Føroya Fiskasølu, Føroya Banka - vísa á royndir landsstýrisins at fremja henda skilnað millum alment og privat.

Váði og ábyrgd - hond í hond
Alivinnan er í aldudali í hesum tíðum, men søgan og náttúran hevur víst okkum, at eftir fjøru kemur flóð.
Peningastovnarnir og føroyska samfelagið sum heild hava nógv virðir í alivinnuni. Nú snýr tað seg um, at allir partar, ið hava átikið sær váða - eisini átaka sær ábyrgd.
Landið hevur skapt karmar og stendur við sítt - eitt nú tá umræður ikki at átaka sær fíggjarligan váða, ið peningastovnar og vinnulívið eiga. Spurningurin er bara um peningastovnarnir fara at standa við sítt og vísa ábyrgd - í fjøru eins og flóð.